týsdagur 18. juli 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 136 - 18. juli 2006 ]
Chelsea fjepparar
velja sær italiumenn
Undir heitinum ”Fancy a bit of Italian?”, letur sjónvarpsrásin hjá enska
stórfelagnum Chelsea sínar fjepparar í kvøld koma til orðanna um hvørjar
leikarar felagið skal keypa í neyðstøddu italsku fótbóltsfeløgunum Fiortina,
Juventus og Lazio.
Sjónvarpsrásin hevur slagorðið ”The show Roman Abramovich watches”, og
tað sigst, at russiski ríkmaðurin hyggur at hvørji sending, so tí kunnu ynskini
hjá fjepparunum, um tey eru nóg væl grundgivin, lætt gerast veruleiki, tí
pengapungurin hjá Chelsea ánaranum er so tjúkkur, at eingin leikari í heiminum
er ov dýrur, um Abramovich veruliga ynskir at keypa hann.
Eftir sigurin í Sanda
vági er setningurin
hjá Knørri at megna
at rógva teinin upp
á 900 metrar, sum
ólavsøkumálið fevnir
um
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Tað var stórur fagnaður, tá ið
Knørrur damlaði á dráttin,
eftir glæsiliga sigurin á Ørvi,
Argjabátinum og Nevinum
Reyða. Dreingirnir á Jall
inum saman við øðrum
viðhaldsfólkum syftu bátin
upp á land og bóru hann
upp á pláss.
FM heitið er ikki tryggj
að hundrað prosent, men
tað var ikki at undrast á,
at deymurin av FM og
gulli hekk uppi í Knørra
monnunum og viðhalds
fólkunum
hjá
teimum.
Sigurin bar við sær, at tað
eru fimm stig frá Knørri
og aftur til Ørv. Bara
fýra bátar hava luttikið í
hesi kappingini, og tí er
setningurin hjá Knørri at
koma á mál á Ólavsøku, so
verður hann meistari.
Um Knørrur rør soleið
is, sum hann gjørdi á Vest
anstevnu, so verður hann
meistari við manér, og tað
vil siga við sigri á Ólav
søku:
– Tað gekk framúr hjá
okkum. Vit fingu góðan
start, og lunnaróðurin gekk
fínt, var viðmerkingin hjá
fegnu Knørra monnunum,
tá ið teir aftur høvdu fingið
fast undir føti.
Knørrur stýrdi
róðrinum
Aftur hesa ferð var tað
Nevið Reyða, sum legði
bragdligast fyri, men tað
var skjótt, at Knørrur var
fremstur, og síðani var tað
eingin ivi um, hvør fór
at vinna. Knørrur stýrdi
róðrinum, og hinir bátarnir
megnaðu ongantíð at bjóða
honum av, eftir at hann
hevði vunnið oddastøðuna.
Heldur var tað ein spurn
ingur um, hvør fór at vinna
kappingina um næstfremsta
plássið. Sammett við undan
farnu ferðirnar var tað eitt
sindur óvæntað, at tað var
Argjabáturin, sum lá á Ørvi
í tí kappingini. Munurin var
stórur skutur. Eftir góða
startspurtin og góða støðu
ein part av miðróðrinum
datt Nevið Reyða aftur á
fjórða og aftasta plássið.
Knørrur hevur tríggjar
ferðir áður verið føroya
meistari – í 1985, 1989 og
í 1990.
Úrslitið á Vestanstevnu
ber við sær, at tað undan
Ólavsøkuni er avgjørt, at
Ørvur fer at vinna silvur og
at Argjabáturin fer at vinna
bronsu í FM kappingini.
Tað hevur verið tosað um,
at Nevið Reyða skuldi fara
at gera ein vørr í síðstu
róðrunum. Higartil hevur
tað ikki eydnast, men sjálv
andi hevði sigur á Ólavsøku
bøtt heilt nógv um!
Á Sundabátinum
ásannaðu teir, at
teir høvdu tapt
fyri verdugum
meistara, og bæði
FM vinnararnir og
avbjóðararnir góvu
leygardagin lyfti um,
at tað verður hørð
kapping á Ólavsøku
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Kappróðrarfelagið
NSÍ
eigur besta 6-mannafarið
við monnum. Tað varð neglt
rimmar fast á Vestanstevnu,
tá ið Sølmundur við sann
førandi avriki og sigri
tryggjaði sær sjey stig og
harvið meistaraheitið.
