týsdagur 18. juli 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 136 - 18. juli 2006 ]
Tórshavn Marathon úrslit
Dreingir 3 km
1. Rúni Seloy
Bragdið
11,46
2. Regin Joensen
Frældi
12,51
3. Árni Johanesson
Argir
12,54
Gentur 3 km
1. Kristín Lív Svabo Jónsdóttir
ÍR
14,22
2. Bjørk Reynagarð Svabo Frælsi
15,35
3. Edna Maria Debes
Bragdið
17,22
Kvinnur 5,8 km
1. Bjørk Herup Olsen
Bragdið
24,10
2. Katrin Olsen
Knørrur
25,42
3. Rannvá Djurholm
Bragdið
25,49
Menn 5,8 km
1. Jóan Karl Joensen
Bragdið
20,54
2. Álvur F. Christiansen
Treysti
22,05
3. Jan Elmar Sørensen
Treysti
22,27
Kvinnur hálvmarathon
1. Hanne Maria Yri
Danmark
1.42,42
2. Lene Hultberg
Føroyar
1.52,37
3. Marin í Dali
Hvistan
1.54,46
Menn hálvmarathon
1. Karl Simpson
Shetland AAC
2.22,24
2. Guttorm Sørensen
Treysti
1.27,57
3. Ólavur Kjølbro
Føroyar
1.32,03
Kvinnur marathon
1. Rigmor N. Arge
Bragdið
3.16,21
2. Frances Ridgway
Fairlands Valley 3.58,73
3. Britta Houmann
Odder Atletik & Motion
4.01,15
Menn marathon
1. Cecil Wiehe
Bragdið
2.53,03
2. Borgar Biskopstø
Treysti
2.58,02
3. Sigurð Justinussen
Bragdið
3.03,29
Jarnbardur tevjar gull
Men tað skal vita Riddaranum verri við,
enn tað hevur gjørt higartil, um tað ikki
skal eydnast teimum úr Miðvági at vinna
FM heitið fyri nøsini á Jarnbardi
6-MANNAFØR KVINNUR
Jóannes Hansen
Ein eitt sindur margháttlig støða hevur myndað seg.
Jarnbardur, sum luttók á Norðoyastevnu til stuttleika,
sum manningin sjálv lýsir tað, er nú rættuliga við
at blanda seg í kappingina um gullkrónurnar og FM
ferðasteypið, sum tær hava vunnið tvey tey seinastu
árini og harvið hava møguleika at vinna til ognar, um
alt á Ólavsøku fer at ganga teimum til vildar.
Fyrsta treytin fyri, at Jarnbardur skal vinna FM,
er, at Jarnbardur verður fyrstur á mál ólavsøkuaftan.
Tann setningurin tykist ikki vera so torførur at røkka
hjá Jarnbardi. Hóast tær leingi ikki vóru so væl við í
Sandavági, so eydnaðist teimum kortini at vinna triðja
sigurin á rað.
- Vit fingu ikki góðan start. Á fyrsta teininum
mistu vit eitt sindur til Riddaran. Hetta stríddust
vit allan teinin við at vinna inn aftur, og tað var
fantastiskt, at tað eydnaðist í síðstu tøkunum at taka
Riddaran, frøddist stýrimaðurin á Jarnbardi, Jannie
Dam Jacobsen, saman við bátsfeløgunum, eftir at tað
var vorðið teimum greitt, at tær í síðstu løtu høvdu
vunnið tepran sigur.
Spurningurin er so, um tað fer at eydnast Jarnbardi
at vinna FM. Um tað skal eydnast, so skal Riddarin
ikki vinna seg longri fram enn á triðja plássið.
Higartil hevur Riddarin hvørja ferð verið fremstur ella
næstfremstur.
