Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 136 - 18. juli 2006 ] Ikki eftir FIFA- reglunum Áðrenn Ítróttar- dómstólurin fór í holt við sjálva viðgerðina av málinum, varð eftirkannað, hvørt dómstólurin hevði hei- mild at taka málið upp yvirhøvur. Í hesum viðfangi verður í frágreiðingini eisini nevnt, at hugt hevur verið eftir, hvørt hetta er í stríð við tær reglur, sum eru galdandi hjá avvarðandi sersambandi. Herundir er eisini kannað, hvørt talan er um viðgerð, sum er í stríð við FIFA- reglurnar. Og her hevur Ítróttardómstólurin eina greiða støðu: » Ítróttadómstólurin metir ikki, at FIFA reglu- verkið (FIFA Statutes, art. 61 Obligations), har forboð er sett móti at leggja mál fyri vanligu dómstólarnir, útilokar, at Ítróttadómstólur ÍSF hevur myndugleika at viðgera mál, har Dóms- nevndin hjá FSF hevur tikið avgerð.« Verður hugt at FIFA- reglunum, so tykjast hesar tó at vera eins grei- ðar, sum niðurstøðan hjá dómstólinum. Umsett til føroyskt ljóðar grein 61 hjá FIFA nevnliga soleiðis: »Stk. 2: Tað er ikki loyvt at fara til vanligu dómstólarnar uttan so at tað er beinleiðis loyvt í FIFA lógarverkinum. Stk. 3:  Fyri at tryggja hesum, skulu sam- bondini seta ein klausul í sínar viðtøkur sum for- bjóðar teirra feløgum at leggja trætur fyri vanligu dómstólarnar og at leggja allar trætur undir ræðisøki hjá sambandinum, tí avvarandi konfed- eratiónini ella FIFA.« -mørk Mest merkisverda punktið í úrskurðinum hjá Ítróttardómstólinum er helst, at teir í síni niðurstøðu áleggja Kappingarnevndini, at hava atlit til tvey onnur mál, tá Páll M. Joensen málið nú verður viðgjørt av nýggjum. Sjálvandi verður hetta gjørt við at vísa til líkaregluna, soleiðis at staðfestast kann, at mál verða viðgjørd eins. Men í úrskurðinum stendur eisini, at tað suverent er upp til Kappingarnevndina at gera av, hvørji mál skulu takast upp til viðgerð sambært grein 39 í kappingarreglunum. Hetta tí HB í síni hoyring í málinum gjørdi vart við, at tey mettu tað sum ivasamt, at talan var um “í serligum førum”, tá málið á fyrsta sinni varð tikið upp. Við at nýta orðinina »taka atlit til« sleppur Dómstólurin sjálvandi undan, at tey beinleiðis krevja, at hini bæði málini verða tikin upp sambært grein 39. Men tað ber hinvegin illa til hjá Kappingarnevndini, at hava atlit til hesi mál, uttan at tey verða viðgjørd. -mørk Mest sum frá fyrstu tíð hevur málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen havt meira enn ein farra av politikki yvir sær Páll-málið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá málið tók seg upp, var skoðsmálið úr HB alt fyri eitt greitt. Hóast tað ikki varð sagt alment, so var hugburðurin í nógvum av túnatosinum, at hetta var eitt takk fyri seinast frá – serstakliga – Óla Holm, forseta, og Ísak Mikladal, aðalskrivara, fyri at fyrr- verandi HB-formaðurin hevði dittað sær at stilla upp til FSF-valið. Nú skulu vit ikki taka dagar ímillum, hvat er rætt og ikki. Men tað skerst ikki burtur,at politikkur er komin í. Tað er eingin loyna, at Høgni í Stórustovu – sum eisini hevur eina fortíð sum HB-spælari – heldur enn fegin vildi halda málinum burtur frá nakrari viðgerð. Og at hann tí hevur lagt seg á sama bógv, sum undanmaður hansara, Bjarki Mohr, gjørdi tað í fjør. Kanska eisini ein endurspegling av, at bæði Høgni og Bjarki eru vanir við at gera um seg á vøllinum heldur enn á skrivaraborðinum, tá um fótbólt ræður, og at teir tí eru »idealistar« í so máta. Hetta skilt soleiðis, at teir vilja hava so fáar fótbóltsspur- ningar, sum tað á nakran hátt er gjørligt, avgreiddar yvir skrivaraborðið. Samstundis hava Karl Vidtfeldt og Rúni Heinesen hildið fast um fatanina, sum teir høvdu í fjør. Eisini hóast Rúni tá at byrja við ikki helt, at B36 og KÍ skuldu dømast at tapa sínar dystir í steypakappingini. Tað kann annars tykjast merkisvert, at Kappingar- nevndin – og formaðurin í hesi – hildu málið vera somikið prinsipielt, at eitt slíkt mál aftur í ár skuldi beinast í aðalnevndina. Tí ein problemstilningur kann væl ikki áhaldandi blíva við at vera líka prinsipiellur ár eftir ár. Aðalnevndin fekk ikki gjørt stórt øðrvísi enn at hava somu støðu til spurningin um spæliloyvi, sum hon hevði tað í fjør, men hesa ferð varð hon skotin í senk av dómsnevndini. Takk fyri seinast Kanska