Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2006  tíðindi Um tað var ein av teimum mongu, sum koyra púra svakt gjøgnum bygdina, hevði tað ikki lirrað í dóttur okkara, siga foreldrini hjá 6 ára gomlu Jónhild, sum varð fyri ferðsluóhappi í Miðvági. Nú vóna tey, at myndugleikarnir fáa skil á ferðsluni í bygdini. Ferðsla Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Mynd: Rigmor Dam Tey eru skelkað, óð og troytt, familjan Thomassen, sum stendur framman fyri heiminum á Leitisvegi í Miðvági. Tey peika og vísa hvar óhappið hendi, tá lítla dóttur teirra Jónhild varð ákoyrd mánakvøldið. - Øll, sum búgva her á vegastrekkinum liva í einum ævigum ótta, og vit hava gjørt vart við ferðsluruðuleikan her í fleiri ár, sigur Nomi Thomassen (36), sum er mamma Jónhild, sum var so óheppin, at verða rakt av einum bili, tá hon skuldi yvir um vegin, at vitja vinkonu sína. - Her búgva nógv børn, og tey spæla úti allan dagin, nú summar er og tey hava frí. Tey spæla sjálvsagt ikki úti á vegnum, men av og á noyðast tey yvir um vegin, tá tey skulu vitja hvønn annan, sigur Stig (37), sum er pápi Jónhild. Og hann vísir á, at tá ongin gonguteigur er, og tá bilarnar alla tíðina koyra alt alt ov skjótt, hava børnini ongan kjans. Visti, at tað var hent Og Nomi minnist løtuna, tá óhappið hendi. At hon er stødd í heiminum, tá ein kona kemur stórleypandi inn at siga henni frá. Men áðrenn hon fær sagt nakað, spyr Nomi ovfarin, um Jónhild er ákoyrd. Hesum játtar konan, sum tó sissar hana og hon greiðir varliga frá, at Jónhild er ákoyrd, men at tað ikki er álvarsligt. - Eg visti tað í somu løtu, sum konan kom inn. Sá á henni, at eitt hvørt var áfatt, og tá visti eg beinan vegin, at Jónhild hevði verið fyri einari ferðsluvanlukku. Hetta sigur eitt sindur um óttan, sum vit alla tíðina liva við, sigur Nomi. - Vit prísa okkum fyri, at tað var ein varin bilførari, sum koyrdi á dóttur okkara. Av tí at ferðir var so lág, var skaðin ikki størri, greiðir Nomi frá, meðan hon vísir á, at Jónhild, sum er seks ára gomul, fekk nakrar snuddir í ferðsluóhappinum, og sjúkrabilur flutti hana á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hon hevði brotið øsbeinið, skeiklað tummulin umframt aðrar smávegis snuddir á krop- pinum. - Dóttur okkara kundi verið steindeyð, um tað var ein sum koyrdi sum svakur, ella um tað var ein av tei- mum mongu trailarunum, bussunum og lastbilunum, sum heldur ikki koyra eftir umstøðunum, sigur Stig. Og hann sigur seg bæði vænta og vóna, at nakað fer at henda nú og at myndugleikarnir skipa fyri, at ferðin á ferðsluni, sum koyrir gjøgnum bygdina, verður tálmað. Ferðin skal niður Og Nomi leggur afturat, at børnini í Miðvági, sum ganga í 1. flokki, skulu í skúla í Sandavági, og tá tey skulu við bussinum klokkan 8 á morgni, mugu tey yvir um vegin, fyri at koma til busssteðgiplássið. - Tá fúka bilarnir gjøgnum bygdina og børnini eru púra prísgivin og kunnu standa í fleiri minuttir og bíða eftir at sleppa yvirum. Tá so bussurin nærkast, renna tey bara avstað, so tað er til at blíva nervavrak av at búgva her, sigur Nomi uppgevandi. Og abbi Jónhild, Jóhannes Hammer, sum er koyrilærari og hevur staðið hjá alla tíðina, leggur avgjørdur afturat, at: - Teir koyra so svakt her, at tað er bara eitt at gera, og tað er at fáa ferðina niður. Tað nyttar ikki bara at seta skelti upp ella at gera gonguteigar. Tað mugu vera beinleiðis vegaforðingar, sum gera, at førararnir verða noyddir niður í ferð, tí tað er tað einasta teir virða. Foreldur á Leitisvegnum í Miðvági siga seg ikki hava tíð til at bíða eftir at kommunan og Landsverk koma við einari heildarloyns, sum skal tálma ferðini hjá bilum, ið koyra gjøgnum bygdina. Ferðsla Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Ein hópur uppá eini tríati foreldur møttu á borgara- fundi í MB-húsinum í Miðvági týsdagin, har ferðsluruðuleikin í bygdini var til viðgerðar. Fólk vóru rættiliga ørkymlaði av at kommunan onki ger fyri ferðslutrygdina og tey eftirlýstu eina fyribilsloysn, sum kann setast í verk beinanvegin. Brutal ferðsla Jónfinn Olsen er foreldur í grannalagnum og formaður fyri