hósdagur 21. desember 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 21. desember 2000
19
18
Nr. 246 - 21. desember 2000
Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru málsøki
viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frí-tíðarvirksemi.
Føroya Landsskjalasavn er stovnur undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Skrivstova v.m. er í V.U. Hammarshaimbsgøtu 24 í
Tórshavn.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Mentamáladeildin
Av tí at ov fáar umsóknir komu inn til starvið sum lands-
skjalavørður verður starvið sum landsskjalavørður enn
einaferð lýst leyst at søkja.Tann,ið sett/ur verður,byrjar
í starvinum 1.mars 2001.
Uppgávur
Høvuðsuppgávan hjá landsskjalavørðinum er at vera
stjóri í Føroya Landsskjalasavni, sum er stovnur undir
Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og hevur til
endamáls:
• at tryggja varðveitingina av savnindum (skjølum), ið
hava søguligt virði og/ella hava fyrisitingarligan og
rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar,
• at gera tað møguligt at vraka savnindi, ið ikki eiga at
verða varðveitt,
• at vera ráðgevandi hjá myndugleikum í journal- og
arkivspurningum,
• at umsita arkivavtaluna millum landsstýrið og
danska statin,
• at hava savnindi tøk hjá myndugleikum og almenn-
ingi,
• at veita granskarum og almenningi ráðgeving og
savnstænastur
• at inna gransking í tilknýti til søvnini
Faklig førleikakrøv
Sett verður sum krav, at umsøkjari, fyri at verða settur í
starv, hevur lokna akademiska útbúgving í søgufrøði
frá lærdum háskúla á cand.phil.-, cand.mag.-, mag.art-,
ella doktarastigi. Harumframt verður sett sum krav, at
umsøkjarar hava leiðsluroyndir og kunnleika til
savnsarbeiði og at arbeiða við skjølum. Granskingar-
royndir innan søgulig vísindi eru ein fyrimunur.Tann,ið
sett/ur verður í starvið sum landsskjalavørður, má
góðtaka broytingar í setanar- og starvsviðurskiftum
sínum í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar á
savnsøkinum
Persónlig førleikakrøv
Umsøkjari skal hava leiðsluførleika og -evni, góð sam-
starvsevni, vera ágrýtin, tænastuhugaður, miðvísur og
kunna arbeiða sjálvstøðugt – og vera til reiðar at royna
nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar skulu hava góðan
kunnleika til føroyskt mál.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Magistarafelag Føroya.
Vit kunnu bjóða
Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum
og samstarvi við aðrar stovnar og myndugleikar.
Nærri upplýsingar um starvið
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband Petur Petersen,
aðalstjóra, ella Jákup Thorsteinsson (tel. 355050) fyri at
fáa meira at vita um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum o.ø. skjølum,
upplýsingum um leiðslu- og granskingarroyndir v.m.
skulu vera Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2001 – og
sendast til
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 – 110 Tórshavn
Telefon 355050 – Fax 355056
e-postur: UMMS@UMMS.fo
Endurlýsing
Landsskjalavørður
Laboratoriið í Tórshavn
er stongt 22.-27.-28.-29.desember
Laboratoriið í Runavík
er stongt 2.januar 2001
Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Skrivstovan er stongd frá og við 23. desember.
Letur upp aftur 3.januar.
Nevndin
Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Uppskot til viðgerðar á komandi aðalfundi felag-
sins skulu vera formanninum í hendi í seinasta
lagi 15.januar.
Nevndin
Kiosk til sølu
Um hóskandi boð fæst, er kiosk í Havn til sølu.
Kann yvirtakast í januar.
Áhugað kunnu skriva til:
Sosialurin,
Box 76,
110 Tórshavn,
Bill.mrk.242
Sjúkrasystir til
føðideildina
Á A2 er starv sum sjúkrasystir á starvsbrøki 0,8 í
blandaðum vaktum leyst at søkja til setan 1.mars
2001 ella skjótast gjørligt.
Føðideildin hevur pláss til 16 barnakonur um-
framt neonatala økið. Deildin er ein áhugaverd
deild við nógvum avbjóðingum og góðari upp-
læring. Á deildini eru royndir og fakliga virknir
starvsfelagar. Tann, sum verður settur í starv,
hevur góðar møguleikar fyri at mennast bæði
persónliga og fakliga.
