Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 137 - 19. juli 2006 tíðindi Stutt sagt Norska songkvinnan Ane Brun hevur júst givið út nýggjastu stakfløguna av vælumtóktu fløguni ”Duets”, talan er um lagið Rubber & Soul, ið er ein duett við Teit Lassen. Teitur hevur spælt á fleiri konsertum við song­kvinnuni, ið hevur havt fleiri hitt í bæði í Noregi og í Svøríki har hon hevur búleikast síð­ an ártúsundskiftið. Lag­ið “Lift Me”, ið hon syng­ur saman við norska bólk­ inum Madruga hevur ver­ið nógv at hoyrt í norð­urlendskum útvarpi. Umframt Teit og Madruga syngur Ane Brun duett við Tobias Fröberg, Liv Widell, Wendy McNeill, Ron Sexsmith, Syd Matt­ ers, Tingsek, Ellekari Larsson from The Tiny og Lars Bygden. Rubber & Soul er somu­ leiðis eitt sjónbanda­lag, har Teitur og Ane syngja saman. Lagið liggur m.a. á heimasíðunum mtve. com og anebrun.se. nud Aftur í kvøld verður sýn­is­glugga konsert í Kagg­anum hesaferð við eini skrá, ið ber brá av størri royndum og sum er eitt sindur friðarligari enn punk sýnisgluggin í gjár. Bólkarnir vera Deja Vu, Lena, Kristleif Zachariassen, Amazon Air og Høgni Lisberg. Konsertin verður í sam­ bandi við vitjanina hjá amerikumanninum Bret Perkins, ið m.a. er virkin í Dansk Artist Forbund..a Dansk Artist For­bund skipaði saman við m.ø. Føroya Undir­halds­­tón­ leik­ara­felag og Norð­ur­ landahúsinum fyri FO/ DK konsertunum kring Føroyar í vetur. Perkins fer seinni í ár, at hava tónleikaverkstaðir í Før­ oyum, og ferðin í Før­ oyum er fyri, at hann kann kunna seg við før­ oyska tón­leika­pallin. Tað er í hesum sambandi at sýnis­glugga konsertin verður hildin. Konsertin er almenn og 18 ára aldursmark er. nud Hóskvøldið verður vísu­ kvøld við føroyska úti­ setatrubadurinum Stanley Samuelsen í Glitnum. Stanley vitjar javnan heima á klettunum, og hann borðreiðir altíð vil vælspældum og sungnum vísum. Stanley er eyðkendur vísusangari, ið hevur latið tvær fløgur úr hondum. Serliga hevur lagið Um eg kundi kvøði vunnið sær pláss í føroysku hjørt­ unum. Lagt er upp til gott vísukvøld, har høvi veru­ liga verður at hugna sær. Stanley Samuelsen hev­ur fingið framúr góð ummæli ikki bert sum vísu­sangari í Føroyum, men so sanniliga eisini í okk­ara grannalondum. nud Teitur duett er nýggj stakfløga Aftur ein sýnis­glugga­ konsert í Kagganum Stanley vitjar í Glitnum Teldusníkar úr Mið­ eystri og Turkalandi fremja í hesum døgum álop á før­ oyskar heimasíður, ið tykjast at vera samskipaði og eftir øllum at døma eru knýtt at tekningunum av Muhammed í danska dagblaðnum Jyllands Posten Alnetið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Alt fleiri føroyskar heima­ síður hava seinastu mánað­ irnar verið fyri álopi av arabiskum og turkiskum teldusníkum, serliga illa fyri hevur síðan humor.fo verið. Humor.fo er álopin 6 ferðir, heili tríggjar av hesum ferðum hava verið seinastu vikuna. Rúni Lava Olsen, ið rekur síðuna, hevur kannað álop­ ini og sigur at her er als ikki talan um tilvildarlig álop, men eina tilætlaða herferð, ímóti føroyskum síðum, ið eru gjørdar í Mambo heimasíðuskipanini. Álopini byrjaðu stutt eftir, at kreppan um Mu­ham­med tekn­ing­ar­ nar var or­søk