hósdagur 21. desember 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 21. desember 2000
15
14
Nr. 246 - 21. desember 2000
Stuttsøga eftir Andreas Poulsen
(Dia) í Bø
Seint var á kvøldi. Tvey ung vóru á veg
millum býlingarnar. Duruta og Jóan,
sum nøvn teirra vóru, vóru komin at
verða góð hvørt við annað, hóast teirra
unga aldur. Men hvør kann siga, nær
ástin skal vakna? Tá hon kemur av sær
sjálvari, so er tað í lagi. Ástin er ofta
óstøðug hjá teimum ungu, men ikki so
sjaldan gjørdist fyrsta ungdómsástin
kærleiki fyri lívið, sjálvt um tey ungu
vórðu skild frá hvørjum øðrum.
“Hvat munnu foreldur tíni at siga, at vit
hittast?” spyr Jóan. “Hvat skulu tey
siga?” svaraði Duruta og tók um hond
hansara. “Tú ert bóndadóttur,” segði
Jóan. “Ja, tað eri eg; og tú ert
bóndasonur,” segði Duruta. “Faðir
eigur ikki so nógva jørð, sum faðir tín,
og mín partur verður helst lítil; vit eru
so nógv systkin,” segði Jóan. “Tað
kann vera, at faðir eigur meira av ogn
enn faðir tín, men eg eri ein genta, so
tað man fara at verða lítið í mín part.
Og vit eru eisini nøkur systkin. Vit
skulu ikki vera døpur, um vit onga jørð
eiga, eru vit góð hvørt við annað, skal
tað ivaleyst ganga. Tað gongur eisini
hjá teimum, sum onga jørð eiga, og
kanska tey eru lukkuligari, enn tey,
sum nógva jørð hava.” “Ja, vilt tú verða
mín og ein útróðrarmanskona, so verði
eg glaður. Men at hava hjallin á sjónum
er tiltikið.” Jóan segði ikki meira, men
hann visti, at bóndur vildu, at døtur
teirra giftust múgvandi bóndasynum.
Tað var tryggari og meira æruvert enn
bara at líta á sjógvin og so at vera
bønamaður hjá onkrum bónda.
Tey fylgdust til Norðastustovu, heim
Durutu. Áðrenn Duruta fór innar,
høvdu tey lovað hvørjum øðrum, at tey
altíð vildu elska hvørt annað. Hetta
komu tey eisini at halda. Men tey komu
at sanna, at kærleiki millum tvey, sum
ikki fáa loyvi at liva saman, er sárur, ja,
pínir tey, sum eiga hann. Lívið verður
ein byrða. Tú kanst látast at vera glaður
í løtum, men tað verður eingin sonn
gleði, tí altíð vil kærleikin til tann, tú
elskaði, koma fram í huga tínum. Tá
mást tú finna tær eitt stað, har tú kanst
verða í huganum saman við ástarvini
tínum, siga honum, at tú framvegis ert
góður við hann, spyrja, hvussu hann
hevur tað, um hann eisini er góður við
teg, siga, at tú ynskir, at hann og øll
hansara hava tað gott. Seinast fellur eitt
tár, eitt eymt kærleikans- men treiskt
tár. Og tá tú hevur oyst og tømt tína
ástarkeldu, kanst tú fara aftur til verka.
Duruta og Jóan komu saman, tað sum
eftir var av vetrinum. Og várið kom og
fór, men enn søgdu foreldur hennara
onki. Um tey onki vistu, ella onki vildu
siga, visti hon ikki. Tó vita tað, tað
máttu tey. Sovorðið duldist ikki.
Men so ein dag, meðan móðir og dóttir
vóru einsamallar í roykstovuni, bar
móðir hennara tað upp á mál við hana.
Hon segði, at sjálv setti hon seg ikki
ímóti, um hon vildi hava Jóan, men
helt, at hon var so ung enn. Hon hevði
tíðina fyri sær. Ein átti ikki at binda seg
so tíðliga. Men faðiri hennara dámdi
tað lítið. Ja, hann var beinleiðis illur.
Tað var hon, móðirin, sum hevði biðið
hann bíða við at siga nakað. Kanska
fóru tey ungu at broyta hugsan.