Krøv til umsøkjaran:
• áhuga fyri sjúkrarøkt í obstretrik og neonatal
• roynist væl fakliga og miðvíst góðsku-
mennandi
• góð samstarvsevni
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum verður at senda til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2,100 Tórshavn
Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í
samband við deildarsjúkrasystrina Anna Jacob-
sen á tlf 31 35 40 lokal 167 ella Cecilia Vestureið,
yvirsjúkrasystir á lokal 127.
Umsóknarfreist:4 januar 2000,kl.12.00
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Reingerðarfólk
Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir reingerðar-
fólki.
Arbeiðið er roknað at taka umleið 12 tímar um
vikuna.
P/F Poul Michelsen
Komandi árini verða
gjørdar íløgur at
menna oljuøkið mill-
um Hetland og Før-
oyar fyri millum 10
og 20 milliardir krón-
ur
Atlantmótið og olja
Jan Müller
Bretski orkumálaráðharrin
Hellen Liddell hevur givið
grønt ljós fyri einum risa-
stórum íløgupakka í olju-
vinnuna um okkara leiðir.
Talan er um ikki færri enn
13 milliardir krónur, sum
komandi
árini
skulu
brúkast í verkætlanum á At-
lantsmótinum og eystan
fyri Hetland og Skotland.
Haraftrat koma aðrar milli-
ardaíløgur, sum eitt nú BP
fer at nýggjum oljufeltum
og á oljuterminalinum í
Hetlandi
Mest áhugaverda verkæt-
lanin fyri okkum føroying-
ar man vera avgerðin at
leggja eina gassrørleiðing á
havsins botn frá Foinaven
og Schiehallion oljufeltu-
num skamt frá føroyska
markinum,
víðari
til
Sullom Voe oljuterminalin í
Hetlandi og higani til
oljufeltið Magnus, sum
liggur nakað norðan fyri
Hetland.
Hetta
verður
fyrsta stigið til at byggja
upp ein infrastruktur á olju-
leiðunum vestan fyri Het-
land. Endamálið við hesi
verkætlanini er at gera
nýtslu av øllum avlopsgass-
inum frá Foinaven og Schi-
ehallion oljukeldunum, í-
staðin fyri at lata tað fara út
í tóma luft ella koyra tað
niðuraftur í goymslurnar.
Harvið minkar tú um dálk-
ingina. Men vinnuliga sæð
fær tú nú brúkt gassið til at
longja um livitíðina hjá
Magnus
oljufeltinum
í
Norðsjónum. Gassið frá
teimum báðum feltunum á
Atlantsmótinum
verður
sprænt niður í undirgrund-
ina á Magnus feltinum til
tess at trýsta størri nøgdir
av olju upp. Henda manna-
gongdin skal longja livitíð-
ina hjá Magnus við nógv-
um árum.
Fyri føroyingar hevur
henda verkætlanin eisini
stóran áhuga. Tí verður
gass funnið á føroyskum
øki nær við bretsku feltini,
er ikki óhugsandi, at fram-
tíðar samstarvið millum
Føroyar og Bretland á olju-
økinum kann hava við sær,
at føroysk gassfelt kunnu
knýtast í rørleiðingar, sum
tá longu liggja tætt við
markið. Hetta kann t.d. fáa
sera stóran týdning fyri eitt
olju- og gassfelt, sum
liggur bæði føroysku og
bretsku megin markið.
Hinar íløgurnar, sum
skulu gerast í skotsku olju-
vinnuni, eru á leiðunum í
Norðsjónum. Talan verður
annars um at varðveita og
fáa nýggj arbeiðspláss til
alt økið, tilsamans 2500 ar-
beiðspláss.
