hósdagur 21. desember 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 246 - 21. desember 2000
Nr. 246 - 21. desember 2000
17
gult cyan magenta svart
www.sparikassin.fo
Út at stima á alnótini...
Nú er nýggja heimasíðan hjá Føroya Sparikassa
á netinum, og við at stima út á
finnur tú eitt góðadagaland av møguleikum og
upplýsingum.
Sethúsamarknaður, Gjaldoyrayvirlit og interaktivar
lániútrokningar eru bara nakrir av teimum nýggju
møguleikunum á
Føroya Sparikassi hevur tikið enn eitt stig inn í
framtíðina
www.sparikassin.fo
www.sparikassin.fo
www.
.fo
Lunkaðu jólarættirnir skulu
borðreiðast kókandi heitir,
og restin av matinum skal í
kuldaskáp sum skjótast.
Hetta eru boðini, um tú
ætlar at sleppa undan búk-
ilsku av bakteriu áðum í
hesum matmikla mánaði,
december.
Maturin er í hesum døg-
um høgt í metum og sera
týdningarmikið í skapanini
av hita og samanhaldi,
hugna og mentan. Men við
øllum er ein ranga. Bak-
terian! Latið ikki hesa smá-
veru spilla jólahaldini, jóla-
døgurðan og jólahugnan,
men fylgi nøkrum fáum
góðum ráðum í sambandi
við matgerð og goymslu.
Hitið matin væl og virði-
liga ígjøgnum
Ein lunkaður rættur skal
hitast væl og virðiliga
ígjøgnum, og borðreiðast
kókandi heitur. Hetta ger, at
møguligar
sjúkuelvandi
bakteriur verða dripnar.
Skal maturin hitast upp
aftur dagin eftir, seti hann
so í kuldaskápið beint eftir
lidna borðhaldið, og hiti
hann væl og virðiliga
ígjøgnum
aftur
áðrenn
næstu borðreiðing. Heitir
rættir eiga bert at verða
uppafturhitaðir eina ferð.
Matrestir í kuldaskáp
Allar matrestir skulu koyr-
ast í kuldaskáp við 5 stig
ella lægri skjótast gjørligt
aftaná eitt borðhald. Mat-
urin fær ein hita millum 20
stig og 40 stig, meðan hann
stendur á borðinum. Hettar
er besti vakstrarhiti hjá
bakterium. Er ætlanin at
nýta restirnar dagin eftir, so
koyri matin í kuldaskápið
sum skjótast.
Oftani
verður
matur
gjørdur dagin fyri, hann
skal etast. Í tílíkum førum
er tað týdningarmikið, at
bæði rættir, sum skulu
borðreiðast heitir, og tískil
fáa eina hitaviðgerð áðrenn
teir skulu etast, so sum
kjøtfrikadellur, livurposteig
o.a., og kaldir rættir, so
sum rísgreytur til rísala-
mande, sild, o.a. verða
koyrd í kuldaskáp við 5
stig, so skjótt teir eru lidnir
og dampurin er stilnaður av.
Ruddið kuldaskápið
Allar matvørur sum spillast
lætt, so sum kjøt, viðskeri,
døgurðarættir og aðrir rætt-
ir til kalda borðið, eiga altíð
at verða goymdir í kulda-
skápi við í mesta lagi 5 stig.
Nærum ongar bakteriur
vaksa við 5 stig ella lægri.
Maturin í kuldaskápinum
skal ikki liggja ov tætt, tí so
verður ov lítil luftringrás
ímillum vørurnar, og hitin
kann hækka. Fer hitin upp
um 5 stig, skal termostatur-
in regulerast, soleiðis at
hitin kemur niður aftur á 5
stig ella lægri.
Byrja jólafyrireikingar-
nar við at vaksa og rudda
upp í kuldaskápinim. Koyr-
ið tann matin aðrastaðni,
sum ikki krevur kulda-
skápshita, so sum heilkon-
servis, frukt, grønmeti, øl
og sodavatn.Hyggið eftir
goymsluforskriftunum
á
pakninginum á matvørun-
um.
