Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2006  tíðindi Phelps hevur úr at gera í USA Gospelsangarin David Phelps skal næsta hálva árið spæla eina ør- grynnu av konsertum. Phelps ferðast við tón- leikinum av seinastu útgávu sínari, Life is a Church, og hann hevur eisini gestasangarar við sær til ymsu tiltøkini. Phelps er víðagitin í USA, eftir at hann var limur í Gaither Vocal Band, og tað er serliga í USA, at hann fer at spæla næstu tíðina. Phelps ger tó eitt rend til Føroya fyrst í august mánaði at spæla á Sum- mar Festivalinum. -mørk The Rasmus og Metallica Á konsertferð sínari í Suðurafrika spældi The Rasmus til sama tiltak sum tiltikni amerik- anski rockbólkurin Metallica. Sjálvandi hittust tónleikararnir í teimum báðum ból- kunum í sambandi við konsertina, og tað var eisini onkur mynd tikin av. Á myndini síggjas tónleikararnir í the Rasmus saman við sangaranum í Metal- lica, James Hetfield. Teir í Metallica hildu, at tónleikurin hjá The Rasmus hevði fingið íblástur frá 80’ara rockinum. -mørk Festival- radio á Rás 2 Summar Festivalurin hevur fasta sending á Rás 2 einaferð um vikuna. Í sendingini verður tosað um festivalinum, aktuel- lur tónleikur frá festivalinum verður spældur, og práta ver- ður við fyrireikarar og tónleikarar. Sendingin á Rás 2 verður send hvønn mikudag kl. 17.00, og endursent verður fríggjamorgun kl. 11.00. Vertur í send- ingini er Eyðfinn Drewsen. -mørk (Mynd The Rasmus og Metallica) Bólkurin Vísumenn verða við á Summar Festivalinum í august. Bólkurin spælir lættan vísutónleik, og millum sangirnar eru eisini skemtiligir tættir sum Tubbakstátturin og Sjey drykkunætur Summar Festivalur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vísutónleikur, skemt og tættir sleppa eisini upp í part á Summar Festivalinum í ár, tí Vísumenn úr Klaksvík fara at spæla á festivalinum í august. Hans Hjalti Skaale, einaferð útnevndur sum næststuttligasti maður í Føroyum, er oddamaður í bólkinum, og hann he- vur ígjøgnum nógv ár sungið tættir, sum hann hevur skrivað saman við viðoyinginum Andriasi Ju- stesen. Seinastu tíðina hevur Hans Hjalti fingið góða tónleikaliga hjálp frá tei- mum royndum monnum, og saman kalla teir seg Vísumenn. Tónleikararnir, sum syng- ja og spæla saman vð Hans Hjalta, eru Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, sum báðir eisini spæla við rockbólkinum Hjarnum. Tubakk og tunnil Vísumenn syngja um bæði eitt og annað. Teir plaga onkuntíð at tríva í útlendskan vísu- og fólka- tónleik, men teir gloymi ikki teir skemtiligu tættirnar hjá Hans Hjalta og Andriasi. Tey flestu munnu kenna Tubbakstáttin og Sjey drykkjunætur, og tað ný- ggjasta er ein sangur um Norðoyatunnilin. Hesir tæt- tir verða uttan iva at hoyra á Summar Festivalinum. Hans Hjalti hevur í nógv ár sungið til ymisk tiltøk og á konsertum, men nú trínur hann rættiliga inn á festivalpallin við sínum tónleiki, og tað verður uttan iva ein undirhaldandi løta á Summar Festivalinum í ár. Vísumenn fara at arga og skemta Vísumenn eru til reiðar at trína inn á føroyska festivalpallin við sínum lætta og skemtiliga vísutónleiki Brandur Enni hevur seinastu tíðina verið oddamaður í bólkinum Anytime. Bólkurin spælir millum annað nýggjar sangir hjá Brandi Enni, og hesir verða at hoyra á Summar Festivalinum í august Summar Festivalur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Brandur Enni er ein ungur sangari, men tað eru nógv ár liðin, síðani hann veruliga breyt ígjøgnum í føroyskum tónleiki. Nú hevur hann egnan bólk, sum spælir tónleik, ið hann skrivar, og Brandur verður at hoyra á Summar Festivalinum í august. Brandur Enni hevur sungið fyri fólki, síðani hann var ein smádrongur. Og tá hann gjørdist ein av sangarunum í Kulum Rótum komu føroyingar av álvara at kenna tann eygagóða og dugnaliga sangaran. Seinni gjørdi Brandur mest sum poppstjørna í Føroyum, tá fløgan Waiting in the Moonlight kom út í 2002. Nógv varð gjørt bur- tur úr tónleikinum, og nakrir av Føroya bestu tónleikaru skrivaðu og spældur fyri Brand, sum veruliga hevði vind í seglunum við hesum tónleiki. Brandur spældi nógv uttanlands einu tíðina, og ikki minst í Íslandi var hann væl umtóktur. Og har endaði tað eisini við samstarvið við Jóhonnu Guðrun um sangin Still Friends. Brandur var eisini við á festivalumí Nibe og Jelling. Spælir egnan tónleik Í fjør summar varð Brandur liðugur við fólkaskúlan, og síðani hevur hann gjørt nógv við tónleikin. Hann hevur stovnað bólkin Anytime, sum hevur verið javnan at hoyrt seinastu tíðina, og hann hevur skrivað nógvan tónleik. Brandur hevur millum annað verið í Svøríki, har hann hevur arbeitt við sangum saman við dugna- ligum sangskrivarum og framleiðarum. Tað verður nakað av hesum, sum verður at hoyra, tá Anytime við Brandi Enni á odda fer at spæla á Summar Festivalinum í august. Umfra Brand Enni spæla eisini Leivur Samuelsenm, Bárður Poulsen, Sveinur Dam, Heini Ragnarson og Jákup Wardum í bólkinum. Brandur á flog við egnum tónleiki Brandur Enni á odda fyri bólkinum Anytime. Teir fara at spæla á Summar Festivalinum. Mynd: Heiðrikur av Heygum