Á Vestanstevnu róði Riddarin væl. Hann var leingi
fremstur, og tá ið Jarnbardur fyrstu ferð bjóðaði av,
megnaði Riddarin at halda tørn. Hóast hann í seinastu
tøkunum misti sigurin, so vóru tað leygardagin ongar
ábendingar um, at Riddarin á Ólavsøku ikki skal
megna at vinna í hvussu so er næstfremsta plássið.
Riddarin var sjey sekund ella væl meiri enn tvær
bátslongdir fyrr á mál enn Lómur av Argjum, sum
var í tættari kapping við Hvessing um triðja plássið,
meðan Smyril var væl aftastur.
Úrslit - 6 mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 04:57.24
2 Riddarin 04:58.12
3 Lómur 05:05.11
4 Hvessingur 05:06.11
5 Smyril 05:14.16
Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, váttar nú alment, at hann
er áhugaður í fleiri av spælarunum, sum italska felagið Juventus kann verða
noytt at selja orska av niðurflytingini til næstbestu deildina.
- Vit hava fylgt støðuni og bíða, til vit vistu, hvat hetta fór at enda við. Nú
fara vit kanska at bjóða upp á ein ella tveir spælarar, sigur Alex Ferguson við
BBC.
Sambært rásini er United-venjarin áhugaður í Buffon, Zambrotta, Can-
navaro, Thuram, Emerson og Vieira.
Fleiri av teimum kunnu verða seldir fyri lítið lætt, um teir verða seldir til
eitt felag uttanfyri Italia.
Týski súkklarin Jan Ullrich vil síggja prógv fyri, at hann hevur
dopað seg. Tað sigur hann á heimasíðu sínari, eftir at hann
hevur verið í andglettinum seinastu dagarnar orsaka av søgum
um doping. Ullrich er ein av skúkklarunum, sum eru blandaðir
upp í eina dopinggølu í Spania, og hann sleppur tí ikki at verða
við í Tour de France í ár.
- Advokatar hjá mær hava biðið spaniónlar um at koma við
ítøkiligum prógvum ímóti mær, sigur Jan Ullrich.
- Í einum rættarsamfelag ert tú ósekur, til nakað annað er
pógvað, sigur hann.
(Mynd: Ferguson)
Ferguson fylgir Juventus
Ullrich vil síggja prógv
Cecil Weihe vann
í gjár Tórshavn
Marathon fyri fjórðu
ferð á rað. Cecil
fylgdist við fleiri
øðrum rennarum á
langa teininum, men
fram móti endanum
dró hann frá øllum
Marathon
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sunnudagin var Tórshavn
Marathon hildið fyri fjórðu
ferð, og fyri fjórðu ferð
gjørdist tað Cecil Weihe,
sum vann høvuskappingina
– marathonrenningina.
Cecil Weihe fylgdist við
fleiri øðrum føroyskum
rennarum á langa teinum
úr og til høvuðsstaðin, men
tá ið málið nærkaðist dró
hann frá Borgar Biskopstø
og hinum rennarunum,
og hann rann einsamallur
seinasta teinin á málið.
Cecil Weihe kom undir
teir tríggjar tímarnar, tí
hann rann í tíðini 2.53,03.
Veðrið var ikki av tí
besta til eina rennikapping
sunnudagin.
Serliga
tá
ið rennararnir fóru av
málinum var vátt og ruskut,
men veðrið batnaði út á
seinnapartin, og tá gjørdist
heldur frægari at renna.
Tíðirnar í kappingini vóru
tó merktar av, at veðrið var
vánaligt.
Hjá kvinnum vann Rig-
mir Napoelonsdóttir Arge
marathonkappingina. Hon
brúkti 3.16,21 um teiin.
Kappast var eisini í fleiri
øðrum styttri teinum.
Cecil Weihe vann Tórshavn Marathon fyri fjórðu ferð á rað.
Mynd: Álvur Haraldsen
Cecil vann aftur
Jarnbarndur hevur veruliga blandað seg upp í kappingina
hjá 6-mannaførum við kvinnum.
Mynd: Álvur Haraldsen