– Vit fingu góðan start,
og í miðróðrinum gekk
tað framúr væl hjá okkum.
Vit kendu tað soleiðis, at
munurin aftur til hinar øktist
eina góða løtu, og tá ið
vit fóru undir endaspurtin,
kendu vit okkum ikki serliga
hóttar. Á síðstu metrunum
gekk Sundabáturin skjótt
inn á okkum, men so tóku
vit orduliga á aftur, og tað
var nóg mikið til at vinna
róðurin og harvið at tryggja
okkum FM.
Hetta var skjóta og bein
rakna niðurstøðan hjá teim
um umborð á Sølmundi, tá
ið stríðið var lokið, og teir
bæði høvdu fingið í posa
og sekk.
– Vit fegnast um FM
heitið, men vit ætla okkum
at vinna á Ólavsøku eisini.
Hetta vóru skjótu framtíðar
ætlanirnar hjá góðu mann
ingini. Um tað fara at
verða hesir garparnir, sum
fara at loysa av umborð
á Eysturoyingi, tá ið teir,
sum hava mannað gula 10-
mannafarið seinastu árini,
fara at leggja árarnar inn,
segði henda søgan einki
um.
Rosenblad við
í spælinum
Umborð á Sølmundi hava
teir ikki dult fyri, at tað
er ein av manningini á
Eysturoyingi, sum hevur
lagt teimum lag á, og sum
teir fegnir vilja luta sigurin
við.
– Jón Rosenblad hevur
lagt ætlanirnar fyri venj
ingini, og hann hevur veg
leitt okkum sera væl.
Sundabáturin
hevur
alt árið verið størsti kapp
ingarneytin hjá Sølmundi.
Tað gekk leingi illa hjá
Sundabátinum í Sandavági.
Eitt skifti var hann umframt
Sølmund eisini aftanfyri
Jarnbard og kanska eisini
onkran
annan.
Men
í
endaspurtinum vístu teir á
Sundabátinum, at teir eru
verdugir silvur vinnarar í
FM kappingini.
– Vit royndu tað, sum vit
kundu, og í endaspurtinum
gekk tað væl, men Søl
mundur róði betri enn
vit, og harvið hevði hann
sigurin væl og virðiliga
uppibornan. Men vit ætla
at taka teir á Ólavsøku,
var ynski dreymurin, sum
teir á Sundabátinum ætla
at gera til veruleika annan
fríggjadag.
Knørrur vann róðurin hjá 8-mannaførunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyar hølvaðu Orkney av
Føroyska U15 landsliðið spældi mánadagin fyrsta dystin í Aberdeen International
Footbal Festival. Dysturin var ímóti Orkney, og Føroyar vunnu heili 10-0
Helgi Samson úr KÍ skoraði fýra mál, Gilli Sørensen úr TB og Jógvan Rói
Davidsen úr HB 2, Remi Langgaard úr NSÍ og Jógvan Ólavson úr HB hvør
sítt.
U15 landsliðið spælir tveir dystir týsdagin. Annar er ímóti Dundee United,
sum eisini vann stórt í dag, og hin er ímóti norska Tjensvoll, sum tapti stórt í
gjár.
Eisini føroyska U17 landsliðið hevur spælt dyst í Aberdeen International
Football Festival. Dysturin var ímóti einum liði úr Ghana, og føroyska liðið tapti
1-0. U17 landsliðið spælir í dag ímóti vertunum úr Aberdeen.
Umborð á Sølmundi hava teir ikki dult fyri, at tað er ein av manningini á Eysturoyingi,
sum hevur lagt teimum lag á, og sum teir fegnir vilja luta sigurin við
Mynd: Álvur Haraldsen
Knørrur sleppur ikki undan FM
Sølmundur sólaði sær til FM
Úrslit 8 manna
før menn
1 Knørrur
04:31.08
2 Argjabáturin 04:34.02
3 Ørvur
04:35.04
4 Nevið Reyða 04:38.11
Úrslit - 6 mannafør
menn
1 Sølmundur
04:42.04
2 Sundabáturin
04:42.19
3 Jarnbardur
04:46.10
4 Hósvíkingur
04:48.16
5 Smyril
04:51.01
6 Gongurólvur
04:51.12
7 Páll Fangi
04:52.12
8 Lómur
04:54.20
9 Víkingur
04:54.24
10 Kollfriðingur
04:58.19
11 Árnfjarðarbáturin
05:01.23