Herfyri boðaði BP annars
frá, at tað ætlar at brúkar 1
til 2 milliardir krónur til at
menna oljuterminalin í
Sullom Voe í Hetlandi. Ætl-
andi skulu innflytast meira
enn 500 arbeiðarar til Sull-
om Voe fyri at gera hetta ar-
beiðið. Annars hava mynd-
ugleikarnir í Hetlandi borið
ótta fyri, at virksemi í
størsta oljuterminalinum í
Europa fór at minka enn
meira, nú so fá nýggj fund
eru gjørd á eitt nú Atlants-
mótinum. Tað vísir seg nú,
at einki grundarlag er fyri
hesum ótta longur, tvørturí-
móti ætla BP og onnur olj-
ufeløg nú at útbyggja og
nútímansgera oljuterminal-
in. Hetta er so eisini nakað,
sum kann fáa týdning fyri
eina komandi føroyska
oljuvinnu. Í hesum sam-
bandi verður nú eisini tosað
um at leggja eina rørleiðing
frá komandi framleiðsluni á
Clair feltinum til Sullom
Voe. Tá hann er vorðin
veruleiki vilja so vera tvær
rørleiðingar sum føra gass
og olju frá oljufeltum nær
okkara leitiøki til lands í
Hetlandi. Tað skapar heilt
vist perspektiv fyri eina
komandi oljuleiting á før-
oyska landgrunninum ei-
sini. Og tað er greitt, at nú
oljuleiting skal í gongd við
Føroyar og ein komandi út-
bjóðing
stendur
fyri
framman í breskum øki
nærhendis okkara leiðum,
so vil hetta uttan iva vera
við til at seta fokus á
Atlantsmótið og harvið lata
upp fyri stórum framtíðar í-
løgum í øllum hesum
økinum.
Stóríløgur í olju-
vinnu á Atlants-
mótinum
Tíðindaskriv
Føroyar hava nú fingið
sítt fyrsta portur út í heim
á internetinum.
Tað er teldufyritøkan
VIT sp/f sum hevur gjørt
ein sonevndan portal,
sum er ætlaður útlend-
ingum, sum vilja finna
upplýsingar um Føroyar
á internetinum.
VIT hevur framman-
undan føroyska portalin
in.fo, og faroeweb.com
byggir á somu tøkni sum
in.fo.
Portalurin er lættur at
brúka, bæði hjá teimum
sum leita, og hjá teimum
sum vilja verða funnin.
Umframt at vera yvirlit
yvir føroyskar heimasíð-
ur, sum venda sær út um
landoddarnar, hevur far-
oeweb.com eisini tíðindi
úr Føroyum á enskum.
- Vit halda, at eitt slíkt
føroyskt portur á neti-
num hevur manglað. Eitt
samlað yvirlit yvir før-
oyskar heimasíður, sum
venda sær út í heimin,
lættir um hjá brúkaru-
num. Og at áhugi er fyri
síðuni, og ensku tíðindu-
num úr Føroyum, bera
vitjanirnar á síðuni eisini
boð um, sigur Óli Olsen,
stjóri í VIT í tíðinda-
skrivi.
Týsdagin 28-11-00 var á-
hugaverdur fyrilestur á Ho-
tel Hafnia, sum Gransking-
ardepilin fyri økismenning
og Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna skipaðu fyri
Týsdagin 28. november
var áhugaverdur fyrilestur á
Hotel Hafnia, sum Gransk-
ingardepilin fyri økismenn-
ing og Fiskivinnuskúlin í
Vestmanna skipaðu fyri,
skrivar Vinnuhúsið.
Norðmaðurin Arne Tun-
heim greiddi áhoyrarunum
frá áhugaverdu verkætlan-
ini »Fisken, båten og hav-
et«, sum skúlarnir, komm-
unurnar og fiskivinnan í
Ålesundøkinum
standa
fyri. Verkætlanin hevur til
endamáls at læra børn og
ung, sum ganga í skúla
hvat, sum rørir seg í fiski-
og alivinnuni á sjógvi og á
landi.
Økingin tvífaldast
Norski granskingarstovnur-
in SINTEF hevur í eini
kanning fyrr í ár, víst á, at í
2030 verða inntøkurnar frá
norsku fiskivinnuni dubult
so stórar sum inntøkurnar
frá norsku oljuvinnuni eru í
dag. Henda niðurstøða frá
SINTEF hevur verið við til
at styrkt tilvitanina millum
norskar politikkarar, vinnu
og fólk flest um týdningin
av rekruttering av væl út-
búgnum fólki til fiski- og
alivinnuna.
Boðskapurin hjá Arna
Tunheim er greiður, hann
sigur at skulu virðini, sum
SINTEF spáar liggja í
fiski- og alivinnuni, koma
til sættis í norska sam-
felagnum er neyðugt, at
dentur verður lagdur á at
vísa teimum, sum skjótt
skulu velja hvørja útbúgv-
ing og lívsleið tey skulu
taka, at í fiskivinnuni eru
møguleikar. Norðmaðurin
væntar, at búskaparligarligi
vøksturin í fiski og ali-
vinnuni fyrst og fremst fer
at koma av tí at vinnan betri
verður før fyri at gagnnýta
tann partinum av tilfeingi-
num, sum ikki verður gagn-
nýtt í dag. Fyri at kunna
gera hetta, er neyðugt við
útbúgnum
fólki
innan
búskap, biotøkni, marknað-
arføring og so framvegis.
