týsdagur 18. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 136 - 18. juli 2006 ]
Juve-partabørv hækkaðu
Fríggjadagin varð Juvenstus dømt at flyta niður í næstbestu italsku
deildina, har felagið skal spæla í minsta lagi eitt ár, men hóast
hetta, hækkaði virðið á partabrøvum í Juventus, tá ið keypsskálin
í Milano lat upp í gjár. Virkið vaks við 6,8 prosentum.
Ein íløguráðgevi heldur, at orsøkin til hetta er, at marknaðurin
hevði væntað eina harðari revsing til Juventus.
- Fleiri høvdu roknað við, at Juventus varð dømt at flyta niður
í triðbestu deildina, men revsingin gjørdist ikki so hørð, og hon
kann gerast linari, um Juventus kærir hana, sigur ráðgevin við
Reuters.
Tvey føroysk lið
í somu kapping
Eftir at Japan gav avboð og Wales mest
sum játtaði at luttaka, áðrenn teir so góvu
avboð, eydnaðist tað ikki at fáa annað lið
at luttaka í NM fyri U-17 landslið, og so
er føroyska U-19 landsliðið áttanda liðið í
kappingini
NM FYRI U-17 LANDSLIÐ
Jóannes Hansen
Føroyar fara at luttaka við tveimum landsliðum, tá ið
NM fyri U-17 landslið í fótbólti verður í Føroyum í
vikuni eftir Ólavsøku.
Umframt U-17 landsliðið, sum hevur tikið lut í hesi
kappingini nógvu tey seinatu árini, so fer føroyska U-
19 landsliðið eisini at taka lut. At Føroyar luttaka við
tveimum liðum kemst av, at tað ikki eydnaðist at fáa
nakran annan at vera áttanda luttakaran í kappingini.
Føroyska U-17 liðið er í bólki A saman við Danmark,
Finlandi og Íslandi, og Føroyar U-19 eru í bólki við
Onglandi, Svøríki og Noregi. U-17 landsliðið luttekur
í hesi vikuni í kapping í Aberdeen. U-19 landsliðið er
ikki úttikið enn. Teir hava vant nakrar ferðir seinastu
tíðina, og í hesi vikuni fara Bill Jacobsen og Heðin
Askham, sum eru venjarar, at gera av, hvørjir skulu fáa
boð at luttaka í NM kappingini.
Fyrstu dystirnir vera mánadagin 31. juli. Tá skal
Føroyar U-17 spæla móti Danmark, og tá skal Føroyar
U-19 spæla móti Noregi.
Tvey avboð
NM kappingin er altíð í fyrstu vikuni av august.
Føroyar og hini fimm norðurlondini skiftast um at hýsa
kappingini. Harafturat eru tvey onnur lond altíð við.
Ofta er Ongland annað landið, og so hava t. d. Wales,
Skotland og Holland ofta luttikið.
Hesa ferð var ætlanin, at Japan skuldi taka lut. FSF
gjørdi fyri tveimum árum síðani avtalu við japanska
fótbóltssambandið, har bæði formaðurin og aðalskrivarin
tóku undir við hesum. Eina ferð eftir ársskiftið komu
avboð úr Japan. Wales játtaði so at taka lut, men fyri
tveimum mánaðum síðani komu avboð úr Wales.
- Vit hava síðani havt samband við so at siga øll tey
europeisku fótbóltssambandini, men tað hevur ikki
eydnast at fáa nakað annað lið at taka lut. Freistin
hevur verið ov stutt, og tað eru nógvar kappingar, sum
eru kring um í Europa hesa ársins tíðina, sigur Ísak
Mikladal, aðalstjóri í FSF.
Hini fótbóltssambondini eru kunnað um, at føroyska
U-19 landsliðið fer at taka lut í kappingini, og nú er tað
upp til føroysku U-19 dreingirnar at vísa, at teir kunnu
standa seg.
Tað verður ein
av teimum heilt
stóru í brasilskari
fótbóltssøgu, sum
verður venjari hjá
mótstøðuliðnum,
um B36 megnar at
spæla seg víðari í
Champions League
kappingini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast ein ævigur sann
leiki í fótbólti er, at kom
andi dysturin er tann týdn
ingarmesti av øllum, so
slepst neyvan undan, at
fólkini kring B36 hava
hug at hyggja fram móti
uppgerðini móti turkiska
Fenerbache, sum bíðar eftir
at spæla móti vinnaranum
av dystinum millum B36
og maltesiska Birkirkara.