foreldrafelagnum í Útibarnagarðinum. Hann er pápi at tveimum dreingjum, sum eru ávikavist 1 og fimm ára gamlir. Hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við ótolandi ferðslu- viðurskiftini í bygdini, eitt nú við at seta seg í samband við løgregluna, Landsverk og fjølmiðlarnar. Millum annað sendi hann bygdaráðnum eitt skriv í desember 2004, har hann heitti á kommununa um at gera nakað munagott fyri at seta ferðina á øllum akførum niður. Í hesum sambandi hugsaði hann serliga um strekkið á Leitisvegnum, frá tí at akførini koma inn í bygdina við Keypsamtøkuna í Miðvági og heim til løg- reglustøðina í Miðvági. Men Jónfinn sigur seg verða vónbrotnan av, at einki er hent og ikki minst at hann einki svar hevur fingið frá kommununi enn. Á borgarafundinum skýrdi hann ferðsluviðurskiftini at vera brutal og hann bað millum annað einasta umboðið fyri kommununa, sum var møtt upp, Elias Næs, um at lova sær, at nakað ítøkiligt verður gjørt beinanvegin, so ikki fleiri óneyðug óhapp henda, áðrenn ein heildarloysn verður sett í verk. - Kommunan hevur heimild til at gera júst sum hon vil á vegastrekkinum, sum kommunan hevur ábyrgdina av. Til dømis ber til at leggja bungur út á vegin, og fototól, sum vit kenna tað frá eitt nú Noregi, segði Jónfinn. Men Elias Næs kundi ikki lova at nakað hendir beint nú, tí at kommunan er farin undir eina heildarætlan, har ein verkfrøðingur stinga út í kortið eina loysn. - Og tað ber ikki til bara at seta okkurt upp, sum eingin vissa er fyri at riggar, segði hann millum annað. Bilar koyra á húsini Eisini Sólfríð Fjallsbak, sum tók stig til borgarafundin og er foreldur á Leitis- vegnum, er sera ónøgd við viðurskiftini. Hon hevur fleiri ferðir upplivað, at óhapp hava verið nærhendis húsum sínum, og ikki minni enn tvær ferðir hava bilar, sum koyrdu alt ov skjótt um svingið við smiðjuna, rent inn í garð og hús hennara, og bilarnir sum stóðu í túninum vórðu vrak. - Um børn vóru fyri tá, tori eg ikki at hugsa um avleiðingarnar, sigur Sólfríð, sum eisini sendi eitt hvassorðað lesarabræv til fjølmiðlarnar tann 3. mai. Har hon spurdi, hvussu nógv lív skulu latast áðrenn nakað hendir. Harumframt hevur hon uppí saman verið í samband við kommuna, Landsverk og Løgregluna. Men Sólfríð dugir í verandi støðu bert at ímynda sær eina loysn, tí hon sigur seg ikki hava tíð til at bíða eftir eini loysn frá myndugleikunum. - Nú mugu vit foreldur gera okkurt sjálvi. Antin vit fara út og mála 50 km/t. á vegin við stórum stavum, seta betonklossar allan vegin fram við vegnum ella vit parkera bilarnar í báðum síðum, so ferðslan noyðist at sikk/sakka seg gjøgnum bygdina, sigur Sólfríð, sum undrar seg á, at kommunan ikki kann skipa fyri einari fyribilsloysn, til dømis sum á Vatnsoyrum, har kommunan hevur sett ferðatálmarar upp. Ferðin skal niður Ferðin gjøgnum bygdina er ov nógv, hetta varð eitt nú prógvað herfyri, tá løgreglan tók ikki færri enn fimm bilførarar innan ein tíma. Hesir koyrdu allir so skjótt, at teir missa koyrikortið. So niðurstøðan av fund- inum kann sigast at vera, at øll eru samd um at ferðin skal tálmast, men at nakað av ósemju var um, hvussu hetta verður gjørt, og nær tað skal gerast. Løgreglan í oynni er niðurpínd, tí øll orkan fer til flogvøllin, og fólk vóru samd um, at tað er ikki nóg mikið bert at gera gonguteigar, tí fólk hava í heilum verið úti fyri, at tá tey steðga fyri fótgangarum, so verða tey yvirhálað av bilum, sum koma aftanífrá. Og tá er nógv vandamiklari at steðga, til dømis fyri einum Jónhild kundi verið steindeyð Hava ikki tíð at bíða eftir myndugleikunum Øll, sum búgva her á vegastrekkinum liva í einum ævigum ótta, og vit hava gjørt vart við ferðsluruðuleikan her í fleiri ár, siga foreldrini hjá lítlu Jónhild, Nomi og Stig Thomassen. Jónfinn Olsen og Sólfríð Fjallsbak eru foreldur at børnum sum spæla í grannalagnum. Tey eftirlýsa, at myndugleikarnir taka stig til ferðatálmandi tiltøk beinanvegin. Sum vant helt fundurin fram, tá fundurin var lokin. Her foreldur, sum siga seg fáa nervar av, at bilarnir koyra so skjótt. Onkur teirra hava selt húsini og eru flutt burtur av somu orsøk.