Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2006 5 tíðindi Landsstýrismaðurin, sum umsitur Strand­ ferðsluna, sær onki skeivt í, at tað nú eisini verður loyvt at skeinkja umborð á Smyrli Skeinkiloyvi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at Smyril nú eisini fær skeinkiloyvi. Jacob Vestergaard, lands­stýrismaður í inn­ lendismálum, sum eisini umsitur Strandferðsluna, hevur onki ímóti, at Smyril nú fær skeinkiloyvi. Sum vit søgdu í Sosi­ alinum í gjár, hevur Strand­ ferðslan søkt um at fáa hálvt skeinkiloyvi til Smyril og loyvisnevndin hevur giv­ið tilsøgn um at ganga umsóknini á møti. Nú skulu ymisk formlig viðurskifti fáast í rættlag og so verður endaligt skeink­ iloyvi skrivað. Tað, sum Strandferðslan hevur søkt um til Smyril, er eitt hálvt skeinkiloyvi, sum gevur rætt at selja øl og vín. Heini á Borg á Strand­ ferðsluni, segði við Sosialin í gjár, at Smyril skal ikki verða eitt flótandi vertshús og ætlanin er bara at selja nøkur sløg av hvítvíni og reyðvíni og pilsnarøl. Gulløl verður ikki selt, hóast loyvið eisini umfatar tað. Og skeinkiloyvið er ikki givið til alt skipið, men bara til matstovurnar á 6. dekki. Ikki fortreð av tí Tað kemur ikki óvart á lands­stýrismannin í sam­ ferðslu­málum, at Smyril hevur fingið skeinkiloyvi. – Áðrenn Strandferðslan søkti um loyvið, spurdu tey landsstýrismannin, hvørja støðu, hann hevur til, at Smyril fær skeinkiloyvi. Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur onki ímóti, at Smyril fær eitt hálvt skeinkiloyvi. – Heldur Strandferðslan, at skeinkiloyvi er ein partur av matstovuvirkseminum umborð á Smyrli, havi eg ikki fortreð av tí, sigur hann. Hann heldur, at tað eigur at bera til at skeinkja undir skipaðum viðurskiftum og tað ivast hann ikki í, verður galdandi umborð á Smyrli. – Tað síggi eg onki skeivt í. Samstundis staðfestir hann, at ongar ætlanir eru um at gera Smyril til eina siglandi barr og tað verður heldur ikki so. – Men ofta er tað betri at skeinkja undir skipaðum viðurskiftum, heldur enn tann óskipaða skeinkingin, sum nú fer fram. – Tað er onki dulsmál, at sum støðan er nú, verður rúsdrekka mangan dragsað umborð á Smyrli og tá er tað manningin, sum fær upptakið av teirri óskipaðu rúsdrekkanýtsluni, sum er. – Fyrimunurin við at Smyril fær skeinkiloyvi er, at so kunnu tey sjálvi hava eftirlit við, hvussu nógv tey skeinkja og til hvønn tey skeinkja. – At tey sjálvi fáa skeinkiloyvi, áleggur eisini eina skyldu á tey um at hava eftirlit við søluni og tað stúri eg ikki fyri, sigur Jacob Vestergaard. Hóast ætlanin er at fara undir nýbygningin á Skála longu í heyst, hevur landsstýrið enn onga umsókn fingið um at fáa pólskar sveisarar til landið. Tað er heldur ongin avtala fingin við donsku stjórnina um, hvussu slík mál skulu avgreiðast og sostatt hongur øll ætlanin eitt sindur í leysari luft. Men landsstýrismaðurin lovar, at tá ið umsóknin kemur, verður hon við viðgjørd við vælvild Arbeiðsmarknaður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ætlanin at fáa pólskar sveis­ arar til Føroya at sveisa skrokkin til skipið, sum Thor í Hósvík ætlar byggja á Skála, kann fáa eitt skot fyri bógvin. Ætlanin er at fara undir arbeiðið í heyst og í tí sam­bandi er ætlanin at fáa pólskar sveisarar til Skála at sveisa skrokkin. Men hóast tað bara eru tveir, tríggir mánaðir til arbeiðið skal byrja, er enn ongin umsókn send lands­ stýrinum um at fáa pólskar sveisarar til Føroya at gera arbeiðið. Teir pólsku sveisararnir, sum skulu gera arbeiðið, skulu hava loyvið frá landsstýrinum at koma til Føroyar at gera arbeiðið. Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, stað­fest­ ir, at innlendis­mála­ráðið hevur onga umsókn fingið um at fáa pólskar sveisarar til Føroya at gera skrokkin til skipið hjá Thor. Samstundis staðfestir hann, at enn er ongin avtal­að fingin við donsku stjórnina um, hvussu slík mál skulu avgreiðast. – Hetta var ein spurning­ ur, sum vit umrøddu tá ið danski ráðharrin, Rikke Hvils­høj var her fyrr í summ­ar. – Vit avráddu, at hetta var eitt mál, sum vit skuldu royna at finna eina mannagongd fyri. Hon segði, at dømi sum hesi eru kend í Danmark og at eru undirtøka fyri tí í Føroyum, eiga vit at finna eina avtalu ímillum landsstýrið og donsku stjórn­­ina um, hvussu slík mál skulu avgreiðast. Jacob Vestergaard sigur, at tá ið Rikke Hvilshøj var í Føroyum, varð endamálið at finna eina avtalu ímillum londini bæði rættiliga skjótt. – Vit tosaðu um at vit skulu fáa greiði á viður­ skiftunum í næsta mánað, sigur hann. Men skuldi tað hent, at ein slík avtala ikki fæst í lag innanfyri tann tíðarkarm, sum er løgd, hevði tað ikki verið fyrstu ferð, at tað ikki gekk eftir ætlan. