Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 246 - 21. desember 2000 gult cyan magenta svart Jóannes Eidesgaard Eg eri rættiliga sannførdur um, at løgmaður spælir eitt dupultspæl, har hann letur Tjóðveldisflokkin liva í tí trúgv, at her stendur væl til, samstundis sum hann førir eitt heilt annað slag av sam- røðum við danska forsætis- málaráðharran. Sjálvandi eru vit mong, sum vóru heldur bilsin av bævinum dagfest 14. des. 2000, sum Nyrup sendi løgmanni. Tí tað stutta av tí langa er, at forsætismála- ráðharrin sigur, at nú er greitt at fara undir samráð- ingar um tað, sum løgmað- ur hevur fyrisligið á fundi teirra millum í Reykjavík 5. nov. 2000, nevniliga eina víðkaða heimastýrislóg í ríkisfelagsskapinum. Var tað ein sambandsløg- maður, so var tað sín søk, men hevur fulveldisløg- maðurin veruliga borið slíkar broytingar fram á fundinum i Reykjavík? Uppaftur meira bilsin verða vit, tá vit so síggja í bløðunum í gjár, at løgmað- ur sigur seg vera ovfarnan av brævinum frá Nyrup, og í skundini sendir løgmaður annað bræv avstað. Í bræv- inum sigur hann enn eina- ferð, at beinleiðis samráð- ingar verða um at broyta heimastýrislógina, men nú er hetta bert teknikkur, so hetta skulu embætisfólk taka sær av. Nær i Guðs garði er heimastýrislógin vorðin teknikkur? Og sum rosinan í pylsu- endanum kemur varaløg- maður albrynjaður við egn- um opnum brævi, har hann sigur, at nú mugu vit taka sakina í egnar hendur. Men vóru vit mong, sum vóru bilsin av fyrsta bræv- inum, so eru vit fleiri, sum eru totalt forvirraði yvir tað, sum er hent síðani. Eg havi so ta teori, at her er talan um eitt dupultspæl frá løgmansins hond. Eg eri sannførdur um, at danski forsætismálaráðharrin fer ikki at skriva í einum brævi til løgmans: »På vort møde den 5. november 2000 fore- slog du, at der nu indledes forhandlinger om en ændr- ing af hjemmestyreloven, således at der inden for rigsfællesskabets rammer skabes bredere grundlag for hjemmestyrets adgang til at overtage yderligere samgsområder.«, uttan so, at løgmaður á fundinum hevur borið hetta upp á mál. Tað sigur seg sjálvt, at tað er júst hetta, teir hava tosað um, tí endurtekur løgmaður hetta í brævinum frá 18. des. 2000. Og innast inni vita bæði Høgni Hoydal og vit onnur, at hóast Nyrup er Nyrup, so hevur hann ikki misfatað løgmann í Reykjavík. Og av góðum grundum vita hvørki Høgni Hoydal ella vit onnur, hvussu orðini eru fallin í Reykjavík, tí vit vóru ikki har, men eftir stendur so gamla orðafell- ið, at sjáldan ríkur av ong- um brandi. Og fyri at bjarga egnum skinni og fyri at kyrra Tjóðveldisflokkin, so sigur løgmaður seg vera ovfarn- an av brævinum frá Nyrup. Og opinbart er tað tað, sum skal til, fyri at Tjóðveldis- flokkurin aftur heldur, at nú er alt í lagi. »Tað er hasin forrendi Nyrup, sum provo- kerar.« Og taka vit samanum tað, sum bæði løgmaður og Helena Dam á Neystabø áður hava sagt, so er tað í tráð við júst innihaldið av brævinum frá Nyrup. Vit skulu gera broytingar í heimastýrislógini , og síðan skal hon tømast, hava tey sagt. So roynir løgmaður at skøva útyvir við at siga, at her verður ikki talan um politiskar samráðingar, tí hetta er reinur teknikkur. Men løgmaður veit fullvæl, at broytingar í heimastýris- lógini er politikkur, so tað stendur eftir, eins væl og ein niðurlaging av blokkin- um eisini er tann reini polit- ikkur og einki annað. Er alt hetta eitt dupult- spæl, so dugur løgmaður listin sum fáur, men eina- ferð verður hann avdúkað- ur. Seinasta semjan frá 2. nov. 2000, sum landsstýrið gjørdi, var so meistarliga skrúva saman, at allir trígg- ir flokkarnir kundu leggja tað í semjuna, sum teir høvdu