Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 136 - 18. juli 2006 ] ÍTRÓTTUR SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 – Eg tími ikki at ganga og mala onkrastaðni í Europa, um eg ikki er glaður fyri at vera har. Jesper Grønkjær, sum er komin heim til Danmarkar at spæla við FCK. Støðan í FM 5-mannafør dreingir 1. Ritan 39 2. Jallurin 30 3. Kollur 24 4. Havfrúgvin ½5 5. Sílið 12 1GK 6. Strípan 10 7. Blikur 2 8. Drekin 0 6-mannafør kvinnur 1. Riddarin 34 1GK 2. Jarnbardur 31 3. Lómur 29 4. Smyril 17 5. Hvessinugr 14 5-mannafør gentur 1. Blikur 31 1GK 2. Frúgvin 31 3. Hvassi 21 2GK 4. Havfrúgvin 20 5. Drekin 19 6. Firvaldur 5 7. Ørnin 3 8. Dúgvan 3 9. Firildur 0 10. Sílið 0 5-mannafør kvinnur 1. Ørnin 40 2. Sílið 30 3. Ritan 21 4. Jallurin 21 1GK 5. Junkarin 12 6. Drekin 8 1GK 7. Tekla 0 1GK 8. Tjaldrið 0 1GK 9. Báran 0 1GK 10. Blikur 0 6-mannafør menn 1. Sølmundur 40 2. Sundabáturin 32 3. Jarnbardur 24 4. Smyril 12 5. Hósvíkingur 11 6. Gongurólvur 10 7. Páll Fangi 3 8-mannafør 1. Knørrur 38 1GK 2. Ørvur 33 1GK 3. Argjabáturin 24 4. Nevið Reyða 19 5. Kvívíkingur 2 1GK 10. mannafør 1. Klaksvíkingur 36 2. Eysturoyingur 32 3. Havnarbáturin 21 4. Vestmenningur 18 1GK 5. Skálabáturin 17 1GK 6. Nólsoyingur 8 7. Vágbingur 0 Felags fyri teir tríggjar bátarnar, sum tryggjaðu sær FM heitið í Sandavági, var, at teir gjørdu tað við sigrum á Vestanstevnu FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Í trimum av sjey FM kapp­ róðrum er tað eftir róð­ urin á Vestanstevnu, sum leygardagin og í góð­um líkindum var í Sanda­vági, avgjørt, hvør er føroya­ meistari í 2006. Felags fyri teir tríggjar bátarnar, sum vunnu FM, varr, at teir vunnu sínar róðrar á Vestanstevnu. Ørnin við kvinnum var fyrsti meistari. Ørnin vann ógvuliga sannførandi í heimasjógvi kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1998, at Ørnin hevur vunnið FM. Sigurin hjá monnunum umborð á 6-mannafarinum Sølmundi var tepur, men tað var ikki fyrrenn í endaspurtinum, at Søl­ mundur var hóttur. Søl­mund­ ur hevði leingi verið eina hálva og onkra løtuna eina heila bátslongd frammanfyri hinar bátarnar. Sølmundur hevur tvær ferðir áður vunnið FM. 6-mannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ við monnum var eisini meistari í 1989 og í 1990. Triði meistarin var dreingirnir umborð á Rituni, sum vunnu kappingina mill­ um 5-mannaførini. Hetta meistaraheitið var søguligt, tí hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at 5-mannafarið hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi vann FM. Sosialurin ynskir øllum meistarunum hjartaliga til­ lukku. Nógv feløg Eyðkennið fyri kappróð­rar­ nar í summar hevur verið, at tað á øllum stevnunum hevur verið onkur vinnari, sum ikki hevur vunnið í undanfarnu róðrunum. Hesa ferð vóru tað genturnar á 5-mannafarinum Hvassa av Oyri, sum vóru nýggjur vinnari. Í FM kappingini eru tað Blikur av Argjum og Frúgvin úr Miðvági, sum kappast um FM. Tann av teimum, sum fer at koma fyrri á mál á Ólavsøku, verð­ur meistari. Tað er serliga í kappingini millum 5-mannafør við gentum og millum 6-mannafør við kvinnum, at tað undan Ólavsøkuni er stórur spenn­ ingur um, hvør fer at verða meistari. Róðrarfelagið í Miðvági hevur bæði í kappingini mill­um 5-mannafør við gent­um og í kappingini millum 6-mannafør við kvinn­um meistaraheitið undir borðinum. Riddarin noyddist aftur í Sandavági at víkja fyri óføru kvinnunum umborð á Jarnbardi. Men Riddarin er framvegis favorittur at vinna FM. Tað ger hann, um Jarnbardur ikki verður meiri enn eitt pláss frammanfyri Ridd­ aran. Knørrafelagið hevur møgu­leika at vinna tvey FM heiti. Umframt kvinn­ urnar umborð á Jarn­ bardi so er talan um 8- mannafarið Knørr. Eftir sigurin