mikudagur 19. juli 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2006
tíðindi
Í fimm dagar hevur
verið róð fram
undir á heimasíðu
Tjóðveldisfloksins, at
sambandsmaðurin
Johan Dahl skal hava
lænt maskinur frá
Fiskavirking uttan at
siga frá. Bæði Johan
Dahl og Meinhard
Jacobsen, stjóri á
Fiskavirking, vísa
hesum aftur. Høgni
Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins
heldur málið vera
óheppið
INSINUATIÓN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
“Passar tað, at orsøkin til at
Fiskavirking aftur steðgar
sínum arbeiði í Vági, at
Johan Dahl og co. hava
gjørt ein Jørgen, tvs. ”lænt”
maskinur frá Fiskavirking
til sítt egna virki uttan at
siga frá?”.
Soleiðis spyr ein, ið nevn
ir seg ”Hvalbing” á kjak
torginum á heimasíðuni hjá
Tjóðveldisflokkinum, og
sipar helst til, at ein annar
politikari, nevniliga Jørgen
Niclasen, einaferð segðist
at hava flutt maskinur
av einum virki inn á eitt
annað.
”Hvalbing” hevur byrj
að kjakið ”Dahl gjørt ein
Jørgen” tann 14. juli á
heimasíðuni, og síðani eru
nøkur svar komin. M.a.
svarar ein ”Lopramaður”
at talan kanska er um fisk
heldur enn maskinur.
Róð verður altso fram
undir, at Johan Dahl skal
hava framt stuldur á Faroe
Seafood í Vági.
Sjálvur hevði sigur Johan
Dahl seg ikki kenna nakað
til málið, tá Sosialurin
ringdi til hansara í dag
fyri at vátta ella avsanna
tað, ið stendur á kjaktorgi
Tjóðveldisfloksins. Hann
metir, at tað saktans kann
vera talan um neisir, ið onkur
politiskur mótstøðumaður
roynir at vinna honum.
- Hatta er nakað forferdi
ligt vrøvl. Eg havi einki við
Fiskavirking at gera, sigur
Johan Dahl, og sigur, at
hann bara er íleggjari í Palm
Seafood í Vági, og tí ikki
veit nakað um hatta. Hann
upplýsir, at maskinurnar
á Palm Seafood koma úr
Noregi.
– Hatta er óseriøst. Púra
hen í veðrið. Eg veit einki
um hatta har, sigur ein
heldur østur Johan Dahl í
fartelefonini úr Danmark,
har hann er staddur í løt
uni.
Eingin ansað síðuni
seinastu dagarnar
Meinhard Jacobsen, stjóri
á Fiskavirking, sigur seg
heldur einki kenna til, at
Johan Dahl skal hava framt
slíkt, og avsannar tíðindini.
Hann upplýsir tó, tey hava
havt eitt mál, har fiskur
frá Faroe Seafood endaði á
Palm Seafodd, men at hetta
er fakturerað og goldið og
tí úti av verðini.
Skrivstovan hjá Tjóðveld
isflokkinum er stongd í
hesum døgum vegna summ
arfrí. Tí eydnaðist ikki at
fáa eina viðmerking hað
ani, men Høgni Hoydal,
floksformaður, sigur seg
ikki hava sæð heimasíðuna
seinastu dagarnar.
– Ein webmastari ansar
eftir, at sovorðið ikki slepp
ur at standa og strikar inn
legg, um tey eru ov grov,
sigur Høgni Hoydal, sum
heldur hetta málið vera sera
óheppið.
Hann sigur, at tey onk
untíð hava ætlað at givist
við
kjakinum,
tá
tey
síggja, hvussu summi hava
misbrúkt síðuna. Í løtuni er
skrivstovan hjá flokkinum
tó sum nevnt í summarfrí,
og tí er síðan ikki ansað
síðan 14. juli, tá innleggið
um Johan Dahl varð skriv
að.
– Nú havi eg ikki sæð
hatta, men tá ið tú hevur
eitt opið kjak, kanst tú altíð
rokna við slíkum, men tað
er altíð óheppið, tá ting, sum
ikki passa, verða skrivað,
sigur Høgni Hoydal, sum
sigur, at kjakið sjálvt hevur
altíð verið eitt evni, sum tey
í flokkinum hava kjakast
um, og at tað altíð er ein
vandi fyri persónsálopum,
tá kjakið er opið fyri øll
um.
Enn hevur tann fjøl
miðlaábyrgdarnevndin
skipað seg, nú nýggj fjøl
miðlaábyrgdarlóg er skipað.
Hetta hendir neyvan fyrr
enn tann um hálvan august.
Men hugsast kann, at
heimasíður við kjaktorgum
kunna verða viðgjørd av
eini slíkari nevnd, har
elektroniskir miðlar eisini
kunnu verða viðgjørdir.
Johan Dahl lagdur
undir stuldur
Johan Dahl