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at tá ið umsóknin kemur um at fáa pólskar sveisarar inn á Skála til hetta ávísa arbeiðið, fer umsóknin at verða viðgjørd við vælvild. – Men hóast tað, tekur tað altíð eitt sindur av tíð at avgreiða eina slíka umsókn. Politiskt skuldi ongi bein verið í hesum, men vit skulu kortini hava eina avtalu við donsku stjórnina um, hvussu mannagongdin skal vera í slíkum málum, tí tað er danska stjórnin, sum hevur myndugleikan. Men tað er ein for­treyt hjá Jacob Vester­gaard, at partarnir á arbeiðs­ marknaðinum eru samdir um ætlanina. Tí vil hann eisini hava eina undirskrivaða avtalu ímillum arbeiðsgevara og handverkarafelag um ætl­ anina. Samstundis skal lands­stýrið tryggja sær, umstøðurnar hjá útl­endsku sveis­arunum eru for­svar­ ligar, tvs, at býli, løn og onnur viðurskifti, eru nøkt­ andi. Hóast talan her er um eitt arbeiði, sum tekur meiri enn eitt hálvt ár, heldur Jacob Vestergaard, at ætlanin at fáa póllendingar higar at sveisa skrokkin til skipið hjá Thor, kann samanberast við tað, sum tey nevna montørsáttmálarnar. – Tað eru avtalur, har útlendingar koma higar í avmarkaða tíð, sum ikki skal vera longri enn tríggjar mánaðir, har tað ber til hjá útlendingum, at koma til Føroya at montera ella umvæla eina motor, ella eina maskinu o.a, sum føroyingar ikki hava fortreytir at gera sjálvir. – Ì hesum føri er talan um ein útlendskan undir­ veit­ara, sum sendir nøkur fólk til Føroya at gera eina heilt ávísa uppgávu og hóast talan er um meiri enn tríggjar mánaðir, heldur hann, at slíkt eigur at koma undir somu treytir sum montørsáttmálan, tí er talan um eina heilt avmarkaða uppgávu og so fara teir av landinum aftur. – At útlendingar koma higar at gera ávísar upp­ gáv­ur, kann gagna føroyskum handverki, men tað krevst størsta varsemi, heldur landsstýrismaðurin í innlendismálum Arbeiðs­ marknaður Áki Bertholdsen Aki@sosialurin.fo – Tað kann verða gagn­ ligt, at avtalur, sum hend­an verða gjørdar. Tað heldur Jacob Vester­gaard, lands­stýr­ is­maður í inn­lendis­ málum. Hann sipar til ætlan­ ina um at fáa pólskar sveisarar til Føroya at sveisa skrokkin til nýbygningin hjá Thor í Hòsvík. Í hesum føri fáa vit útlendingar til Føroya at gera eitt arbeiði, heldur enn at fáa arbeiðið gjørt í utlandinum. Í hesum føri hava vit ikki fólk at sveisa skrokkin og tí er hetta ikki í kapping við føroyska arbeiðsmegi. Hinvegin ásannar hann, at tað er neyðugt at vísa størsta varsemi í slíkum føri, tí tað má ikki verða so, at støð­ið verður máað undan føroyska arbeiðs­ marknaðinum. Men Jacob Vester­ gaard sigur, at hann dug­ir ikki at síggja, at hendan avtalan um sveisararnar á Skála á nakran hátt skal skapa fordømi fyri aðrar ætl­ anir um at gera slíkar avtalur. Hann dugir heldur ikki at síggja møgu­ leikan fyri at gera slíkar avtalur á øðrum økjum, eitt nú í sambandi við tímalønt arbeiði. Og hjá honum er tað ein avgjørd for­treyt fyri slíkum av­tal­um, at partarnir á arbeiðs­ marknaðinum eru samdir. Í hesum føri er tað tí ein fortreyt, at Lands­ felag Hand­verk­ar­anna tekur undir við ætl­an­ ini. – Á hesum øki verður politikkurin í hvussu so er ikki tann, at tað skal bera til hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða á føroyskum flakavirkjum, fyri at taka eitt dømi, sigur landsstýrismaðurin. Kann vera gagnligt fyri føroyskt handverk Kunnu koma at hanga í leysari luft á Skála Enn er ikki søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til pólsku sveisararnar, sum eftir ætlan skuldi koma inn á Skála at sveisa skrokkin til nýbygningin hjá Thor í Hósvík, so tað verður sum til skræddarans barsil Onki ímóti at Smyril hevur fingið skeinkiloyvi – Fyrimunurin við at Smyril fær skeinkiloyvi er, at so kunnu tey sjálvi hava eftirlit við, hvussu nógv tey skeinkja og hvønn tey skeinkja til, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður