Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 137 - 19. juli 2006 Samferðsluútbygging og ferðslutrygd mugu ganga hond í hond Tað eru tey, sum halda, at Føroyar sum tjóð og oyggjaland hevur heimsins best útbygda undirstøðukervi. Vit hava nútímans ferjur, breiðar og góðar vegir og tunlar bæði á landi og undir sjónum, sum knýta landið alt saman. Um somu tíð eru tað mong, sum halda, at vit eru als ikki heimsins bestu, tá tað snýr seg um ferðslutrygdina á hesum sama undirstøðukervi. Oftani kennist tað so sum at høgra hond ikki veit hvat vinstra ger. Útbygging av samferðslukervinum átti at gingið hond í hond við menningina av ferðslutrygdini. Tað ger hon bara ikki altíð. Og tað var ein hending í Miðvági nú um dagarnar eitt gott dømi um. Smágenta varð yvirkoyrd av „landsferðsluni“, sum gongur gjøgnum bygdina. Ávarað hevur verið um henda vanda oftani og tá einki røkist fyri at fáa ferðsluna til og frá flogvøllinum út um bygdina hava krøv verið frammi um at fáa ferðslu forðingar. Tað er hetta krav, sum bygdafólkið nú aftur setur fram. Prísurin fyri undirsjóvartunninlin til Vágar hevur verið, at ferðslan, sumfyrr koyrdi ígjøgnum bygdina ávís tíðarskeið á degnum, nú kemur í einumjøvnum streymi allan sólarringin. Og hóast vit øll vita, at vit eiga at koyra eftir umstøðunum, tykist tað sum, at fólk altíð fara heimanífrá ísíðstu løtu, tá tey skulu á flogvøllin. Hetta hóast tað ikki ger hvørgan fráella til at koyra 30, 50 ella 80, lítla strekkið gjøgnum bygdirnar á vegvestur. Prísurin fyri ferðluruðuleikan er, at tey, sum búgva fram við vegunum, liva við einum ævigum ótta og hóast tey ferð eftir ferð hava heitt á myndugleikarnar um at fáa sett ferðatálmarar upp, so hendir onki. Nú sigur bygdaráðið, at arbeitt verður við málinum og at ein heildarætlan skal gerast í samstarvi við landsmyndugleikarnar. Hóast tað má sigast at vera í tøkum tíma, er hetta at frøast um, og so er bara eftir at vóna, at ongin letur lív í ferðsluni vegna ov nógva ferð, áðrenn muyndugleikarnar hava sett ferðtálmandi tiltøk í verk. Tað kann ikki góðtakast, at foreldur og børn verða terroriserað av ferð og at børnini ikki kunnu ganga úti í bygdini trygg. Kanningar vísa, at seks av tíggju gongufólkum, sum verða ákoyrd av einum, ið koyrir 50 km/t., doyggja, meðan bert ein av tíggju doyggja, um ferðin er 30 km/t. Og so heita vit inniliga á fólk um at lækka ferðina, tá tey koyra í bygdum øki, og annars á myndugleikarnar um at skipa soleiðis fyri, at øll børn í landinum kunnu spæla úti, uttan at vera í vanda fyri at verða ákoyrd av bilum, sum koyra sum ørir. Sosialurin Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. »Vit ansa eftir okkara børnum, men tað ger ikki vegin tryggari!« Sólfríð Fjallsbak SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Oyvindur Brimnes heldur ikki at nakar trupulleiki er við ferðsluni ígjøgnum Miðvág. Eg kundi hugsa mær at vita, nær hann hevur steðgað í Miðvági seinast. Nær hann seinast hugdi eftir hagtølum yvir, hvussu nógv ferðsluóhapp henda her. Um hann veit, hvussu nógvir bilar og hvussu skjótt teir koyra ígjøgnum bygdina. Og hvussu nógvar barnafamiljur og eldri fólk búgva fram við “motorvegnum” gjøgnum Miðvágs bygd. Nú sigur hann, at ferðgáar koma upp skjótt. Tað ljóðar gott og tað gleða vit okkum til, men tað er ikki nóg gott, her má meira gerast. Okkara uppskot er at fáa fótgangarfeltir líknandi teimum, sum eru uttan fyri SMS í Havn. Men ferðgáar er ein góð fyribils loysn. Oyvindur Brimnes heldur, at tað er okkara uppgáva sum foreldur at ansa eftir okkara børnum. Hvar hevur tú verið? Tú hevur fullstendiga misskilt kjakið og endamálið her!!! Vit ansa eftir okkara børnum, men tað ger ikki vegin tryggari! Í 2004 vóru tvær ferðir ferðsluóhapp, har bilarnir endaðu inni í garðinum hjá okkum, og tað er har børnini spæla!! Skilir tú? Her búgva nógv børn báðu megin vegin, tey eru jøvn á aldri, so sjálvsagt vilja tey spæla saman. Og sjálvt um vit sum foreldur aloftast fylgja teimum yvirum vegin, so verða tað altíð løtur, har tað hendir, at børnini renna yvirum, uttan at hyggja seg fyri, tí tað gera børn! Børn eru børn, og við hvørt gloyma tey tíð og stað. Tí hava vit brúk fyri, at ferðslureglanir vera yvirhildnir gjøgnum bygdina, og ongantíð betur, enn at ferðin bleiv sett enn meiri niður, t.d. til 30km/t. Og tað er nú einaferð tit á Landsverkið, sum hava stórstu ávirkanina á, um ferðtálmarar koma ella ikki. Um vit so venda okkum burtur frá børnunum eina løtu, so eru eisini nógv eldri/gomul fólk, sum búgva her eisini. Skulu vit, sum foreldur eisini út at leiga tey yvirum? Ella hvat? Til eina aðru ferð Oyvindur: Set teg inn í mál, áðrenn tú byrjar at snakkað um tey. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum foreldur í Miðvági, um tær tørvast hjálp við tí. Viðmerking til Oyvind Brimnes: Mangt skal man hoyra Ein mamma í Miðvági Sólfríð fjallsbak Í visjón 2015 verður dentur lagdur á, at útbúgving er ein av grundarsteinunum undir einum burðardyggum samfelagi, og tískil verður miðað ímóti, at ein størri partur av føroyingum skulu hava eina hægri úbúgving. Hagtøl frá stuðulsstovninum, sum eru grundaði á tey sum fáa ÚS og ferðastuðul, vísa, at tað eru 552 føroyingar undir hægri lestnaði í Føroyum, meðan yvir 1000 lesa uttanfyri landoddarnar. Seinastu tíðina hevur verið nakað av kjaki um, at tað er ein trupulleiki, at ov fá av hesum 1000 venda heimaftur til Føroyar aftaná loknan lestur. Hetta siga hagtølini onki um, og sostatt ber heldur ikki til at gera eina endaliga niðurstøðu - er talan um ein veruligan trupulleika ella bara ógrundaðar gitingar? Hvussu er og ikki, so tykist ivin um eina framtíð í Føroyum at vera rættuliga vanligur millum føroyingar uttanlands, og ein kann spyrja seg sjálvan, hví tað er so? Hvat kunnu vit gera fyri at fáa útbúna fólkið heimaftur? Eigur føroyska samfelagið at gera meiri við hendan spurning, ella er tað líka so nógv tey lesandi sjálvi, ið eiga at skapa sína egnu framtíð í Føroyum ella aðrastaðni? Hesir spurningar verða viðgjørdir á árligu lestrarstevnuni hjá MFS, ið verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 19. juli klokkan 19.00. Byrjað verður við tveimum uppleggum við Margretu Nónklett (fólkalívsfrøðingi) og Rani Nolsøe(Samfelagsf røðingi). Síðani fara 4 ung fólk; Hallbera West, Heini í Skorini, Marianna Mørkere og Kári Sigvardsen at hugleiða um spurningin ”Heimaftur”?. Eftir ein steðg, har Sámal Ravnsfjall fer at undirhalda aftur við einum kaffimunni, verður lagt upp til kjak har luttakarar í panelinum fara at kjakast, og somuleiðis verður møguleiki at seta fram spurningar úr salinum. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfelt. MFS vónar at síggja nógv fólk í Miðlahúsinum mikukvøldið kl. 19.00 ”Heimaftur?” Tíðindaskriv frá MFS