Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 136 - 18. juli 2006 ] Málið um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen er sum so hampuliga einfalt. Men hóast tað skjótt eru fýra mánaðir síðani, at HB spældi móti VB/Sumba, so er enn ikki staðfest, hvat av liðunum skal spæla fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Formliga spælloyvið var ikki útskrivað. Men hevði Páll M. Joensen loyvi at spæla við, tá HB tann 25. mars vann 4-1 á VB/ Sumba í kappingini um løgmanssteypið? Tað er spurningurin, sum tað higartil hevur tik­ið Kappingarnevndini, Starvs­ nevndini, Dómsnevndini og Ítróttardómstólinum hálvan fjórða mánað at svara. 115 dagar sigur kalendarin í dag, og í hesum er Páll helst vorðin tann persónurin, sum næst oftast er avmyndaður her í blaðnum. Einans við Peturi Skeel Jacobsen oman yvir sær á tí listanum. Einfaldur spurningur Tá tosað verður um spæli­ loyvi hjá fótbóltsspælarum, so er talan um eina sera greiða – og stranga – manna­ gongd. Í øllum førum, tá talan er um tulking av spurninginum. Grein 14 í kappingar­ reglunum staðfestir, at »Fyri at leikari kann luttaka í lands- og steypakappingini, skal viðkomandi hava loyvis­bræv frá FSF«. Triðja petti í somu grein, staðfestir, at »Tá leikari hevur fingið loyvisbræv, er hann at meta sum lógligur leikari«. Grundað á hesar báðar reglur, hava avgerðir hjá FSF higartil staðfest, at uttan loyvisbræv er spælari ólógligur. Og hevur felag kortini nýtt spælaran í dysti, verður felagið dømt at tapa dystin við málmuninum, 0-0. Skal metast eftir hesum, so er eingin ivi. Og tað skuldi tað heldur ikki verið í fjør, tá B36 og KÍ vórðu dømd fyri sama brot á kappingarreglurnar. Og løgið nokk var eingin sum helst, ið mótmælti, tá Fram og NÍF bæði vórðu dømd at tapa sínamillum dystin fyrr í ár, soleiðis at hvørgin teirra kom víðari í kappingini. Spæliloyvi er grundleggjandi Tað er valla nakar, sum vil ákæra HB fyri, at teir við at nýta Páll M. Joensen vildu tiltuska sær ein ítróttarligan fyrimun. Og tí eru nógv av teirri fatan, at lógarbrotið ikki er somikið ávlarsligt, at HB skal koyrast úr kapp­ ingini. Tað er eisini væl møguligt, at Kappingarnevndin – ella partar av hesi – eisini eru av somu áskoðan. Eitt nú var tað støðan í fjør, tá ein meiriluti í Kapp­ ingarnevndini mælti frá, at KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dystir sínar. Ta ferðina valdi Kappingarnevndin tó at leggja málið fyri Starvsnevndina til støðu­ takan. Hetta tí málið var somikið prinsipielt, at nevndin – hóast sítt tilmæli – ikki vildi taka støðu einsamøll. Starvsnevndin gjørdi tó av, at feløgini vórðu dømd at tapa dystirnar, og tann dómurin varð staðfestir av Dómsnevndini. Saman við omanfyri­ nevndu grein 14, so var niðurstøðan í fjør somikið greið, at hetta er meta sum støðan hjá eini barnakonu. Antin er hendan við barn, ella er hon tað ikki. Tað ber snøgt sagt ikki til at vera »eitt sindur« upp á vegin. Og á sama hátt kann ein spælari illa vera »eitt sindur« ólógligur. FSF hevur eisini flutt loyvi Sum málið liggur, so hevur HB at kalla bert eina lítla flís at heingja seg í, um teirra áskoðan á málið skal vinna frama. HB hevur áður peikað á, at teir høvdu sent leysgev­ ingina til FSF, tá sáttmálin hjá Páll M. Joensen skuldi skrivast, men undir øllum umstøðum er hetta so ikki skrásett. Men alla ta tíð, at tað sambært kappingarreglunum áliggur feløgunum at kanna eftir, at spælaraloyvini eru í lagi, ber illa til at lasta FSF fyri hetta. Tí hóast eitt mistak varð gjørt her, so áliggur tað framvegis HB at kanna eftir, um so var. Í aðrar mátar er møguleikin hjá HB, at tað í ár er dømi um, at FSF hevur avgreitt mál viðvíkjandi spæliloyvi umsitingarliga. Hetta tá HB kom eftir, at spæliloyvið hjá Høgna M. Joensen framvegis var í B36, har hann spældi okkurt skifti sum heilt lítil. Tá HB ikki vildi seta seg í samband við B36 um ein spælara, sum hóast alt hevði spælt við HB í eini 15 ár, gjørdi FSF av at avgreiða flytingina umsitingarliga, uttan at hetta á nakran hátt hevur kostað HB mist stig ella taptar