Duruta hugdi upp á móður sína:
“Nokta tit Jóani og mær at koma
saman, verður tað at skilja meg frá
tykkum. Eg eri góð við Jóan, og eg
komi ongantíð at elska nakran annan.”
“Bíða nú, lát ikki so í, tú ert ung enn.
Vit vilja tær alt tað besta. Lívið er ikki
bara dansur á rósum. Nakað krevst til
lívsins uppihald, og faðir tín heldur, at
Jóan er ov fátækur til gera teg
eydnuríka.” “Faðir og tú eiga almikið
til lívsins uppihald, men eru tit
eydnurík? Ert tú, móðir, lukkulig?” Nú
var Duruta ill. Hon næstan angraði tað,
hon hevði sagt. “Um eg eri lukkulig, ja,
tað veit eg ikki, hvat eg skal siga til.
Faðir tín hevur verið arbeiðssamur.
Hann hevur røkt garðin væl. Okkum
hevur ongantíð trotið nakað. Vit hava
verið mett og verið væl klødd. Faðir tín
er harðligur og bonskur av lyndi, tað er
hann. Men øll hava vit okkara av tí
góða og tí illa. Hann hevur kanska ikki
sýnt tykkum so nógvan kærleika, men
hann er góður við tykkum kortini.
Eingin livir av berum kærleika. Og eg
eri nøgd við lívið,” segði móðir
hennara. “Eg verði ikki nøgd við lívið,
um eg ongan kærleika fái, og ongan
kærleika fái givið. Eg vil elska mann
mín, og eg vil verða elskað av honum.”
Duruta segði onki meira, og móðir
hennara tagdi eisini. Hon hugsaði við
sær: “Er hetta Duruta, dóttir mín, sum
tosar so? Hon, sum er so ung. Tosar um
at elska, um kærleikan.” Hon mátti líta
at henni, har hon stóð við vindeygað.
Vøkur var hon. Ei undur í at drongirnir
fjeppaðust um hana.
Nú var hon álvarsom, men óð var hon
ikki longur. Men móðirin visti, at hon
goymdi tað, hon hevði sagt, í sinninum.
Og móðirin hugsaði víðari:”Var tað nú
satt, sum eg segði? Havi eg verið nøgd?
Havi eg ikki ofta ynskt, at Hanus sýndi
mær kærleika? og havi eg ikki sjálv
viljað sýnt honum kenslur mínar? Jú,
men hann legði líka í kenslur. Hann var
kaldur og kensluleysur frá fyrsta degi,
og so varð hon eisini kølnað. Børn
høvdu tey fingið, men tey kundi ein fáa
uttan tær heitu kenslur og kærleika.
Nú sá hon, hvussu skeivt, hon hevði
borið seg at. Hon hevði gift seg við
nøkrum merkrum av jørð. Samlívið við
mannin kom í aðru røð. Hon var eins
og Hanus. Garðurin og tað, tey áttu av
jaraðarognum kom fyrst. Hanus
hugsaði mest um, hvussu til stóð á
garðinum, um seyðin í haganum og
neytini í fjósinum. Sjálvandi skuldi alt
hetta gerast, men eitt var, at tað tók
nógva tíð at arbeiða, annað var eisini at
hugsa um tað, tá ein fríløta beyðst. Tey
høvdu eisini arbeiðsfólk, bæði
húskallar og arbeiðskonur, og tey vistu
sjálvi, hvussu arbeiðið skuldi gerast.
Nústaðni sá hon, hvussu tómt,
kærleiks- og gleðileyst hennara
hjúnarband hevði verið. Gleðin var, at
tey høvdu smíðað ein neytabás aftrat,
síðan tey tóku við garðinum, at
áseyðatalið helt sær støðugt og at
garðurin varð hildin í góðari røkt og tí
gav væl av sær.
Men hon sá nú, at hon hevði saknað
nakað, og nú hevði dóttir hennara víst
henni á, hvat tað var: Kærleikin millum
millum hjún; gleðin at geva og fáa.
