mikudagur 19. juli 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 137 - 19. juli 2006
Um mjørki verður ov
ofta í Hetlandi er ikki
vist, at Atlantsflog
fer at lenda har í
framtíðini
FLOGFERÐSLA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Tann nýggja rutan hjá
Atlantsflogi millum Het
land, London og Føroyar
kann
møguliga
verða
avtikin, um hetlendingar
ikki sum skjótast fáa betri
innflúgvingartól.
Soleiðis verður Magni
Arge, stjóri í Atlantic Air
ways, endurgivin í Shetland
News í dag.
Mánadagin fekk flogfarið
úr London ikki sett seg
í Hetlandi fyri mjørka,
og tey 31 ferðafólkini
vórðu í staðin flogin til
Føroya, tí tað ikki bar til
at finna innivist til teirra
í Aberdeen. Tey sluppu tí
ikki til Hetlands fyrr enn í
gjár. Tá bar heldur ikki til
at lenda í Sumburgh flog
havnini, og flogfarið hjá
Atlantsflog setti seg í staðin
í oljufloghavnini Scatsta.
– Hetta er fyrstu ferð, at
vit hava flogið til Føroya við
ferðafólki vegna mjørka,
upplýsir Magni Arge fyri
Sosialinum.
Magni Arge sigur við
Shetland News, at um hetta
verður gerandiskostur, so
verður tað trupult at halda
fram við at flúgva til Het
lands.
– Vit hava frammanund
an trupulleikar orsakað av
veðri í Føroyum, og tað
verður ov torført hjá okkum
at flúgva til tvær floghavnir,
ið eru óstøðugar, sigur
hann.
Hetland betur fyri
enn Føroyar
Magni Arge sigur við
Sosialin, at tey undir øllum
skulu umhugsa rutuna til
Hetlands, men at tað higartil
hevur gingið væl við henni.
Undirtøkan hevur verið
vaksandi bæði úr Føroyum
og Hetlandi, og nógv fólk
hava eisini valt flúgva við
Atlantsflogi úr London.
Magni Arge sigur, at tey
fara at endurskoða rutuna
til Hetlands tíðliga í heyst,
og at tað veldst nógv um
lendingarviðurskiftini, um
hildið verður fram.
– Um tað hendir annan
ella triðja hvønn mánaða,
at vit ikki kunnu lenda, so
kunnu vit liva við tí, sigur
Magni Arge, men hann
metir ikki, at Atlantsflog
kann hava tvey støð, sum
kunnu
verða
óstøðug.
Mjørki kann jú sum kunnugt
koma fyri í Føroyum, og
tí vil Atlantsflog ikki hava
eitt stað afturat, tey ikki
kunnu líta á.
Hinvegin eru hetlendingar
betri fyri í flogvallarhøpi enn
føroyingar. Í Hetlandi eru
nevniliga tvinnir flogvallir,
og høvuðsflogvøllurin hev
ur tvær breytir. Tó hava
ILS-tólini
vanta,
men
Magni Arge sigur, at tey hjá
Atlantsflogi hava fingið,
at hetta kemur í rættlag í
hesum mánaðinum.
Atlantsflog fór 23. juni
undir nýggju flogrutuna til
Hetlands, og flogið verður
tvær ferðir um vikuna mill
um London, Hetland og
Føroyar.
Tað er sera misjavnt,
hvussu ofta mjørki forðar
fyri, at tað ber til at lenda
í Vágum. Í fjør vórðu einar
60 lendingar útsettar vegna
mjørka, og tað var tað
mesta nakrantíð. Onnur ár
hevur næstan einki flogfør
útsett lendingina. Tað eru
serliga
útsynningur
og
sunnan, sum kunnu geva
flogførum trupulleikar at
lenda í Vágum.
tíðindi
STUBBIN Fjarðarvegur 12, Vestmanna
Tlf. 471 800 stubbin@stubbin.fo www.stubbin.fo
Lívdarveggir
Atlantsflog umhugsar rutuna til Hetlands