Ávísar
matvørur
kunnu goymast við hægri
hita enn 5 stig, áðrenn tær
verða ásettar.
Ráður matur og matur
klárur at eta, skal haldast
væl atskildur
Tað er ógvuliga týdning-
armikið, at ráur matur ikki
kemur í samband við lidn-
an mat. Um bakteriur frá
ráðum kjøti, flogfenaði,
fiski, eggum o.ø. koma á
lidnan mat, kann ein gerast
sjúkur av lidnu rættunum,
hóast teir eru bæði væl hit-
aðir og køldir skjótt niður.
Best er at gera ein rætt í
senn, og vaksa hendur, íløt,
knívar og onnur amboð
hvørja ferð, skift verður
millum matsløgini. Soleið-
is slepst undan at spreiða
bakteriur við hondunum og
amboðum ímillum ymisku
matsløgini.
Vit ynskja tykkum øllum
eini gleðilig jól
Erla m. Jensen
Matvørudeildin
Jólamatur uttan
fylgjandi búkilsku
Føroyingar hava fiskað tun-
fisk í nøkur fá ár. Bátarnir
hava landað í Scrabster, og
síðani er fiskurin pakkaður
í serstakar flúgvieskjur.
Síðani hevur Skipafelagið
Føroyar
tikið
sær
av
flutninginum loftvegis um
London til Tokyo í Japan.
Tunfiskur er dýrur fiskur
og kann koma upp í heilar
200 til 300 kr. pr. kg feskur.
Týsdagin landaði Leitis-
steinur sjey tons av tunfisk
og 15 tons av hávi. Tað er
felagið, Thor sum er útflyt-
ari av tunfiskinum. Fiskur-
in er ikki fiskaður av før-
oyskari kvotu. Talan er um
frystan tunfisk, men hann
hevur tó næstan líka góðan
prís sum feskur tunfiskur.
Grundin er tann, at fiskurin
er snarfrystur niður á –60
gradir, afturímóti vanligari
frysting, sum er ímillum
–18 og –28 gradir.
Fyrstu ferð tunfiskur er landaður í Føroyum
Eykaarbeiði og orka skal
til at halda temperaturinum
niðri á heilum –60 gradum.
Fiskurin verður sendur við
heilt speciellum bingjum,
kallaðar Super Freezers.
Fyri at fiskurin ikki skal
missa kuldan undir land-
ingini, verður bingjan, sum
fiskurin skal sendast við,
sett saman við eina »stuffi«
bingju við hol á takinum,
sum víst á myndini. Tem-
peratururin verður kann-
aður tvær ferðir um dagin,
og trýggjir kuldamálarar
verða settir inn í bingjuna.
Fiskurin verður sendur
við Skipafelagnum Føroyar
og fer síðani víðari við
Maersk til Tokyo. Um ein
mánað verður hesin fisk-
urin seldur á fiskauppisølu
í Tokyo og helst etin sum
sushi.
»Leitisteinur« hjá felagnum
Thor landar tunfisk við
bryggjuna hjá Skipafelagnum
hon hekk um hálsin á Jóani.
Løtu seinni skiltust hesi bæði ungu,
sum høvdu droymt fagrar dreymar um
vónríka tíð saman í kærleika, kærleika,
sum tey høvdu givið hvørjum øðrum í
fyrstu ungdómstíð síni. Hesin kærleiki
varð nú slitin av jarðargrískum,
bonskum menniskjum, og mátti tí geva
sár, sár, sum seint lektist og altíð fór at
bera greflig arr.
Brúdleypið var um veturin í Norðfirði.
Nakað av fólki var úr Stóruvág, ætt og
kenningar hjá Durutu. Jóhanna var
nakrar dagar undan farin til Norðfirðar.
Duruta hevði biðið hana komið við sær.
Jóhanna var í Norðfirði til eftir
brúdleypið.