hug til. Og sjálvandi fekk Fólkaflokkurin fram- gongd í veljarakanningini, tí nú var fullveldið slept, og sjálvandi fekk Tjóðveldis- flokkurin framgongd, tí nú var fullveldið ikki slept. Tað einasta, sum kann undra mangan er, at Sjálv- stýrisflokkurin, sum veru- liga eigur hasa stig fyir stig semjuna innan fyri heima- stýrislógina, hann fekk aft- urgongd. Men bíða nu. Men semjan er eitt skúla- dømi um, hvussu meistar- liga løgmaður letur allar partar liva hvør í sínum lag í síni sæligu trúgv. Hann er ein meistari í dupultspæli. Nú skilja vit betur ynski um, at allar samráðingarnar skulu vera í trúnaði. Løgmaður hevur gjørt seg til heitan talsmann fyri, at samráðingar endiliga mugu vera í trúnaði. Men tað skilji eg væl, tí hann er bangin fyri, at Tjóðveldis- flokkurin skal uppdaga, hvat veruliga fer fram. Hann dylur tað ikki fyri okkara skuld, men tí hann noyðist at dylja tað, soleiðis at tjóðveldismenn ikki skulu finna útav, hvussu leikur fer fram handan tjøldini, har sjálvt teir ikki sleppa við. Gongur tað heilt galið, so tekur løgmaður gamla trumfin fram, at um tjóð- veldismenn ikki skikka sær ordiliga, so sendur hann boð eftir javnaðarmonnum, og so tiga teir aftur og spæla fullveldið víðari. Varaløgmaður er hóast alt erligur í sínum ynski um eitt fullveldi, men Føroya land kann ikki leingi liva við einum løgmanni, sum sigur eitt her heima og nakað heilt annað aftan fyri læstar dyr saman við Nyr- up. Mín niðurstøða er í hvør- fall greið, hetta er dupult- spæl. Hetta er ein einmans- leikur, og sjónleikari og instruktørur er ein og sami maður Anfinn Kallsberg. Í samband við samanlegging millum Tórshavnar Komm- unala Starvs- & Tænastu- mannafelag og Starvs- mannafelagið 1. juli 2000, var avgjørt, at ein partur av ognum felagsins skuldi fara til vælgerandi endamál. Avgjørt er, at lata rørðslu- og menningartarnaðum børnum 100.000 kr. til frítíð- arvirksemi. Hesin bólkur hevur, sum er, ikki nógvar møguleikar fyri aktivering, men hevur býráðið tó givið teimum møguleika at nýta Bridge- húsið seinnapartar. Stuðuls- fólkaskipanin, sum stendur fyri hesum, hevur sett ynski fram um at fáa til vega telduútgerð, sum børnini kunnu nýta og er hendan útgerð nú sett upp í Bridge- húsinum. Hendan útgerð, saman við restini av upphæddini varð handað mánadagin, sigur Kartni Ravsnfjall, formaður felagsins í tíindaskrivi. Fishing framsýningin, sum tey seinastu árini er hildin í Glasgow, er vorðin størsta árliga afturvendandi fiski- vinnustevnan í Evropa. Hon er sostatt vorðin tann framsýningin, har veitarar av útgerð, tøkni og tænast- um til fiskivinnuna, úr øll- um heiminum, føra seg fram. Framsýningin verður av tí sama vitjað av støðugt fleiri innan fiskivinnu. Áhugin fyri framsýning- ini veksur framvegis. Longu nú er greitt, at Fish- ing 2001, ið hvussu so er, verður 20% størri enn Fishing 2000. Fyrireikarar- nir hava tí verið noyddir til at taka eina høll afturat í nýtslu fyri at tryggja fram- sýningini neyðuga rúmd. Føroyskar fyritøkur hava síðan 1995 luttikið á Fish- ing framsýningunum, og fleiri av teimum hava fing- ið væl burtur úr. Kapping- arførið hjá teimum er hesi somu ár styrkt, og tær eru vorðnar kendar og eftir- spurdar víða um í heimin- um. Eisini á Fishing 2001 fara føroyskar fyritøkur at luttaka. Longu nú er stórur partur av teimum 96 m2, ið Menningarstovan hevur bílagt á framsýningini, um- biðin, og Team 85 er farin undir at tilevna føroyska básin. Fishing 2001 verður hild- in 22.