mikudagur 19. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 137 - 19. juli 2006
tíðindi
Slatrið gongur um
Pillar, Switchfoot
ella ein fyrrverandi
limur úr DC Talk á
Fjarðafestivalin
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Leysasøgur hava gingið
um, at eitt heimsnavn
úr gospeltónleiki er á
veg til Fjarðafestivalin.
Fyrireikararnir vilja ikki
avdúka nakað endaligt,
men álítandi keldur vilja
vera við, at okkurt er um
tosið. Og harafturat er sagt,
at eitt av teimum trimum
nøvnunum hevur játtað
at koma. Hósmorgunin
fellur avgerðin. Tá verður
tíðindafundur har nøkur
nøvn verða avdúka, har-
ímillum hetta heilt stóra
navnið.
Hetta, at talan er um ein
av áðurnevndu bólkum, er
uttan iva søtir tónar fyri
fleiri gospel-fjepparar her
á landi.
Switchfoot er úr Kali-
fornia USA og spælir
gospel-tónleik.
Tónlei-
kaslagið
er
lýst
sum
alternativur rocktónleikur,
power pop, post-grunge.
Teir gjørdust kendir innan
gospelheimin í 2002 eftir
at fýra av teirra løgum
koma á ein film, “A Walk
to Remember”. Hetta førdi
til eina størri fløguútgávu,
The Beautiful Letdown, ið
kom út 2003, har stakfløgan
“Meant to Live” er á.
Michael Tait er eisini
ein av teimum, sum slatrið
hevur gingið um skal koma
til festivalin. Tait er fyrr-
verandi limur úr Dc Talk.
Hesin bólkurin gav út fimm
fløgur, ið vórðu serliga væl
móttiknar. Í 2000 avgjørdi
bólkurin at steðga á, og
limirnir í bólkinum fóru
hvør sær víðari við sínum
tónleiki. Hittið hjá Dc
Talk, “Jesus Freak”, hevur
ferðast kring tað mesta
av heiminum í útvarpi og
sjónvarpi. Eftir 2000 Tait
spælt við sínum bólki, Tait
Band,
Pillar er kent fyri hitt
meiri tunga tónleikaslagið.
Teir hava útgivið 5 fløgur,
og ætlanin er, at bólkurin
skal útgeva fløgu í ok-
tober, við heitinum »The
Reckoning«. Í tíðarritinum
CCM Magazine varð ból-
kurin av lesarunum valdur
at vera Best Hard Rock
Band í 2006. At byrja við
spældi bólkurin rap metal,
men spælir nú tungan rock.
F j a r ð a f e s t i v a l u r i n
verður hildin í Kelduni í
Skálabotni og nærhendis
samkomuhúsinum. Gospel-
tiltakið verður í síðsta parti
av august mánað.
Heimskent gospelnavn á Fjarðafestival
Michael Tait
Pillar
Switchfoot
Nýggj sangbók er
komin á marknaðin,
bókin er eitt sindur
øðrvísi enn Grøna
Sangbók, við tað
at fleiri útlendskir
sangir eru við og
so sjálvsagt teir
slagararnir sum eru
komnir ta seinastu
tíðina
Týsdagin
var
hugnalig
samkoma í sambandi við at
sangbókin, Okkara Sang-
bók, varð útgivin. Ikki
so fá komu inn á gólvi í
bókhandlinum Rit og Rák í
SMS, hendan eftirmiddagin
tiltakið fór fram. Á skránni
var m.a. sangur, røða og
eisini var okkurt leskiligt at
fáa afturvið.
Bókin er skipa undir
fylgjandi
bólkaheitum:
»Føroyingar, sum her nú
koma saman«, »Barna-
hjartað alramest«, »Ser-
tilfar«, og síðan »Í húnar
hátt«, har tjóðsangur og
flaggsangir eru við.
Tað er undir tí fyrsta
bólkinum, at fleiri útlend-
skir slagarar eru komnir við.
Harímillum eru tónlistafólk
sum Evert Taube, Gasolin,
Queen, The Everly Brothers
og fleiri. Her finnur ein
sangir, sum kunnu hóska
til góðan felagssang. Ímil-
lum sangirnar er lagið
hjá Queen, »Bohemian
Rapshody«, sum neyvan
kann vera so lættur at tríva
í hjá vanliga føroyinginum
um hetta var ætlanini. Men
uttan iva fara teir nýggju
útlendsku
og
sjálvsagt
teir føroysku sangirnir at
krydda fleiri veitsluløtur og
aðrar løtur, har høvið er til
tess.
Í bókini er eitt væl skipað
leitiyvirlit. Forlagið á Deild
gevur Okkara Sangbók út,
lagt til rættis hava Magni
Olsen og Ernst S. Olsen.
Jj
Okkara Sangbók útkomin
Fleiri kend andlit úr
føroyskum tónleiki vitjaðu,
m.a. Kristian Blak og Hanus
G. Johansen
Tað var gravgangur eftir bókini, tey í Rit og Rák mettu at upp
ímóti 300 eintøk vóru seld hendan eftirmiddagin
Ferðgáar til Miðvágs
Landsverk fer at seta nakrar ferðgáar upp
í Miðvági, men annars eru ongar ætlanir
um at gera nakað við vandamikla vegin.