Um brúdleypið siga vit onki og enn
minni um brúdleypsnáttina hjá teimum
báðum. Duruta hevði sagt Tróndi, at
hon var góð við annan mann, og hon
kundi ongan annan elska. At hon hevði
sagt ja, til at verða kona hansara, var tí,
at hon varð noydd til tað av faðiri
sínum. Nú varð hon vígd at vera kona
hansara, og tað skuldi hon royna at
vera, men tað kom at verða uttan
kærleika, tí hjarta hennara var eftir hjá
dronginum í Yndisoynni. Soleiðis
byrjaði hjúnalag teirra.
Nú vóru liðin nøkur ár. Duruta og
Tróndur høvdu fingið børn. Duruta helt
húsarbeiðið og alt, ið hoyrdi til hennara
starv sum matmóður á garðinum í besta
standi. Hon dugdi væl at fara við
arbeiðsfólki. Tey gjørdu tað, tey skuldu,
uttan at hon álegði teimum tað.
Tróndur var eisini raskur maður, sum
dugdi at fara væl við arbeiðsfólkinum.
Bæði vóru tey góð við síni børn, men
tað var sum tey ikki kundu gleðast
saman um tey. Sýndi hann børnunum
kærleika, so helt hon seg burtur frá
teimum, og sýndi hon teimum alsk, og
hann kom til, rímdi hon frá teimum.
Hetta kom av, at hjúnalagið varð bygt á
skeivum grundarlagi uttan kærleika
millum hjúnini.
Ein dagin rópaði grindaboð í Stóruvág.
Boðini komu úr Norðfirði. Nakrir bátar
fóru í grind. Jóan var við einum av
bátunum. Tað gekk væl at reka
grindina, men við drápinum gekk tað
meira seint. Hon varð hildin til fleiri
ferðir. Tað gekk tað mesta av degnum,
áðrenn alt varð dripið, og tá var hvør
maður móður og svangur.
Grindamenninir vórðu allir bodnir í
húsini. Stóruvágsmenn vórðu allir
bodnir inn í Hólar, heim Durutu og
Tróndar. Tróndur var blíður við
bygdarmenninar hjá konu síni.
Menninir takkaðu og fóru niðan í
Hólar. Duruta var blíð og beyð teimum
innar. Inngongdin var í neðra og trappa
uppá. Heldur myrkligt durunum, og
áðrenn Durutu vardi, stóð Jóan
framman fyri henni og tók í hond
hennara og bað góðan dag. Hon kvakk
við. Kendi hvussu hjarta hennara fór at
sláa, men skjótt fekk hon tamarhald á
sær.”Góðan dagin,” segði hon. Ikki
fekk hon sagt meira. Fólkið trokaði á,
men Jóan helt seg síggja, at hon var
fegin at síggja seg. Hon sá á eygum
hennara, at hon var hansara hóast
langan skilnað. “Um hann bara kundi
fevnt hana. Nei, hann kundi ikki tonkja
so, hon var gift øðrum manni, og onki
gjørdist við tað.
Menninir vórðu bodnir innar í stovuna,
har borðreitt varð fyri teimum. Hon
stákaðist mest í roykstovuni, meðan ein
genta bar innar í stovuna. Tróndur bað
Durutu verða blíða við menninar og
geva teimum nógv at eta og drekka.
Men tað var óneyðugt. Duruta visti,
hvat hon skuldi sýna bygdarmonnum
sínum av blíðskapi. Men Tróndur segði
hetta mest sum eina umbering fyri seg,
tí hann mátti fara av stað aftur. Hann
var grindaformaður og hevði tí nógv
um at vera.
Umsíðir fóru menninir at gera seg til at
fara avstað aftur. Teir takkaðu Durutu
fyri blíðskapin og fóru aftur í
grindavásið, men nú vóru teir mettir og
í góðum hýri. Seinastur í durunum var
Jóan. Hann tók um hond hennara og
takkaði fyri seg. “Tað var gott at síggja
teg,” segði hann. “Ja, í líka máta, tað
var gott at síggja teg,” segði hon.