-24. mars 2001 í Glasgow í Scottish Exhi- bition & Conference Centre. Fyritøkur, sum hava áhuga í at luttaka á Fishing 2001, kunnu annaðhvørt venda sær til Team 85 ella til Menningarstovuna. Til ber eisini at fáa meira at vita um framsýningina á www.trade.fo. Menningarstovan Faroe Islands Trade Council 100.000 krónur til brekað børn VIÐMERKING Dupultspæl løgmans 22.-24. mars 2001 í Glasgow Fishing 2001 framsýningin Nr. 246 • hósdagur • 21. desember 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Vøkur sprund Umframt sterkar menn, verður eisini høvi at síggja vøkur sprund uppi á Hálsi STERK&VØKUR Jákup Mørk Sum nevnt aðrastaðni í hes- um síðum, so fara Regin Vágadal og Sámal Jóhannis Joensen at kappast uppi á Hálsi komandi hósdag. Umframt at kappast verður í styrki, so verður eisini ein onnur, og kanska eins spennandi kapping á skránni. Eingin steðgur Miss Galaxy eitur kapping- in, og her verða tað føroysk konufólk, sum fara at dyst- ast, og kappingin fevnir ikki bara um at síggja væl út. Kappingarnar hjá kvinn- unum fara fram meðan sterku menninir hvíla seg, og tí verður ikki talan um nakran langan steðg ímill- um kappingirnar. Nakað sum nógv annars hava funnist at fyrr. Í altjóða høpi Sum nevnt, so ræður ikki bert um at rigga væl í hesari kapping, men konufólkini mugu eisini vera kropsliga væl fyri. Tær báðar fyrstu kapp- ingarnar skulu sprundini ganga í ávíkavist kjóla og bikini, meðan seinasta kappingin er eitt slag av forðarenning, har tær skulu sveiggja seg eftir nøkrum rimum, klintra upp um veggir og grulva gjøgnum rør. Sum nakað heilt nýtt, fær vinnarin av hesari kapping møguleikan at sleppa út í heim at kappast. Miss Galaxy er nevnliga ein altjóða kapping, og vinnarin av kappingini í Føroyum fær høvi at lut- taka í bæði EM- og HM høpi, og verða hesar kapp- ingarnar í ávíkavist Barce- lona og Beijing. Regin Vágadal sigur, at talið á luttakarum væntandi fer at verða millum átta og 10. Talið var annars væl høgri, men tá tað kom fram, at tær eisini skuldu vísa seg í bikini, vóru fleiri, sum lupu frá, sigur Regin, sum annars ætlar, at kappingin skal verða afturvendandi. Sum nevnt, so verður kappingin í Ítróttahøllini á Háldi komandi hósdag kl. 20.00 Føroyingar móti heimsmeistarunum Um góða viku skulu sterkastu føroyingarnir royna seg móti heimsins sterkasta pari STYRKI Jákup Mørk Fólk tíma ikki longur at hyggja at, hvør verður før- oya sterkasti maður. Tað heldur Regin Vágadal í øll- um førum, og satt at siga, so man spenningurin um hesa kapping ikki vera so stórur longur, sum hann onkuntíð hevur verið. Tískil hevur Regin gjørt av, at hann ístaðin fyri at stríðast við teir sterkastu her heima, heldur fer at royna seg móti heimselit- uni, og fyri heimligu áskoð- ararnar verður talan um eitt spildurnýtt slag av kapping. Sámal verður við Talan er nevnliga ikki um eina kapping, sum líkist tí um Atlantsrisan, men um eina kapping, har luttakar- arnir kappast tveir og tveir. Regin hevur áður um- boða Føroyar í slíkum kappingum, men tá hevur tað verið í parti við onkrum útlenddskum íðkara. Sum nakað spildurnýtt verður tað nú ein føroying- ur, sum verður í parti við Regini, og hesin er helst tann einasti, sum her heima hevur givið Regini nakað av mótstøðu, nevnliga Sámal Johannis Joensen. Regin sigur, at teir báðir hava vant miðvíst í eina tíð, og á fleiri økjum hava teir betra munandi um avrik síni. Eitt nú vísir Regin á, at teir hava skorið nærum ein triðing av tíðini, tá teir hava roynt at koppa dekk. Móti heimsmeistarunum At fremja eitt gott avrik, verður eisini neyðugt, um teir báðir skulu gera sær nakrar vónir um at vinna kappingina, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Mótstøðumenn teirra koma úr Finnlandi, og sein- astu fýra árini hevur Finn- land eisini vunnið kapping- ina um at gerast heimsins sterkasta