steypadystir. Og sum eitt kuriosum kann her nevnast, at Høgni M. Joensen eisini var ein av HB-spælarunum, sum var á vøllinum, tá HB tann 25. mars spældi móti VB/Sumba í kappingini um Løgmanssteypið. Men spurningurin er ongan tíð reistur, hvørt hann hevði rætt til hetta ella ikki. -mørk Góð trúgv heldur ikki Hóast HB ferð eftir ferð undir málsviðgerðini hevur ført fram, at teir handalðu í góðari trúgv, tá teir gjørdu nýtslu av Páll Mohr Joensen, so er hevur hetta páhald serstakliga lítlan møguleika at vinna frama. Heldur ikki hóast formaðurin í kappingarnevndini partvíst tók undir við hesum undir viðgerðini. Og heldur ikki hóast tað neyvan er nakar, sum fer at ákæra HB fyri við beráddum huga at nýta ólógligan spælara. Støðan er tann, at tað álliggur feløgunum at kanna spæliloyvini innan 1. mars. Og hetta hevur HB ikki gjørt. Skalt tað sigast stutt og kantut, so er støðan tann, at hevði HB biðið venjaran um ein lista við spælarum í 1. liðshópinum, og hevði HB spákað sær teir 130 metrarnar, sum eru yvir til FSF-skrivstovuna, so hevði felagið tá fingið at vita, at spælarin ikki var skrásettur. FSF hevur støðugt sagt – eisini í fjør – at spælaralistin var ikki eftirfarandi. Og líkamikið um hesin varð lagdur á heimasíðuna bara tveir dagar undan kappingarbyrjan, so frítekur tað ikki HB fyri ábyrgdini, sum er áløgd felagnum sambært kappingarreglunum. Ein próvbyrða, sum eisini varð staðfest av Ítróttardómstólinum. -mørk Reaktiónir frá øðrum feløgum Meðan roynt verður at greiða fløkjuna í drúgva málinum um Páll M. Joensen, gerst tað alt meira trupult hjá FSF at finna leysar terminir, har steypakappingin kann avgreiðast HB-málið Jákup Mørk Eftir uppskotinum, sum fyri viku síðani varð sent feløgunum, skuldi finalan spælast tann 20. september, men úrskurðurin hjá Ítrótt­ ardómstólinum hevur helst skotið hesar ætlanir í senk. Sambært hesum skal dysturin hjá EB/Streymi móti VB/Sumba ella HB spælast tann 26. juli, og tað er neyvan hugsingur um, nú málið enn eina­ferð verður tikið upp í Kapp­ ingarnevndini. Við øðrum orðum vil tað siga, at skal kappingin um Løgmanssteypið avgreiðast í ár, so verður tað neyvan, fyrr enn vit eru komin heilt nær endanum av lands­kappingini. Og so er spurningurin, hvørt tað tá er serliga smart at spæla hesa. Bæði tí veður og vindur tá kunnu hugsast at fáa ein meira enn avgerandi leiklut. Og kanska eisini, tí hetta kann skapa órógv í endaspurtinum í lands­ kappingini. Hetta serliga tí føroysk feløg ikki eru von við at hugsa um avgerandi dystirnar í lands- og steypa­ kapping ísenn. Tí kann avleiðingin væl verða tann, at hálvfinalur og finala í steypakappingini ikki verða avgreidd fyrr enn komandi vár. Tað er í øllum førum einki innan UEFA-krøvini, sum forðar hesum, tí har skulu vinnandi steypafinalistarnir bara vera tøkir undan lutakastinum, sum er seinast í juni mánaði. Men hinvegin er tað nokk heldur ikki serliga smart fyri feløgini, tí talan aloftast er um ávísa útskifting í spælarahópinum millum álmanakkaár. Einfalt – men ótrúliga fløkt Løgmanssteypið ikki avgjørt í ár? Tað líkist eini føroyskari útgávu av stórfilminum – the Never ending Story – nú FSF, HB og ÍSF á fjórða mánaði royna at finna útav, hvørt tað skal hava avleiðingar fyri HB, at teir tann 25. mars gjørdu nýtslu av spælara, sum ikki hevði spæliloyvi Í kríggi og kærleika eru allar snildir galdandi. Men politiskt var tað neyvan serliga smart av HB, at teir støðugt hava flættað spæliloyvi hjá øðrum spælarum í øðrum feløgum upp í málið um Páll M. Joensen. Íalt eru 13 ymisk nøvn komin fram undir viðgerðini, og tað hevur neyvan økt um popularitetin hjá HB, at teir á hendan hátt óbeinleiðis hava ákært feløgini fyri ikki at hava skil í sínum viðurskiftum. Serstakliga eru tað trý nøvn, sum støðugt hava verið drigin fram í ljósmála. Eisini í viðgerðini í Dómsnevndini. Teir tríggir eru Sorin Anghel og Knút Vesturtún úr EB/Streymi og so Klæmint Matras úr B36. Men tað tykist meira enn ivasamt, hvørt nýtslan av hesum spælararum fer at kosta ávíkavist EB/Streymi og B36 nøkur stig. -mørk