“Kemur tú ikki niðan aftur í kvøld? Tú
ert tann sami fyri meg enn sum áður,”
segði hon og kysti hann. Ongin sá tey,
tí hinir høvdu skund og vóru farnir.
“Jú, eg komi kanska, um tað liggur
fyri,” segði hann og hugdi í eygu
hennara og sá tað, hann vildi síggja:
kærleika hennara til sín. “Jú, eg komi,”
tók hann uppaftur og lat klinkuna aftur.
Tá ið menninir fóru úr Hólum, fóru teir
í dansin. Har var nógv fólk saman
komið. Øll høvdu tey ymsik mál í síni
ætlan. Tó var tað onkur, sum ikki visti
av, at hann var komin í dansistovuna.
Av ótta fyri at fáa ov lítið at drekka og
harvið ikki verða nóg fullur, hevði
hesin tikið til sín í so stórum, at grindin
helst hevði tikið við salti, áðrenn hann
kom fyri seg aftur.
Eldru menninir vóru mest komnir at
dansa og kvøða saman við øðrum
fremmandafólki. Teir livdu seg inn í
kvæðið. Grindadrápið hevði øst teir
upp. Teir høvdu fingið nógv blóð at
flóta í dag, og meðan teir kvóðu
ímyndaðu teir sær, at tað vóru teir, sum
høvdu svørðið í hond og riðu í bardaga
og høgdu niður frá hond. Blóðið fleyt
út um vøllin, og mannfallið var stórt.
Sjálvir mistu teir ongan mann, einans
hest og okkurt svørðið. Men tá kvæðið
var at enda komið, var onki blóð á
gólvinum. Hesturin mundi vera
áttamannafarið í Hólum. Svørðini vóru
nøkur vákn, ið brotnaðu í drápinum.
Tey ungu komu fyri at hitta onnur ung.
Nógv teirra høvdu ikki hitst áður. Tey
fingu hug á hvørt øðrum. Summi
gjørdust góð fyri lívið.
Jóan hevði ikki ró á sær. Hann sá fyri
sær eyguni á Durutu, har hon stóð í
durunum. Skuldi hann fara niðan í
Hólar? Onkur beyð honum at drekka,
men tað hugaði honum lítið. Skuldi
hann hitta Durutu, vildi hann ikki vera
drukkin. Tá ið komið varð ímóti
midnátt, fór hann úr dansinum. Hann
fór burtur frá fólki, fann sær eina leið,
har onki fólk var. Tá ið hann nærkaðist
Hólum, gekk hann heldur spakuliga.
Kannaði um nakar sá seg, men har var
kvirt allastaðni.
Ljós var í roykstovuni, tað sá hann.
Roykstovuvindeygað vendi niðaneftir,
og jarðarmunur var, har húsini stóðu,
so hann sá inn í roykstovuna. Har var
ongin inni. Men inni mundi Duruta
vera, kanska einsamøll. Hann mátti inn.
Hon hevði eisini biðið hann koma.
Hann fór innar í durin, gekk spakuliga
upp trappurnar, bankaði uppá. Tá ongin
svaraði, tók hann í klinkubandið og læt
upp. Nei, ongin var inni. Men so fór
stovuhurðin upp, og Duruta stóð ímill-
um klovastavirnar. “Kom innar í stov-
una,” segði hon. “Eg vónaði, at tú fórt
at koma,” legði hon aftrat. “Ja, eg mátti
koma at hitta teg,” segði hann. Duruta
sløkti lampuna, tók í hond hansara,
leiddi hann gjøgnum stovuna innar í
kamarið, har sum hjúnini svóvu. Har
vóru tvær sengur. Onnur var til børnini.
Jóan gekk fram at songini og hugdi at
børnunum. Tey svóvu trygt. Eitt hevði
koyrt dýnuna av sær. Duruta kom yvir
til hansara. Saman stóðu tey eina løtu
tigandi og hugdu at børnunum.
