Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 136 - 18. juli 2006 ] Eysturoyingur tók við fantastiskum endaspurti Klaks­ víking, og nú er lagt upp til framúr finalu á Havnarvág millum sigursvanda Eysturoying og Klaksvíking, sum ikki hevur vunnið á Ólavsøku seinastu 57 árini! 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Klaksvíkingur fer á Ólav­ søku ivaleyst at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð. Harvið røkka teir á Klaksvíkingi málið, sum teir settu sær fyri nógvum mánaðum síðani, og sum teir sjálvir hava sagt, teir hava gjørt til verkætlan at røkka. Allar róðrarmanningar vilja bæði hava í posa og sekk. Tað vil siga, at tær vilja vinna FM og samstundis vinna á Ólavsøku. Umborð á Klaksvíkingi vilja teir ivaleyst – um tað ber til – megna hetta uppaftur meiri enn nakar annar. Eitt er, at Klaksvíkingur ikki hevur vunnið á Ólav­ søku í 57 ár. Gomul hag­ tøl vita at siga, at Klaks­ víkingur hevur vunnið tveir ólavsøkuróðrar. Annar var í 1940, og hin var í 1949! Um tað fer at eydnast Klaksvíkingi at vinna á Ólavsøku, so verður tað fyrsta ferðin nakrantíð, at 10-mannafarið í Klaksvík verður føroyameistari, og samstundis verður tað fyrsta ferðin nakrantíð, síðani tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir galdandi skipan, at Klaksvíkingur hevur vunnið á Ólavsøku. Harafturat er tað ein onn­ ur og avgjørt ikki týdn­ing­ arleys orsøk til, at klaks­ víkingar serliga fegnir vilja vinna ólavsøkuróðurin í ár. Eysturoyingur vann í Sandavági. Harvið hev­ ur Eysturoyingur vunn­ið tríggjar ferðir á Klaks­vík­ ingi í ár, og Klaksvíkingur hevur vunnið tvær ferðir á Eysturoyingi. Stigatalvan lýgur ikki, men teir á Eyst­ uroyingi hava eftir sigurin á Vestanstevnu endurtikið, at teir kappaðust ikki við klaksvíkingar, tá ið hesir fingu sjey stig á Eystan­ stevnu. Tí er tað ikki minst týdningarmikið hjá Klaksvíkingi at vinna á Havnarvág. So verður tað 3-3 í innanhýsis kappingini við Eysturoying, og so ber til at siga, at ólavsøkuróðurin var avgerandi. Teir á Eysturoyingi kenna sama roknistykkið, sum teir umborð á komandi FM vinnaranum gera, og hesin veruleikin lyftir sjálvandi báðar manningarnar og mongu viðhaldsfólkini hjá hesum báðum manning­ unum fram móti spennandi endaróðrinum. Krígsførslan Eftir Fjarðastevnu og aftur eftir Vestanstevnu kundi eitt sindur av oralari krígsførslu leggjast í útsøgnirnar hjá manningunum, sum nú standa fyri at vera partar av ultimativu finaluni. – Venjingin hjá okkum er soleiðis løgt til rættis og bygt upp, at tað kann ikki enda við øðrum enn sigri, tá ið alt riggar hjá okkum, sum tað skal í sjálvum kapprórðinum, segði Magnus Norðberg, ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi, eftir at hann og bátsfelagarnir á Fjarðastevnu høvdu smurt Eysturoying av við meiri enn einari bátslongd. Eftir at Eysturoyingur við rimmar endaspurti, har hann gekk fantastiska væl á seinastu hálvt hundrað metrunum og rann ein skut framum Klaksvíking, sum hevði verið skutin fremstur, svaraði ein av kempunum umborð á Eysturoyingi aft­ ur: – Vit róðu, sum vit plaga at gera, og hesa ferð var tað nóg mikið til at vinna. Tað man so hava verið orsaka av, at Klaksvíkingur ikki hevur