Skuldi hon liva lívið umaftur, so skuldi
hon verið sum dóttirin. Hon skuldi valt
kærleikan fyrst.”
Nú vóru Hanus og húskallarnir komnir
í túnið. Teir talaðu lítið. Teir mundu
vera móðir og svangir av dagsins strevi
í bønum. Hon fór at geva teimum
nátturða. Niðurfaringatíð var, og ein
dagur kom væntandi aftur í morgin.
Tað ráddi um at vera hvíldur til dagsins
verk
Ein morgun hetta summarið rópti
grindaboð í Stóruvág, og hvør maður
fór í grind. Nú mátti hoyggj vera
hoyggj, ella mátti konufólkið einsamalt
taka sær av tí.
Í grind komu bátar allastaðnis frá.
Grindin var góð at fáa. Kom hon ikki,
so var mangan svangligt, serliga hjá
honum, sum onki átti á landi.
Aftaná drápið komu menninir inn í
húsini at fáa sær ein bita at eta og ein
drekkamunn. Vanliga varð farið har,
kennskapur ella slektskapur var. Eisini í
Norðastustovu komu grindamenn. Faðir
Durutu beyð teimum innar í stovuna,
síðan kom hann uttar aftur í
roykstovuna og bað konuna og dóttrina
geva teimum at eta.
Gestirnir vóru úr Norðfirði. Duruta var
biðin at borðreiða fyri teimum. Tað var
ikki sørt, at hon firnaðist fyri at gera
tað. Menninir vóru fremmandir. Hon
kendi ongan teirra.
Hon hevði hug at rodna, tá allir hesir
menninir hugdu at henni. Fleiri vóru
rættuliga ungir, og tað gjørdi tað ikki
betri.
Hon legði til merkis, at fleiri av
teimum yngru hugdu í so kannandi at
sær, og hon mátti viðganga, at hon nýtti
tað, tá hon einaferð var komin fyri seg.
Tað gjørdi nú onki, um ein sá onnur
fólk og serliga ung onkuntíð.
Tá grindamenninir høvdu fingið og
sitið eina løtu og prátað, fóru teir
avstað. Hanus beyð teimum at koma
inn aftur seinni, um teir høvdu hug.
Hesin dagurin gekk fyri tað mesta við
at borðreiða fyri grindafólki. Men
arbeiðið á garðinum mátti eisini gerast.
Um kvøldið komu faðir Durutu og ein
annar maður inn, og teir fóru í glas-
stovuna. Duruta kendi mannin aftur frá
fyrr um dagin. Hann var úr Norðfirði.
Hanus beyð manninum sess, fór eftir
fløsku og glasi og skonkti. Haraldur,
sum maðurin æt, var bóndi. Hevði 10
merkur í festi, so hann var vælamaður.
Hanus kundi vera errin at hava fingið
slíkan mann á gátt.
Teir drukku nøkur gløs, og brátt fóru
tey at gera sína ávirkan. Hanus reypaði
um sín garð, hvussu væl alt stóð til,
bæði við seyði og neytum. Haraldur
afturímóti segði frá sínum stóra garði.
10 merkur góðu nógvan seyð, og grasið
var til nógv neyt.
Teir vóru líkamenn, báðir av góðum
fólki, sum teir søgdu. Einaferð sigur
Haraldur: “Tú eigur døtur, og eg eigi
son, Trónd. Skulu vit ikki royna at fá
tey saman?” Hanus var kvikur at svara
aftur. Hetta kom væl við hjá honum.
Duruta, ja, hon skuldi tað verða. “Jú,
eg eigi døtur. Hvat líktist tær á hana,
sum borðreiddi fyri tykkum í dag?”
“Tað var hana eg hugsaði um. Hana,
haldi eg, Tróndur fegin vil hava.
Hvussu eitur hon?” spurdi Haraldur.
“Hon eitur Duruta,” svaraði Hanus. Og
legði hann aftrat: “Eg skal siga tær, at
eg verði fegin, um hetta kemur í lag.
