mikudagur 19. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2006
11
tíðindi
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gevur
í hesum døgum út
fimm nýggjar bøkur
til børn og ung
Nýggjar bøkur
Anna V. Ellingsgaard
Til tey smæstu kemur bókin
Lítli Lávus frá høvdi til fót,
um ein rundan, lítlan drong,
sum goymir seg aftan fyri
ymiskt. Tey smáu kenna
kanska Lávus aftur frá teim
um fýra væl dámdu bók
unum um hann, sum komu
út síðsta ár.
Lítli Lávus frá høvdi til
fót er innbundin og 16 bls.
Marna Jacobsen týddi.
Myndabókin Gruffalo,
sum Julia Donaldson hevur
skrivað og Axel Scheffer
hevur myndprýtt, gjørdist
sera væl dámd, tá ið hon kom
út í Onglandi, ja, so væl, at
hon varð gjørd til sjónleik,
sum verður spældur fyri
børnum runt um í Onglandi.
Bókin sigur frá um eina mús,
sum noyðist at finna uppá
eitt øgiligt dýr fyri at sleppa
undan at verða etin av hinum
dýrunum. Men hvat hendir,
tá ið músin knappliga hittir
gruffalodýrið, sum hon
hevur rætt øll hini við?
Anna Maria Reinert Jen
sen hevur týtt Gruffalo,
sum er 24 bls.
Onnur krimisøgan fyri
børn kemur nú út á før
oyskum. Tað er Sámal
Kr. Jacobsen, sum hevur
týtt Gistingarhúsgátuna,
sum sigur frá, hvat hendi,
tá ið tann fína familjan
Åkerø fer á gistingarhús
og við sær hevur ein sera
virðismiklan kinesiskan
súreplamops. Okkurt løgið
er á gistingarhúsinum, men
til alla lukku eru detek
tivarnir Lassi og Maia har
fyri at loysa málið. Bókin
er løtt at lesa og væl egnað
til tey 8-10 ára gomlu.
Gistingarhúsgátan er 76 bls.
og innbundin.
Enski rithøvundurin Georgia
Byng sigur um høvuðsper
sónin í Ótrúligu hypnosu
bókini hjá Molly Moon, at
hon hevur skrivað um hend
ingarnar, sum Molly er fyri,
tí at hon heldur tað vera
órættvíst, at summi børn
hava so ringar umstøður. Tey
hava brúk fyri, at okkurt heilt
ótrúliga gott fer at henda.
Molly býr á barnaheimi,
har tey ikki fara væl við
børnum. Ein dagin kemur
hon fram á eina hypnosubók,
sum gevur henni vald yvir
fólki og fær tað ótrúligasta
at henda.
Elna Skylv Hansen hevur
týtt Ótrúliga hypnosubókin
hjá Molly Moon. Bókin er
heft og er 332 bls.
Til tey ungu gevur Bóka
deildin út bókina Anja –
biddarabarn í Moskva eftir
Mecka Lind. Jacob Meinhard
Sólbjørg týddi úr svenskum.
Bókadeildin hevur fyrr givið
út bøkur eftir Mecka Lind
um børn, ið eru heimleys.
Í 1996 kom bókin Sanna,
gøtubarn, í 2002 Isabel
– gøtubarn í Rio.
Tólv ára gamla Anja
firnast tey fremmandu,
sum eru komin at vitja
ommu hennara. Hon grun
ar ilt, men dugir ikki at
ímynda sær ta ræðuligu
lagnu, sum tey fremmandu
ætla sær. Skaldsøgan er
grundað á veruleikan hjá
biddaratrælum og gøtu
børnum í Moskva, soleiðis
sum tey uppliva hann hvønn
einasta dag.
Bókin er 273 bls. og heft
við klaffum.
Allar bøkurnar eru at fáa í
bókahandlunum.
Nýtt frá Bókadeildini
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Sølvá á Gerðisbakka
Leirvík
andaðist og varð jarðað.
Takk til prest, kirkjutænarar og tykkum
í missiónshúsinum fyri alla ta hjálp vit fingu.
Takk fyri uppringingar, blómur og kransar
og tit øll, sum hjálptu á annan hátt.
Eisini ein serstøk tøkk til tykkum í Danmark,
sum vóru har fyri okkum.
Takk til tykkum mongu, sum tóku ímóti
í Leirvíkar kirkju og sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna M, Theodor, Oddfríður, Sóleyð, Jóhan P.,
Sunnleyg, Bjarti og Brynhild
Sveinbjørn
Kvilt,
Skála, ættaður av Eiði
andaðist 17. juli, 83
ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Tollak Joensen, ættaður
av Oyrabakka, búsitandi
í Gøtuborg, Svøríki,
andaðist 5. juli, 65 ára
gamal.
Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Jógvan Vík úr Hald
arsvík
andaðist
á
Landssjúkrahúsinum
mánadagin 17. juli,
63 ára gamal. Farið
verður úr kapellinum
mikukvøldið klokkan
18. Jarðarferðin verður
úr Haldarsvíkar kirkju
hósdagin klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast
Jógvan Vík kunnu lata
eina peningagávu til
Sinnisbata. Konto í
Føroya Sparikassa.
Kistan við Henrikku
Hansen, Nes, fór av
Landssjúkrahúskapell
inum týsdagin kl. 17.
Jarðarferðin
verður
mikudagin kl. 14.00,
úr Nes Kirkju. Tey, ið
vilja minnast Henrikku,
kunnu lata eina gávu til
Vesturskin.
Jona Eidesgaard, Tvør
oyri, andaðist mána
dagin 17. juli, 88 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Jon Gulak Jacobsen,
ættaður úr Hvalba, and
aðist á sjúkrahúsinum
í Gentofte, sunnudagin
16. juli, 55 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Jansy Feilberg, Fugla
fjørður
andaðist
á
heiminum á Mýrinum
mánadagin 17. juli, 85
ára gomul. Jarðarferðin
verður lyst seinni.
Sigmund Bech, Tvør
oyri, andaðist á Suð
uroyarsjúkarhúsi sunnu
dagin 16. juli, 77 ára
gamal. Jarðarferðin var
mikudagin
klokkan
13.00.. Tey, ið vilja
minnast Sigmund, kunna
lata eina peningagávu
til Føroya felag móti
krabbameini; konta í
peningastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
Elias. Dagurin verður hildin til minnis um profetin
Elias, sum Kongabøkurnar í Gamla testamenti siga
frá. Í Føroyum hevur hann fingið navnið Líggjast.
Bíbilskt navn, ið merkir Jahve er Guð mín.