Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 136 - 18. juli 2006 ] Lehmann heldur fram 36 ára gamli málmaðurn Jens Lehmann heldur fram á týska landsliðnum eftir HM-endaspælið í summar. Argasti kappingarneytin hjá honum, Oliver Kahn, hevur boðað frá, at hann gevst á landsliðnum, men eftir ein fund millum nýggja landsliðsvenjaran, Joachim Løw, og Lehmann er niðurstøðan tann, at Lehmann skal halda fram. Jens Lehmann hevur í nógv ár staðið í skugganum av Oliver Kahn, og tí brennir hann fremvegis fyri at spæla fyri týska landsliðið, hóast er komin nakað upp í árini sum málmaður. Grønkjær mettur av útlandinum Danski vongspælarin Jesper Grønkjær spælir nú fyri FC Keypmannahavn, eftir at hann í fleiri ár hevur spælt fyri útlendsk feløg – eitt nú Chelsea í Onglandi. - Eg havi hugsað um at koma heim at spæla seinastu tvey árini. Eg havi verið mettur av útlandinum, men eg eri ikki mettur av at spæla fótbólt. Eg tími ikki at ganga og mæla onkrastaðni í Europa, um eg ikki er glaður fyri at vera har, sigur Grønkjær við BT. Og hóast tað ber til at vinna meira pengar uttanlands enn í Danmark, er tað ikki avgerandi fyri hann. - Pengar hava við sær, at tú kanst nakað og ikki nýtist at stúra, men teir geva tær hvørki lukku ella innihald í lívinum, sigur hann. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað 5-mannafarinum norðuri í Sundi at ogna sær meistaraheitið 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Hóast tað ikki hevur hilnast so væl hjá Sundabátinum, sum tað eitt skifti tóktist síggja út, at tað kundi fara at gera, so er róðrarlagið gott í Norðdepli og Hvanna­ sundi. Leygardagin eydn­ aðist tað Rituni at vinna meistaraheitið í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. FM heitið er søguligt. Tað er ongantíð komið fyri áður, at 5-mannafarið hjá róðrarfelagnum norðuri í Sundi hevur vunnið FM – hvørki við dreingjum ella við gentum – og tað er ikki á hvørjum ári, at tað kemur fyri, at tey í Sundi vinna FM í kappróðri. Sundabáturin vann FM í 2004 í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Tvær ferðir áður er FM komið norður í Sund. Hetta var undir gomlu skipanini, sum var galdandi frá 1964 og fram til og við 1972. Tá var ein sunnudag eftir Ólavsøku í einum róðri kapp­ast um FM heitið. Sunda­menn høvdu 10- mannafarið Norðing, sum stóð seg so mikið væl, at hann bæði í 1965 og í 1966 var føroyameistari. Kappingin í Sandavági var ógvuliga tøtt. 5-6 bátar togaðust leingi um fremsta plássið. Kollur og Jallurin vóru væl við, men á síðsta teininum var tað serliga millum Rituna og Koll, at kappingin um fremsta plássið stóð, og ta kappingina vann Ritan, sum var stóran skut frammanfyri Koll, tá ið teir fóru um málið. Jallurin var eisini heilt væl við, og úrslitini hesa ferð leggja upp til rimmar finalu á Ólavsøku. – Tað var eitt sindur av aldu, men tað má man rokna við, tá ið tað verður róð á sjónum. Á fyrsta tein­ inum gekk væl. So duttu vit eitt sindur niður í ferð, og vit fóru eitt sindur aftur í feltið. Men á síðsta teininum gekk tað akkurát, sum tað skuldi. Alt sat bara, og vit eru sera fegnir. Hetta er fyrsta ferðin, at vit hava hesa kensluna av at vera meistarar, staðfestu Ritu dreingirnir, áðrenn teir fóru úr Sandavági og ígjøgnum sjey tunlar, áðrenn teir vórðu væl móttiknir og heiðr­aðir, tá ið teir komu til hús aftur. Eftir fleiri góð avrik eydnaðist tað oyrabátinum at troðka seg framum Blik og Frúnna, sum liggja stavn um stavn í FM kappingini 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað er lagt upp til sanna finalu á Ólavsøku. Blikur av Argjum og Frúgvin úr Miðvági liggja púrasta stavn um stavn í FM kapp­ ingini. Tann av hesum báðum bátunum, sum fer at koma fyrri á mál í síðsta FM róðrinum fyri gentur, verður FM vinnari. Tann fremri av hesum báðum bátunum fer at vinna FM uttan mun til, um ein ella fleiri ella kanska eingin annar kemur fyrri á mál, enn tann fyrri av hesum báðum. Men tað var hvørki Blikur ella Frúgvin, sum flestu eyguni fylgdu eftir róðurin í Sandavági. Heldur var tað nýggi báturin av Oyri, Hvassi, sum var áhugaverdast. Genturnar úr Sundalagnum og av Eiði, sum manna Hvassa, hava í fleiri av undanfarnu kappingunum verið frammi í oddinum. Hesa ferð eydn­ aðist tað teimum fyri fyrstu ferð í ár at vinna. Hvassi fekk góðan start, og hann helt sær frammi í oddinum alla tíðina. Blikur fekk eisini hampuliga góðan start, meðan tað ikki hilnaðist so væl á fyrsta teininum hjá Frúnni. Í endaspurtinum var Hvassi tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Blik, sum aftur var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Frúnna, ið kom væl við á síðsta teininum. Hvassi er fjórði vinn­ arin í hesi kappingini í ár. Frammanundan hava Frúgvin (2), Blikur (2) og Havfrúgvin (1) vunnið. At Hvassi, sum er nýggjur bátur, skuldi vinna í hvussu so er ein róður, mundi fáur gruna á Norðoyastevnu. Tá varð Hvassi aftastur, tí báturin hekk fastur í startinum. Síðani hevur støð­ugt gingið rætta vegin. Hvassi var tvær ferðir nummar fimm, og tá ið tær vóru næstfremstar bæði í Eystanstevnu og á Fjarðastevnu, tá ið tær bara vóru eitt sekund frá fyrsta plássinum, lá tað í luftini, at tað kundi eydnast at vinna, hóast Blikur og Frúgvin vóru favorittar. Tríggjar av manningini eru av Eiði, og hinar eru frá Norðskála og av Oyrabakka. Ritan skrivaði róðrarsøgu Dreingirnir umborð á Rituni tryggjað sær FM-heitið, tá ið teir vunnu á Vestanstevnu leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Hvassi snýtti favorittarnar Úrslit – 5-mannafør gentur 1 Hvassi 05:13.15 2 Blikur 05:15.03 3 Frúgvin 05:17.03 4 Havfrúgvin 05:17.17 5 Drekin 05:17.21 6 Firvaldur 05:21.10 7 Ørnin 05:23.13 8 Dúgvan 05:31.24 9 Sílið 05:34.00 Genturnar úr Sundalagnum og av Eiði, sum manna Hvassa, hava í fleiri av undanfarnu kappingunum verið frammi í oddinum. Hesa ferð eydnaðist tað teimum fyri fyrstu ferð í ár at vinna. Úrslit - 5 mannafør dreingir 1 Ritan 05:25.04 2 Kollur 05:26.17 3 Jallurin 05:27.11 4 Havfrúgvin 05:28.12 5 Sílið 05:29.00 6 Strípan 05:30.02 7 Drekin 05:39.16 8 Blikur 05:42.06