Táið Jóan var farin út aftur gjøgnum
bakdyrnar seinni um náttina, lá Duruta
og hugsaði. Her hevði hon ligið saman
við manni, hon ikki var gift við, meðan
Tróndur, maður hennara, lá úti og
stríddist við at fáa grindina til høldar.
Hon hevði brotið lyftið, hon hevði
givið Tróndi fyri Gudi og monnum.
Men hon hevði ongar skuldarkenslur.
Gud mundi skilja hana og fyrigeva
henni. Væl hevði Gud sagt, at hon
skuldi vera manni sínum undirgivin,
men hon varð noydd at manni sínum.
Hevði Gud sagt tað, at ein onki hevði
at siga í so stórum máli sum at velja
mann sín? Hon var vaksin og vildi ráða
sjálv fyri, hvørjum hon skuldi giftast
við. Tað áttu foreldrini ikki at ráða fyri.
Og hvussu stóð skrivað í Halgubók?
Bleiv Rebekka ikki spurd, um hon vildi
verða kona Ísaks? Jú, tað var hon.
Rebekka fylgdi við av fríum vilja.
Tá Jóan ikki møtti til at skera upp,
ilskaðust teir yngru grindamenninir;
spurdu hvar Jóan mundi vera. Teir
høvdu sæð hann í dansinum. Mundi
hann hava funnið sær gentu og lat teir
skera upp einsamallar, meðan hann
fjasaðist við konufólk. Teir eldru
menninir harkaðu, hugdu upp á
hvønnannan, tagdu. Ikki var vert at
siga ov nógv. Men teir kendu støðuna.
Duruta kom ongantíð aftur í føðioyggj
sína, Yndisoynna.
»Tróndur var góður við Durutu.
Hann royndi at gera alt tað
góða, hann kundi fyri hana,
men hon broyttist ikki; hon var
altíð líka køld ímóti honum.
Hann kundi ikki vinna hennara
kærleika, og tað var ikki sørt,
hann øvundaði manninum í
Yndisoynni,
sum átti hennara hjarta.«
»Men so tók hon aftur í hond
hansara, gekk yvir at songini hjá
hjúnunum. Løtu seinni gav hon
seg til Jóan. Gav seg við likami
og sinni. Hon hon visti, at hetta
var bæði fyrstu og einastu ferð,
at hon og Jóan komu at vera í
song saman, og hon vildi njóta
løtuna við tí manni, sum hon
hevði elskað. Hon vildi geva
honum alt og soleiðis sýna
honum, at hon framvegis
elskaði hann.«
Vegna tess, at peningur er
eftir at søkja fyri ár 2001,
verður freistin longd til 16.
februar 2001.
Norðurlendska tænastu-
mannaumbýtisskipanin
ger tað møguligt hjá
starvsfólk í landsfyrisit-
ingini at fara til eitt av
norðurlondunum at ar-
beiða í eina tíð.
Stuðul verður veittur til
at gjalda ferða- og uppi-
haldsútreiðslur hjá luttak-
ara.
Endamálið við skipanini
er at fremja norðurlendskt
samstarv og geva luttak-
arunum
kunnleika
til
m.a.fyrisiting og lóggávu í
hinum norðurlondunum.
Føroyar hava fyri ár
2001 fingið tillutað kr.
61.000,-. at nýta til hesa
skipan.
Umsóknarfreistin er 16.
februar 2001. Umsóknir,
sum koma inn aftaná hesa
dagfesting, verða bert
viðgjørdar, um peningur er
tøkur.
Nærri upplýsingar um
skipanina fáast við at
venda sær til Løgmans-
skrivstovuna — nýskip-
anardeildina og fáast eisini
við at fara á heimasíðuna
hjá Nordisk Ministerråd.
http: //www.norden.org
og hyggja undir
Støtteordninger og
Nordisk
utbytestjänstgöring
Løgmansskrivstovan
Tórshavn 18-12-00
Norðurlendska tænastumannaumbýti
Freistin er longd til 16. februar