Eg havi hoyrt, at hon skal hittast í
loyndum við ein drong hiðani úr
bygdini. Faðir hansara eigur ikki nógva
jørð, og fleiri eru børnini, so hann
verður fátækur maður. Til slíkan mann
lati eg ikki dóttur mína. Men hetta
unga tonkir onki um lívið. Heldur ikki
er hann av góðum fólki. Abbi hansara
tók ein deyðseyða einaferð. Virðið var
ikki nógv í honum, men hann átti hann
ikki, so hann skuldi latið hann ligið.”
Hetta helt Haraldur eisini. Báðir hildu,
at blandaði tú hvítt og svart saman,
varð úrslitið grátt. Best var, at hvítt og
hvítt komu saman. Við hesum meintu
teir við Durutu og Trónd. At
menniskjan øll var fallin í synd, og tí
ongin munur var, høvdu teir ikki fatað,
sjálvt um teir høvdu sitið fremst í
kirkjuni og harvið skuldu hoyrt best.
Ogn teirra var gáva frá Gudi, afturfyri
at teir og forfedrar teirra høvdu ført seg
væl millum manna. At teir róku rossini
í haganum inn í grannahagan úr egnum
haga, tá ongin sá, at teir søgdu seg at
eiga øll tey ómarkaðu lombini, ið komu
í rættina, um teir ikki kendu tey, og at
teir hildu, at markini á teirra stykkjum í
bønum máttu otast úteftir fyri ikki at
minkast, hildu teir vera sjálvsagt. Tað
ráddi at varða væl um tað, sum
Várharra hevði litið teimum til.
Duruta
»Og nú gekk hon her og fekk
at vita frá síni blaðungu dóttur,
at soleiðis ætlaði hon ikki
at liva lívið. Hon valdi mannin,
sum hon elskaði, og so skuldi
lívið laga seg hareftir, meðan
hon, móðir hennara, hevði
valt mannin, sum átti nógva jørð,
og so skuldi lívið laga
seg eftir tí.«
»Ognin gav teimum eisini
vald í bygdini. Fátækra-
maðurin visti, at hann stóð seg
best við at halda alt tað, sum
valdshararnir teir søgdu, um
tað var skrivað ella óskrivað
lóg í landinum.«
Hetta hildu Hanus og Haraldur vera í
lagi. Onkur mátti ráða úti í bygdunum.
Kongur og hansara menn kundu ikki
fylgja við, hvat fyrifórst úti um landið.
Og teir hildu seg vera næstar til tað.
Áðrenn teir skiltust, høvdu teir gjørt av,
at teir skuldu tosa við børn síni um
hjúnalag. Og brúdleypið skuldi verða
longu í vetur.
Ongin visti heldur, hvat kundi verða
burturúr millum Durutu og Jóan. Hvat
Duruta fór at siga til hetta, helt hann
seg vera føran at loysa.
Duruta og Jóan hittust ikki so ofta eftir,
at grindin var deyð. Faðirin legði meira
arbeiði á hana, so fríløtur vóru mest
sum ongar. Tó, onkuntíð kundi tað
henda, at tey sóust. Duruta og ein
arbeiðskona, sum æt Jóhanna, vóru
vinkonur. Hon bar boð millum Jóan og
Durutu, segði Jóani nær løgir vóru at
hittast, og hvar tað kundi vera. Hetta
gjørdi tað hóast alt meira spennandi.
Tey vistu ongantíð hvar ella nær tey
kundu hittast. Var veðrið ringt, so
hittust í sornhúsinum ella í onkrum
gróthúsi. Var gott veður, so kundi tað
vera úti onkustaðni. Jóhanna, sum sagt,
bar boðini ímillum; segði hvar
stevnumøtið skuldi vera.
Tað var óunniligt at fara niðan í
sornhúsið í óveðri og myrkri. Kanska
var Jóan ikki komin. Men tað var hann
oftast. Betri var, tá veðrið var gott, og
tey kundu hittast í bønum. Tá sást
mánin og stjørnurnar, og tá var ikki so
myrkt. Men hetta var spennandi at
sníkja seg til sornhúsið, fara inn, og so
var hann, hon elskaði, har og tók hana í
favn og kysti hana. Men hvat um tað
nú var onkur annar drongur, sum var í
sornhúsinum? Hon óttaðist tankan. Ella
at ganga niðan í bøin at hitta hann,
knappliga hómaðist eins skuggi har, og
tá var tað Jóan. Men hvat, um tað var
onkur annar? Jú, hetta var spennandi.