par. Annar parturin í sterka parinum kann í løtuni eisini rópa seg heimsins sterkasti einstaklingur, tí Janne Virt- anen vann kappingina í Suðurafrika, har Regin annars kom í finaluna. Aft- urat sær hevur Janne Jani Tolonen. Ætla sær uttanlands Spurdur, um samstarvið við Sámal Jóhannis er ætla sum ein varandi loysn, sigur Regin, at tað í øllum førum er ætlan teirra. Enn hava teir ikki boðað frá luttøku í nakrari aðrari kapping, men sjálvur vónar Regin, at hetta fer at bera til hjá teim- um. – Tað er eitt sindur keði- ligt, at man altíð er einsa- mallur á ferðunum, og tí hevði tað verið hugaligt, um vit vóru tveir, sigur Regin. – Úrslitini í parkapping- unum verða heldur ikki nóg góð, tá eg ongantíð eri í parti við tí sama. Eg havi onkuntíð verið við einum hollendingi onkuntíð við einum dana og onkra aðra ferð einum finnlendingini, og tá verður samspælið okkara millum ongantíð nóg gott. Kappingarnar Fyrsta royndin hjá teimum báðum verður so hósdagin, 28. januar, og tá verður kappast í fimm greinum. Fyrst skulu 30 sekkir við MBM fóðuri (1200 kg íalt) flytast í eini »loading- event«. Hetta verður gjørt soleiðis, at annar hvílir, meðan hin lastar, og so gera teir sjálvir av, nær teir skift- ast. Eftir hetta skulu teir í fel- ag halda einum 50 kg tung- um Sony-sjónvarpið í strektum armum, og tá ræð- ur sjálvandi um at halda so leingi, sum gjørligt. Í hesum sambandi kann nevnast, at í júst hesari kappingargrein hevur Sám- al Jóhannis vanliga verið sera sterkur. Triðja kappingin er tann vælkenda dekk-koppanin, har eitt stórt dekk skal koppast yvir ein ávísan tein. Her verður kappast í trimum umførum, og er vinnarin so tað liðið, sum vinnur tvey av hesum. Í næst seinastu kapping- ini ræður um at lyfta ein viðarbul upp um høvd so ofta sum gjørligt. Hvørt lið- ið hevur tríggjar minuttir at lyfta í, og eins og í fyrstu kappingini, er tað bert ann- ar parturin, sum lyftur í senn. Fyri áskoðararnar er seinasta kappingin kansk hin mest undirhaldandi. »Pool-push« eitur kapping- in, og pørini tá royna at kroysta hvønn annan úr einum avmerktum øki við hjálp av einum viðarbuli. Kappingin verður sum nevnt 28. desember, og lagt verður til brots kl. 20.00. Hildið verður so fram til allar greinarnar eru av, og verður hetta væntandi um- leið kl. 22.00. Tá Regin fer at kappast hósdagin, verður tað fyrstu ferð, at tveir føroyingar fara at royna seg saman í styrkiskapping GÍ styrkir álopspartin Pólverskur áleypari skal komandi árið gera álopið hjá gøtumonnum hvassari FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fyri stuttum skrivaðu vit, at gøtumenn hava gjørt avtalu við ein pólskan miðvallar- leikara. Ein av tí slagnum, sum kanska er komin nakað upp í árini, men hinvegin eisini ein leikari við drúgv- um royndum á bæði felags- og altjóða støði. Helst hava gøtumenn havt í umbúna at styrkja um annað og meira enn mið- vøllin. Í øllum førum er tað nú ein sannroynd, at tað verða tveir pólverjar mill- um leikararnar, sum kom- andi ár fara at stríðast um pláss á liðnum. Talan er umframt mið- vallaran, eisini um ein nýggjan áleypara, Marek Wegil. Hesin er 31 ára gam- al, og hevur í nógv ár verið í pólskum fótbólti, har hann hevur spælt í næstbestu deildini. Petur Holm, nevndarlim- ur í GÍ, sigur við Sosialin, at hesin spælaran kanska ikki tykist heilt so sterkur á pappírinum, men smb. keldunum hjá Gøtumonn- um er talan tó um ein leik- ara, sum ivaleyst kann styrkja um álopspartin. Víðari sigur Petur, at sátt- málin við leikaran fevnir um eitt ár, men at fyrstu vikurnar av hesum eru ætl- aðar sum royndartíð, so- leiðis at partarnir fyrst kunnu meta eitt sindur um hvønn annan.