á Vestanstevnu ber tað ikki til hjá Knørri at sleppa undan at vinna FM. Luttøkan í hesi kappingini er lítil. Tað ber við sær, at um Knørrur megnar at koma á mál ólavsøkuaftan, so verður hann meistari. Og so er tað meistaraheitið í kappingini millum 10- mannaførini. Tað skal vilja illa til hjá Klaksvíkingi, um hann ikki skal vinna FM. Men í tí kappingini er tað so nógv annað, sum eisini stendur upp á spæl. Trý feløg hava longu vunnið hvør sítt FM heiti. Tvey feløg hava so at siga tryggjað sær hvør sítt FM heiti. Tað er møguleiki fyri, at uppaftur tvey feløg afturat fara at vinna hvør sítt FM heiti, men tað kann eisini laga seg soleiðis, at tvey feløg fara at vinna tvey FM heiti í part, og at trý feløg fara at vinna hvør sítt FM. Hóast sigurin var dyggur í Sandavági, so ætla tær á Ørnini sær ikki at hvíla á Ólavsøku, tá ið tær hava sum mál at vinna uppaftur trivaligari sigur, enn tær gjørdu í heimasjógvi 5-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Tað passaði sum fótur í hosu hjá teimum í Sandavági. Dreymurin var, at tað skuldi eydnast kvinnunum á Ørnini at tryggja sær FM heitið á Vestanstevnu í Sandavági, og tað eydnaðist og tað við lít! Ørnin legði bragdliga fyri, og eftir fyrstu tíggju tøkini var tað eingin ivi um, at tað var hvíti báturin við reyða stokkinum og bláu rimini, sum var fremstur, og sum harvið hevði beina kós móti at tryggja sær FM heitið. Skuturin gjørdist til hálva bátslongd og síðani til eina bátslongd og til tvær ferðir tað og kanska meiri afturat. Fagnaðurin var stórur, tá ið Ørnin fór um málstrikuna og tryggjaði sær FM heitið. Tær í Sandavági eru nøgdar, men tær hava sett sær nýtt mál. – Vit hava vant nógv og dygt alt árið. Vit fegnast um sigurin í dag og um meistaraheitið, men vit ætla okkum eisini at vinna á Ólavsøku. Málið er, at sigurin skal gerast uppaftur meiri sannførandi, enn hann var tað hesa ferð, var viðmerkingin hjá manningini á Ørnini, tá ið tær vóru komnar aftur á dráttin, og báturin mest sum í einum var syftur á land av mongu og fegnu viðhaldsfólkunum. Hetta var sætta ferðin, at Ørnin við kvinnum vann FM. Hinar ferðirnar hava verið í 1988, 1990, 1991, 1997 og í 1998. Kappingin um næst­ fremsta plássið var long og ógvuliga tøtt. Ritan var leingi næstfremst, men í síðstu tøkunum megnaði Sílið at taka Rituna. Sílið hevur verið næstfremst í øllum róðrunum í summar uttan á Jóansøku, tá ið Sílið vann. Ta ferðina søgdu tær á Ørnini, at tær høvdu ikki hildið innanhýsis avtalurnar, sum tær høvdu undan róðr­ inøum. Tá góvu tær lyfti um, at eingin slingur skuldi vera í valsinum í næstu róðrunum. Lyftið hava tær hildið yvir fyri sær sjálvum bæði í Vestmanna og Sanda­ vági. Undan Ólavsøkuni er ilt at ímynda sær, at nakar skal megna at taka Ørnina. Um tað ikki fer at eydnast at vinna á Havnarvág, so ber illa til at ímynda sær aðra orsøk, enn at tær aftur fara at gloyma avtalurnar og harvið at fella seg sjálvar, og tað fara tær neyvan. Næstfremsta plássið ber við sær, at Sílið hevur tryggjað sær silvurplássið í FM kappingini. At Ritan endaði á triðja plássi á Vestanstevnu ber við sær, at Ritan nú hevur lagt seg upp á síðuna av Jallin­um í kappingini um bronsumerkini. Hesa ferð eydnaðist tað ikki so væl hjá Jallinum, sum endaði á fimta plássi. Junkarin megnaði at vinna fjórða plássið. Úrslit - 5 mannafør kvinnur 1 Ørnin 05:06.08 2 Sílið 05:12.02 3 Ritan 05:12.06 4 Junkarin 05:17.06 5 Jallurin 05:17.08 6 Drekin 05:19.08 7 Tjaldrið 05:25.20 8 Báran 05:27.13 9 Blikur 05:45.19 Ørnin syrgdi fyri góðum stevnuhýri Tríggjar kappingar eru avgjørdar undan seinasta róðrinum, aðrir eru mest sum avgjørdar, men stórur spenningur er eisini í tveimum kapping Mynd: Álvur Haraldsen Stórur spenningur er um tvey FM heiti