Hon var góð við Jóan. Og hon visti, at
hann eisini var góður við seg.
Ein dagin tíðliga um heystið rópti
Hanus Durutu innar í stovuna. Har
segði hann henni tað, sum Haraldur í
Norðfirði og hann høvdu avrátt í
grindini, sum hevði verið um
summarið. Nú vóru boð komin, at tað
var í lagi við hjúnalagi millum Trónd
og Durutu. Haraldur hevði tosað við
sonin, og tá Tróndur fekk at vita, hvør
Duruta var, samdist hann fegin við
faðirin um tað.
Hann hevði sæð Durutu, tá hann var í
Stóruvág í grind í summar, og ikki
fingið eyguni av henni, meðan hon
borðreiddi fyri teimum. At hon skuldi
bjóðast honum, helt hann næstan ikki
vera satt.
Hann mintist aftur á hana, har hon
gekk og stákaðist fyri teimum í
stovuni. Miðalstór, myrkhærd,
eygnabrýrnar vóru vakrar um hennara
livandi eygu. Hon var vøkur. Hann
hevði hugsað, hvussu tað hevði verið at
kyst hana, og nú skuldi hon verða kona
hansara. Tað kendist vónríkt.
Fyri Durutu varð hesin dagurin tann
ringasti í lívi hennara. Hon royndi at
tala ímóti faðiri sínum, segði, at hon
hevði annan drong, sum hon var góð
við. Hon kundi ikki giftast við nøkrum
øðrum. Tað var eisini skeivt at gera
móti Tróndi. Men faðirin var ikki at
tosa við. Hann helt fyri, at hon skuldi
vera glað og lukkulig at gerast
bóndakona í Norðfirði. Tað var mong
genta, sum øvundaði hana. At giftast
manni sum Jóani, var tað sama sum at
leypa beint í armóðina, og ikki kom
hon úr henni aftur. Vildi hon ganga
svong? Vildi hon, at hennara børn
skuldu verða merkt av fátækradømi?
Tað hevði hann ikki ætlað fyri síni
abbabørn, segði hann. Og Jóan fór hon
at gloyma skjótt. Tað var bara, tá ein
var ungur sum hon, at ein tonkti, at til
bar at liva av berum kærleika. Nei, tað
skuldi meira til lívið enn tað. Bað hana
gera seg til reiðar til brúdleypið. Tað
skuldi verða um jóltíðir. Tróndur kom
fyrsta dagin at vitja tey, og hon kundi
so fara við honum til Norðfirðar.
Nakað áðrenn brúdleypið skuldi vera,
komu tey, faðir og móðir. Systkin o.o. í
ættini skuldu koma í brúdleypið. Og
áðrenn Duruta fekk málið fyri seg, var
hann uttandura.
Duruta fór at gráta. “Hví var lívið so-
leiðis? Hví kundi hon sjálv ikki ráða
sær? Faðir segði, at hon var ov ung at
hava Jóan, hví var hon so nóg gomul at
giftast Tróndi? Var hon nóg gomul at
giftast, var hon so ikki nóg gomul at
ráða sær sjálvari?” Hon fór at hugsa
um Jóan. “Hvat mundi hann halda um
hana, at hon sveik hann fyri 10 merkur
í jørð. Á, góði Jóan, eg elski teg og
ongan annan. Men eg verði flutt við
valdi. Eg verði altíð tín í huganum.”
Hon hugsaði longu, sum at tey vóru
skild frá hvørjum øðrum. Hon visti, at
faðirin gekk ikki frá sínum. Hann var
kensluleysur, sum móðir hevði sagt.
Meðan Duruta var í hesari sváru løtu,
kom móðir hennara inn. Hon sá, at
Duruta hevði grátið. “Góða barnið,
hvussu veit við?” “Ja, tú veitst, at eg
havi tað ikki gott. At tit kunnu vera so
hørð! At flyta meg við valdi frá drongi
mínum, frá vinfólki, ætt, frá bygdini,
oynni og øllum tykkum. Hví eri eg ikki
ov ung til tað?” segði Duruta hørm.