fyrst og fremst, tí fáur maður innan FSF er so vælbevandraður innan lógirnar, sum Dánjal An- dreasen er tað. Óteljandi ferðir hevur hann – sum formaður í lógarnevndini - kveistrað uppskot av aðalfundinum, tí hesi ikki luku øll formlig krøv, ella tí tey vóru í stríð við aðrar paragraffir. Og hesa ferð var hann skjótur at staðfesta, at aðalnevndin als ikki heimild at handla, sum hon hevði gjørt. At hann við hesum samstundis kundi vinna onkrar neisur móti nøkrum av teimum, sum í síni tíð kroystu hann úr formanssessinum, var sum so kanska eyka krydd. Og Jónfinn Thomsen, sum eisini er í Dómsnevndini var skjótur at vera samdur við Dánjali. Kanska eitt sindur merkisvert at sami Jónfinn í fjør var verji hjá B36 í teirra máli um spæliloyvi – ella mangul upp á sama. Tí var kanska væntandi, at hann hevði eina støðu, sum vardi felagið, men tað er merkisvert, at hann fyri einum ári síðani ikki fann fram til sama argument. Politikkur er tó politikkur, og so skjótt sum FSF bað um juridiskt responsum frá Christiani Andreasen, mundi eisini standa greitt, at málið skuldi koyrast umaftur. Ikki minst, tí Christian og Dánjal vóru be- inleiðis mótstøðumenn, tá formansvalið stóð á skránni fyri trimum mánaðum síð- ani. So á hendan hátt kundi Dánjal fáa aftursvar. Og tá Kappingarnevndin varð tvingað at taka støðu, so kundi hon illa verða øðrvísi. Í fjør bað man um, at aðalnevndin tók støðu til prinsipiellan spurning, og tað sama varð gjørt í ár. Og tí kundi Kappingarnevndin illa ganga ímóti hesum prinsippum – hóast for- maðurin royndi tað. Málini tengd saman Enn stuttligari gjørdist tað, tá málið aftur varð skotið fyri Dómsnevndina. Eisini her var talan um 2-1 dóm, og tilmælið frá minnilutanum var í øllum førum merkisvert. Nevnliga at hetta málið ikki kundi viðgerast, uttan at atlit samstundis varð tikið til tey bæði málini um Klæmint Matras og Knút V. Vesturtún. Og at Ítróttardómstólurin somuleiðis kom til somu niðurstøðu, var sum so enn meira merkisvert. Tí sjálvandi skal líka- reglan vera galdandi. Og FSF hevði eisini boðað frá, at teir fóru at viðgera hini bæði málini, so skjótt málið um Páll M. Joensen var endaliga avgreitt. Men samstundis er tað ein sannroynd, at bæði Dómsnevnd og Ítróttar- dómstólur høvdu eitt mál – ikki tvey onnur – at taka støðu til. Og tí er tað alt annað líka merkisvert, tá tvey onnur dømi – sum kanska eru brot – verða vavd upp í viðgerðina. Gegnisspurningur Í hesum sambandi er eisini vert at bíta merki í, at tað í FSF-krókunum hevur verið tosað um gegnið hjá minnilutanum í Dómsnevndini og hjá pørtum av Ítróttadóm- stólinum. Omanfyri er leikluturin hjá Jónfinni Thomsen í fjør nevndur, og tað er púra greitt, at nógv í FSF ikki hava so øgiliga nógv til yvirs fyri nøkrum av limunum í Ítróttardómstólinum. Eitt nú er Børge B. Hansen ikki ókunnugmaður í HB-húsinum, men hóast tað metti hann seg ikki vera ógegniðan. Heldur ikki hóast líknandi støða bar við sær, at Peter Even Djurhuus metti seg inhabilan, tá málið var í Dómsnevndini. Hartil verður tutlað um, at Anna Dam situr undir liðini á Jógvani Páll Lassen – sum ikki er heilt einki í HB – í gerandisdegnum. At Poul Hansen er makkari hjá Jónfinni Thomsen, sum í Dómsnevndini var í minniluta, og at Eyðbjørn Larsen í gerandislívinum er juridiskur ráðgevi í Tórshavnar Kommunu, har ÍSF-forsetin eisini er borgarstjóri. Sami ÍSF- stjóri, sum setti hart ímóti hørðum, tá FSF ikki vildi hava, at Ítróttardómstólurin blandaði seg. Tað skal tó ikki av hesum síðum leggjast nøkrum av omanfyrinevndu fyri, at gegnið ikki hevur verið í lagi. Men í einum samfelag sum tí føroyska, slepst neyvan undan, at tosað verður um slíkar spur- ningar. Sum pávin einaferð tók til, so er fótbólturin helst tann týdningarmesti av øllum týdnignarleysum spurningum. Og tí tykist eisini, sum er eitt lutfalsliga einfalt mál um spæliloyvi nú vorðið til stórpolitik í føroyska ítróttarheiminum. Politikkur í langum banum Spenningurin var stórur, tá atkvøðurnar við FSF-formansvalið vórðu taldar. At enda stóð á jøvnum millum avbjóðaran, Birgir Enghamar, og sitandi formannin, Óla Holm. Og frá fleiri síðum verður gitt, at hetta er ein av atvoldunum til, at málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen yvir høvur varð tikið upp Blása við mjøli í munninum