FERÐSla
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað liggja ongar ætlanir um at gera nakað við vegin í
Miðvági í nærmastu framtíð. Tað staðfestir Oyvindur
Brimnes, stjóri á Landsverk. - Vit fara fyrsta dagin
at seta ferðgáar upp, og royndirnar við teimum
siga okkum, at bilførararnir trýsta og bremsuna og
minka um ferðina, tá teir síggja ferðgáarnar. Hetta
verður eisini einastu tiltøkini beint nú, sigur stjórin
á Landsverk. Ein ferðgái er hesi skeltini, sum standa
við vegjaðaran og blinka, tá ið tú koyrir skjótari
enn tú hevur loyvi til, og tað eru tílíkt skelti, sum
Landsverk nú fer at seta upp í Miðvági.
- Tað ber ikki til at bara stilla nakrar forðingar upp
her og har, tí hetta má viðgerast av teimum røttu
fólkunum. Handla vit í óðum verki, so kann ringasta
avleiðingin vera, at vit gera vegin nógv ótryggari enn
hann er, sigur Oyvindur Brimnes. Hann vísir eisini á,
at øll skelting og allar merkingar skulu viðgerast, og
at hetta tekur tíð. - Vegamyndugleikar, kommunali
myndugleikin og ferðslumyndugleikin skulu allir
hava sítt at skula sagt, og tískil hendir onki frá degi
til dags, staðfestir Oyvindur Brimnes.
Allur bati bøtur
Rúna Sivertsen er formaður í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd. Hon sigur, at allur bati bøtur og
ásannar, at hóast ferðgáar hvørki er besta ella
næstbesta loysnin upp á trupulleikan av vegnum í
Miðvági, so er tað eitt stig tann rætta vegin.
Hon sigur tó, at tað als ikki kann góðtakast, at onki
er gjørt frá landsins síðu enn. - Vegurin skal vera
gjørdur á ein slíkan hátt, at hann ikki leggur upp til,
at bilarnir skulu koyra skjótt. Tað er eisini okkara
heilt greiða meining, at allir landsvegir eiga at liggja
uttan fyri bygt øki, sigur Rúna Sivertsen, sum er
greið yvir, at tað hvørki hendir í dag ella í morgin,
at vegurin í Miðvági verður lagdur út um bygdina.
- Tað hevði tó verið tað optimala, men tá tað ikki ber
til her og nú, so átti hámarksferðin at verið sett niður
til 30 km/t, eins sum hon átti at verið allastaðni har
børn spæla og familjur búleikast, staðfestir Rúna
Sivertsen.
Arbeiða av øllum alvi
Elias Næs er formaður í tekniskunevnd í Miðvágs
kommunu. Hann veit at siga, at arbeiðið við vegnum
í Miðvági byrjaði fyri nógvum árum síðani, men er
eisini steðga upp fleiri ferðir.
Men nú er gongd aftur í málinum: - Vit høvdu fund
við ein verkfrøðing 12. juni um, hvør besta loysnin
til vegatrupulleikan er. Á fundinum løgdu vit nøkur
hugskot fram um, hvussu vit ímyndaðu okkum at tað
kundi verið gjørt, og verkfrøðingurin, sum arbeiðir
av øllum alvi í løtuni, hevur lovað at venda aftur við
einum uppleggi í fyrru helvt av august, sigur Elias
Næs úr Miðvágs kommunu.
Hann sigur eisini, at ferðslan er nógv broytt
síðani tunnilin kom. - Bilarnir koyrdu munandi
skjótari gjøgnum bygdina áðrenn tunnilin kom, tí
allir skuldu náa Sam. Men tá tunnilin kom og ongin
Sam var, slakkaðu allir bilarnir av og ferðin minkaði
heilt fitt, greiðir Elias Næs frá. Hann heldur tó, at
seinastu tíðina eru bilarnir farnir at koyra skjótari
aftur gjøgnum bygdina. Uttan at vita heilt hví so er,
nevnir Elias Næs nógv øktu flogferðsluna sum eina
møguliga frágreiðing.
Miðvágs kommuna fær tó ikki at gjørt nakað við,
at bilarnir nú aftur eru farnir at seta ferðina upp,
tá teir koyra gjøgnum bygdina. Meginparturin av
bygdaráðnum er í feriu, og fyri at kunna gera nakað
sum helst, má bygdaráðið vera savnað.
- Tað er heldur ikki til nógva nyttu, um vit handla
fyrst og hugsa aftaná, sigur Elias Næs, formaður í
tekniskunevnd í Miðvágs kommunu.
Við øðrum orðum mugu íbúgvarnir í Miðvági taka
til takkar við ferðgáum til einaferð í august mánaði,
tá eitt upplegg frá einum verkfrøðingi kemur um,
hvussu viðurskiftini í bygdini kunnu betrast.