Móðir hennara helt fyri, at hon var
uttan skyld í hesum. Hon hevði tosað
við faðir hennara, biðið hann bíða við
at lova hana burtur, men hann var ikki
at tosa við. Bað hana ikki verða líka
býtta sum Duruta. Tað var ikki á
hvørjum sinni, at tað stóð einum í boði
at fáa 10 markagarð til dóttur sína.
Duruta kom ikki út úr kamari sínum,
tað ið eftir var av degnum. Hon
hugsaði um lívið hjá sær, hvussu tað
hevði verið, og hvussu tað fór at verða.
Faðirin var kanska góður við hana.
Men hann hevði ongantíð sýnt henni,
systkjum og mammuni tað. Hann var
altíð í arbeiði. Var veður at vera úti, so
var hann bønum ella í haganum. Var
sjóveður, var hann á utróðri. Hann var
raskur, tað søgdu øll, men fólk søgdu
eisini, at hann leikaði so í, tí hann
fyltist ikki. Hann helt, at høvdu tey
kjøt, ull, mjólk og fisk, var tað nóg
mikið. At gráta, flenna og vísa aðrar
kenslur, var ikki fyri hann.
Seint um kvøldið kom Duruta uttar í
roykstovuna. Øll vóru tigandi og hugdu
ikki at henni, uttan Jóhanna. Hon hugdi
upp á hana og var syrgin. Hon sýndi
henni samkenslu. Tá Jóhanna fór í
fjósið at mjólka, fór Duruta aftaná.
líka síðan eg gekk til prest ella áðrenn
tað. Sjálvandi var tað í spæli í fyrstani,
men eg merkti, at Jóan eisini bar tokka
til mín. So longu í spælinum birtist
kærleikin okkara millum. Seinni er
hann vaksin til nakað størri. Ja, vit
hava lovað hvørt øðrum trúskap
gjørgnum alt lívið, og nú skilir faðir
okkum sundur. Kanst tú skilja, hvussu
eg havi tað? Eg svíki Jóan móti mínum
vilja.” “Jú, sjálvandi skilji eg teg. Eg
veit, at tú hevur tað ringt. Eg kann siga
tær, at Jóan hevur tað ikki betri. Hann
er í døpurhuga,” svaraði Jóhanna.
“Hevur tú sætt Jóan, og hvat segði
hann?” spurdi Duruta. “Eg tosaði við
hann í gjárkvøldið. Eg var niðri við
Garð. Á veg niðanaftur møtti eg
honum. Hann hevði verið her uttanfyri
og vitað, um hann sá teg.” “Hevði hann
tað? Eg sleppi ikki so langt, sum eg eri
long. Men bíða bara. Royn tú at finna
Jóan í dag og sig, at eg vil hitta hann í
kvøld við Lítlafoss. Eg skal royna at
finna uppá okkurt at vaska í ánni,”
segði Duruta. “Tað skal eg gera. Eg
fari inn til ommu eini ørindi, so tað
man fara at bera til,” svaraði Jóhanna.
“Takk skalt tú hava. Tað er gott at hava
eina vinkonu sum teg.” “Tað er onki at
takka fyri. Eg geri tað fegin.”
Jóhanna hugsaði um Durutu, tá hon fór
út úr fjósinum við mjólkini. Duruta var
eitt gott menniskja. Jóhonnu tykti synd
í henni, at faðirin skuldi taka ræði av
henni og gera av, hvønn drong hon
skuldi hava. Var tað ikki Duruta, sum
skuldi liva saman við honum. Hví
hevði jarðargóðs alt at siga hjá
summum? Í so máta var hon, Jóhanna,
betur fyri. Ongin segði henni, hvønn
drong hon skuldi hava ella ikki hava.
Hon ráddi sjálv fyri tí. Hon var eisini
góð við ein drong, sum hon visti eisini
var góður við seg. Men hon og Krisjan,
drongurin, vistu, at tey vóru fátæk og tí
ikki sluppu at giftast uttan treytir. Og
hesar treytir ætlaðu tey at lúka. Krisjan
var farin í aðra oyggj at tæna sum
húskallur, og hon var á
Norðastustovugarðinum av somu søk.