róð so væl, tí teir siga jú, at tá ið teir rógva væl, so ber tað ikki til at vinna á teimum, segði Jón Rosenblad, og harvið er dagsskráin sett undan Ólavsøku. At tað í orðum og útrokningum og gitingum á ymsum pallum fer at verða nógv kapprógving næstu hálva aðru vikuna er einki at ivast í. Bátsformaðurin á Klaks­ víkingi var ikki so væl nøgdur í Sandavági, sum hann var tað í Vestmanna: – Tað sat ikki hjá okk­ um, sum vit høvdu vón­ að og ætlað. Eftir trilv­ andi startspurt komu við afturíaftur eina løtu í mið­róðrinum, men enda­ spurt­­urin var ikki nóg góður, segði Svein Rógvi Niel­sen. Og so er spurn­ ingurin, hvussu tað fer at sita hjá Eysturoyingi og Klaksvíkingi á Ólavsøku. Vestmenningur endaði aftur hesa ferð á triðja plássi. Vestmenningur fekk besta startspurtin, og Vestmenningur var fremst­ ur eina løtu. Men vest­ menningar megn­aðu ikki at halda tørn í veld­ugu kappingini mill­­­um Eystur­ oying og Klaks­víking. Vest­menn­ingur hevur mang­ an staðið seg stak væl á Ólavsøku, og avrikið í Sandavági gav ábendingar um, at hann kann fara at gera tað aftur hesa ferð. Men í Sandavági var tað kortini ikki nógv, sum bendi á, at Vestmenningur hevur stórar møguleikar at vinna meiri enn triðja plássið. Á málinum var munurin frá tí næstfremsta og aftur til Vestmenning fimm sekund, og Vestmenningur vann við trimum sekundum á Havnarbátinum, sum enn eina ferð stríddi seg til fjórða plássið, hóast startspurturin hjá honum ikki var góður, og hóast Skálabáturin leingi var á fjórða plássi. Kappingin millum hesar báðar var sera tøtt. Nólsoyingur vann kapp­ ingina við Vágbing um at sleppa undan aftasta plássinum. Matarazzi er skurkurin Franski landsliðsspælarin Lilian Thuram leggur nú eftir italska verju­ spælaranum Marco Matarazzi, sum brast saman við Zinedine Zidane í HM- finaluni í fótbólti. – Provokatørarnir eru teir veruligu skurkarnir, og teir skuldu verið revsaðir. Spælarar sum Matarazzi skuldu ikki verið til, tí teir umboða eina sjúku í fótbóltinum og geva spælinum ringt umdømi, sigur ein bersøgin Thuram við eitt franskt blað. – Matarazzi fornermaði familjuna hjá Zidane á grovasta hátt, og tí skili eg væl, at Zidane gjørdi, su mhann gjørdi. Hann reyk í felluna, men eg haldi ikki, at útvísingin hevði nakra ávirkan á úrslitið av HM-finaluni, sigur Thuram. Larsson gevst á landsliðnum Henrik Larsson hevur nú boðað frá, at hann gevst at spæla á svenska fótbóltslandsliðnum. Henke er áður givin á landsliðnum, men hann kom afturíaftur undan HM-enda­ spælinum í Týsklandi, og har spældi og skoraði hann fyri Svøríki. – Nú gevist eg. Tað kennist rætt. Eg havi gjørt mítt besta á landsliðnum, sigur Henrik Larsson við Canal Plus. 34 ára gamli Henrik Larsson er fluttur heim til Svøríkis at spæla, men áður hevur hann spælt fyri feløg sum Celtic og Barcelona. Orðakríggj undan endabrestinum Úrslit 10 mannafør menn 1 Eysturoyingur 04:22.03 2 Klaksvíkingur 04:22.05 3 Vestmenningur 04:27.09 4 Havnarbáturin 04:30.03 5 Skálabáturin 04:30.15 1G 6 Nólsoyingurin 04:33.11 7 Vágbingur 04:34.08 Hóast Klaksvíkingur liggur til at vinna FM, hevur seinasti róðurin á ólavsøku stóran týdning fyri tær báðar fremstu manningarnar í kappingini Mynd: Álvur Haraldsen