Við at vísa skúlabørnum
hvat fiskivinnan hevur at
bjóða og geva teimum frá-
læru um vinnuna so vilja
størri partur av teimum
ungu velja sær lívsleið inn-
an vinnuna. Tað vil við
øðrum orðum siga, at rekr-
utteringin av arbeiðsfólki
til fiski- og alivinnuna nú
byrjar longu í barnaáru-
num. Hetta er allarhelst
neyðugt tí børnini nútíðar
samfelagnum eru fjar frá tí
samfelagi famiijan livur av
og í. Ein onnur týdningar-
mikil orsøk til at vísa ung-
dóminum fiski- og alivinn-
una er at geva komandi ætt-
arliðum vitan um fiski- og
alivinnuna eisini teimum,
sum ikki kundu hugsa sær
at havt sítt framtíðar yrki
innan vinnuna. Hetta tíð at
tey sum framtíðarborgarar
og starvsfólk í einum landi
sum í stóran mun livir av
fiski- og alivinnuna koma
at skilja vinnuna og hvørji
viðurskifti
gera
seg
galdandi í henni.
Í fjórða flokki
Verkætlanin
byrjar
við
børnum í fjórða flokki.
Flokkurin ger avtalu við ein
bát, sum tey samskifta við
via satelitt einaferð um vik-
una. Skiparin sigur børnum
hvar hann er staddur,
hvussu fiskiskapurin er,
hvat fiska verður, hvønn
prís tei vænta o.s.v. Børnini
plotta upplýsingarnar um
fiskileiðina inn í eitt kort
sum hongur í skúlastovuni
og hinar upplýsingarnar
brúka børnini at rokna út
hvat báturin fær burturúr
túrinum ol.
Í sætta flokki eru børnini
í 2 vikur og arbeiða úti í
fiski- og alivinnuni. Í sam-
starvi við skúlan hava
virkini funni fram til ar-
beiðsuppgávur,
sum
børnini kunnu gera á virkj-
unum. Í áttinda flokki
skriva børnini eina frá-
greiðing um vinnuvirksemi
á staðnum og í tígginda
flokki gera tey eina inter-
aktiva framløgu av onkrum
virki á staðnum. Frágreið-
ingarnar og fløgan við
framløguni um vinnuna
verða síðani brúkt sum
undirvísingartilfar til kom-
andi flokkar.
Eftir fyrilesturin týsdagin
tók Føroya Ráfiskakeypar-
afelag stig til at skipa fyri
einum fundi har íverksetan
av líknandi verkætlan her í
Føroyum verður á skránni.
Í næstum verður fundur
millum umboð fyri Føroya
Ráfiskakeyparafelag, Før-
oya Fiskimannafelag, Før-
oya Reiðarafelag, Arbeið-
arafeløgini og Undirvísing-
ar og Mentamálastýrið,
skrivar Vinnuhúsið.
Børn og fiskur
Ein gluggi út í heimin
Kurvabóltskapping
Kurvabóltsfelagi Hamar
fer nú aftur at stíla fyri
kapping, av tíð at Hamar
er tað einasta kurvabólts-
liði í Føroyum verður
kappingin stíla sum inn-
andurakappingarnar
í
fótbólti. vit hava 5 árs-
bólkar teir eru: Gentur 14
ár, Kvinnur, Dreingur 14
ár, Dreingir 17 ár, Menn.
og so fara vit at hava eina
skotkapping fyri teir
eldru leikaranar. kapp-
ingin verður spald 2 ferð-
ir 4 minuttir í bólkinum
og so verður spalt um
gull og silvur, nr. 3 fær
bronze. í skotkappingini
verður tað Mix so at bæði
kvinnur og menn spæla í
senn men kvinnurnar
hava handikap so at tær
skjóta frá straffikast linj-
uni ímeðan menninir
skjóta
frá
3
poeng
linjuni. Um hettar hevur
áhuga so kunnu tit ringja
á tlf: 224554 og tosa við
Kenneth