Tænastutíðin var 4 ár. Enn var skeiðið
ikki hálvrunnið, men ein var fátækur
og hevði lært at bíða í tolni. Tú fekst
ikki nakað fyri onki. Tú mátti stríðast
fyri tað, tú vildi hava, og hon var eisini
hugagóð til tað. Tey ríku høvdu tað
heldur ikki altíð so lætt sum eitt nú
Duruta. Hon stríddist fyri tí, sum hon
vildi hava í lívinum, men tað var eitt
stríð, sum hon fór at tapa, meðan hon
sjálv fór at vinna tað, sum hon hevði
sett sær fyri. Hon sá fram til tann dag,
tá Krisjan og hon skuldu deila borð og
song. Song, ja, hvussu mundi tað vera
at deila song við einum, ið ein ikki
elskaði? Hon kundi ikki hugsað sær at
farið í song við einum, hon ikki var
góð við og so ígjøgnum eitt heilt lív.
Tað mundi vera ræðuligt. Nei, hon
skuldi ikki øvunda nakran. Hon var
nøgd við lívið og síni foreldur, sum
høvdu lært hana at vera nøgda við ta
støðu, sum hon og tey vóru í. Gud var
yvir øllum, og hann var við teimum
fátæku eins og teimum ríku. Tað var at
finna sær eitt stað í tilveranini, har tú
vart tann, tú átti at vera: eitt menniskja,
sum ikki royndi at seta seg sjálvt høgt,
men livdi so fyri Gudi og menniskjum,
at tú hevði góða samvitsku.
Um kvøldið gjørdi Duruta seg til at
fara út í ánna at skola burtur úr einum
plaggi. Komin í ánna var Jóan har
beinanvegin. Hon hon segði honum,
hvat faðirin hevði gjørt. Hevði lovað
hana burtur. Og hann varð ikki at víkja
frá sínum. Hon hevði onki at siga, varð
ikki eftirspurd. Varð tvungin at giftast
einum manni, sum hon onki legði í.
“Eg elski bara teg, og eg komi
ongantíð at gloyma teg,” græt hon.
“Mín góði Jóan, kanst tú fyrigeva mær
hetta?” tók hon uppaftur. “Góða
Duruta, eg veit, at hetta hendir ikki við
tín góða vilja,” segði Jóan. “Jóhanna
hevur greitt mær frá støðuni. Men tað
er, sum eg havi sagt: Eg eri ov fátækur
til tín. Tað heldur faðir tín, um so tú
ikki heldur tað. Men eg fari ongantíð at
gloyma teg,” segði Jóan. “Eg fari
heldur aldri at gloyma teg. Lívið er
mær onki vert nú,” græt Duruta, meðan
»Faðirin helt seg gera væl ímóti
henni. Duruta kom at hava tað
gott í Norðfirði, bæði til matna
og klædna. Duruta dugdi ikki at
fata tað enn, so ung hon var.
Men hon kom at skilja tað
seinni, helt hann.«
»Tú veitst, hvørja ætlan faðir
hevur við mær,” segði hon. “Ja,
eg havi hoyrt tað, og eg havi
samkenslu við tær, tí eg veit, at
tú ert góð við Jóan, og kenni eg
teg rætt, verður tú ongantíð góð
við Trónd. Tú ert góð við Jóan
og kemur ikki at elska nakran
annan.” “Eg haldi, at tú hevur
rætt, eg komi ongantíð at elska
nakran uttan Jóan; eg eri bara so.
Eg eri ung, men Jóan og eg hava
borið tokka til hvørtannað,«
»Hanus hugsaði, at Duruta var
nakað ung, bara 18 ár. Men
hon hevði sjálv valt sær drong,
so hon mundi vera búgvin
til tað. Eisini helt hann tað
vera best at fáa hana í hjúnalag
so skjótt sum gjørligt. Slíkur
drongur sum Tróndur beyðst
ikki á hvørjum sinni.«