Tí við einum 3-0 sigri
í skjáttuni skal ganga
nógv meira enn illa, um
tað ikki skal eydnast B36
at gerast fyrsta føroyska
liðið, sum vinnur seg víð
ari í europeisku meistara
kappingini, har veruliga
undankappingin fer ígongd
tann 26. juli.
Ítróttur og pengar
At fólk kring B36 hava
hug at hyggja fram móti
dystinum móti Fenerbache,
kemst av fleiri orsøkum.
Fyrst og fremst, so er
turkiska liðið helst sterkasta
felagið, sum hevur vitjað í
Føroyum í fleiri ár. GÍ hevði
vitjan av Glasgow Rangers
fyri nøkrum árum síðani,
og í aðrar mátar skal helst
leitast aftur vitjanirnar, sum
HB hevur havt av eitt nú
Atletico Mineiro, Aberdeen
og Coventry.
Fíggjarligi vinningurin
hjá B36, um teir spæla
seg víðari, skal heldur
ikki forsmáast, og tí er
einki at taka seg aftur í, at
spenningurin er sera stórur
í árstalsfelagnum.
Halda seg til setningin
Einki av hesum er tó nak
að, sum tað verður tosað
hart um í B36, nú seinastu
fyrireikingarnar til dystin
móti
Birkirkara
skal
spælast.
– Vit hugsa eina og aleina
um dystin mikukvøldið.
Hóast 3-0 er eitt gott
útgangsstøði, so er tað jú
áður sæð, at slík úrslit eru
vend í Europa-Cup, so vit
taka einki sum helst fyri
givið. Tvørtur ímóti rokna
vit við, at vit hava eina
trupla uppgávu at loysa.
Á útivølli upplivdu vit ein
dyst, har alt riggaði eftir
vild hjá okkum, og tað er
jú ikki víst, at alt riggar
somikið væl eina ferð
afturat, sigur Kristjan á
Neystabø, sum tekur sær av
viðurskiftunum kring besta
mansliðið hjá B36.
– Vit skulu sum so ikki
longur enn til Danmark
og FCK, sum fyri einum
tveimum árum síðani tveitti
trygga leiðslu burtur í
heimadysti móti gerogisku
meistarunum. So vit royna
at gera okkara arbeiði til
lítar. Spælararnir eta ein
bita saman í kvøld, og allan
dagin í morgin brúka vit
til fyrireikingar. Og so er
at vóna, at okkara arbeiði
er nóg væl gjørt staðfestir
Kristjan.
Í B36 hava tey annars alt
fólkið tókt til dystin. Bárður
H. Joensen hevði leikbann
seinast, eftir at hann fekk
reytt kort í dystinum móti
FC Midtjylland fyri einum
ári síðani. Men hann er nú
aftur tøkur, og tað sama
eru allir hinir spælararnir í
hópinum, skilst.
Eftir framúr góða avrikið á Malta, skal B36 gera arbeiðið liðugt, tá teir mikukvøldið taka ímóti Birkirkara á Tórsvølli í Havn
B36 kann fáa
Zico til Føroya
Venables skal hjá McClaren
Tað verður ein royndur og væl dámdur maður, sum skal verða
hjálparvenjari hjá enska fótbóltsslandsliðnum. Hjálparvenjarin seinnu
árini, Steve McLaren, er blivin høvuðsvenjari, og hann skal nú hava
fingið fyrrverandi landsliðsvenjaran Terry Venables at hjálpa sær,
skriva enskir fjølmiðlar.
Terry Venables sjálvur váttar eisini, at hann skal starvast á enska
landsliðnum, hóast hann enn ikki hevur gjørt avtalu við enska
fótbóltsslandsliðið.
Venables var venjari hjá Onglandi, tá ið landið í 1996 hýsti EM-
endaspælinum og kom í hálvfinaluna, og hann verður mettur sum ein
tann best umtókti venjarin hjá enska landsliðnum