til álop á nógvar dansk­ar heima­síður. Rúni Lava Olsen greiðir frá, at álopini á føroyskar heimasíðir, verða framd tí muslimsku teldusníkarnir seta føroyskar heimasíður í samband við Danmark. Rúni sigur: “Humor.fo er blivin álopin 6 ferðir tilsamans, og 2 av hesum ferðunum var, meðan síðan enn var undir menning. Tað vil siga, at eingin uttan eg sjálvur kendi til hesa heimasíðuna, og man kundi ikki finna nakrar leinkir til humor.fo á alnetinum. Eg helt tað vera eitt sind­ ur løgið, at turkiskir teldu­ sníkar kendu til mína heima­síðu, meðan so at siga eingin annar gjørdi.” Humor.fo hevur verið álopin tríggjar ferðir innan fáar dagar, og skaðin hevur verið heilt stórur onkra av ferðunum. M.a. er øll síðan sletta, og var tað ikki fyri trygdaravritunum, hevði 2 ára arbeiðið verið mist. Tí hevur Rúni Lava Olsen granskað statistikkin fyri heimasíðuna, og er komin fram til, at øll tey sum hava lopið á humor.fo, eru komin inn á síðuna, við at leita á Google eftir sama setningi: “allinurl: .fo/ index.php?option=com_ content”. Hann hevur eisini funnið útav, at talan er um ymiskar teldusníkar hvørja ferð. Hetta kundi bent á, at her er ikki bert talan um ein einstakling, ið loypir á, men um ein bólk ella eitt netverk, ið er fari undir eina samskipaða herferð. “Tað sum Google, og aðrar leitiskipanir gera, tá ein brúkari skrivar ein tílíkan setning, er at finna allar heimasíður sum eru til, sum hava akkurát handan setningin í adressuni.”, greiðir Rúni Lava Olsen frá. “Tann fyrsti parturin av hesum setningi “.fo”, ger at einans føroyskar heimasíður koma fram. “/index.php?option=com_ content”. finnur heimasíður, sum nýta Mambo heima­ síðuskipanina. Tað finnast nógvar heimasíðuskipanir, men Mambo er tann ein­ asta heimasíðuskipanin, sum hevur (/index. php?option=com_content) í adress­uni. Rúni sigur, at orsøkin til, at telduskíkurin vil finna heimasíður, sum nýta Mambo stýriskipanina, er, at hann kennir Mambo væl, og kennir eisini veikleikarnar í hesari stýriskipanini. Tað er so, at Mambo er ein tann mest brúkta stýriskipanin í heiminum, og ókeypis hjá øllum at nýta. Hetta ger tíverri tað, at teldusníkar granska stýriskipanina fyri veikleikar, og síðani finna teir síður fram, sum teir kunnu gera álop á. Rúni vísir á, at heimasíðurnar hjá t.d. Glintir og X- Size, ið eisini eru álopnar somuleiðis eru gjørdar í Mambo skipanini. Fyri humor.fo hava álopini havt óhepnar fylgjur, síðan, ið vísir føroyingum skemt av ymiskum slag, hevur onkrar dagar ligið óvirkin og er sostatt dottin niður eftir vevmátingarlistanum hjá Gallup, umvælingarnar hava somuleiðis kostað teim­ um bæði tíð og pening. Google finnur yvir 400 Føroyskar heimasíður sum nýta Mambo, og allar hesar heimasíður eru í vanda fyri at blíva álopnar, greiður Rúni frá. Hann sigur, at humor. fo ætlar at nýta eitt forrit, sum broytur adressurnar, so teldusníkarnir ikki kunnu eyðmerkja heimasíður, sum eina føroyska síðu sum nýtur Mambo heima­ síðuskipanina. Vit hava einki yvirlit yvir, hvussu nógvar av hesum síðum longu er álopnar. Føroyskar heimasíður eru terrormál Heimasíðurnar hjá Glitnir, Humor.fo og X-Size eru millum føroysku síðurnar, ið eru álopnar.