mikudagur 19. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 137 - 19. juli 2006
Hóast flestu næmingarnir á
FISK 2006 hava nógv um at
vera, fingu vit órógvað teir eina
tíma seinnapartin í gjár.
Tey fimm ungu, vit fingu orðið
á, hava øll valt at fara á FISK
2006, tí tey hava stóran áhuga
fyri filmi og ætla somuleiðis
møguliga at lesa víðari innan
filmsvinnuna:
– Vit ynskja øll at leggja lunnar
undir eina nýggja føroyska
filmsmentan. Hesin skúlin
birtir í øllum førum upp undir,
at fleiri føroyskir filmar verða
gjørdir, siga tey, men ivast tó
stórliga í, um filmmentanin
í framtíðini verður ein nýggj
vinna hjá føroyingum:
– Men vit verða í øllum førum
sett á heimskortið á ein øðrvísi
hátt.Vit vóna, at skúlin verður á
hvørjum ári, so fleiri føroyingar
kunnu fáa høvi til at royna seg á
filmsøkinum, siga tey samd, og
Turpin leggur afturat, at um ein
ætlar sær at lesa okkurt innan
filmsvinnuna, er tað avgjørt eitt
hugskot at fara á FISK:
– Føroyingar kenna ov lítið til
at gera film. Førleikin skal hava
teir røttu karmarnar at vaksa í.
Um gróðrarbotnurin ikki er har,
so ber einki til. Og tað er einki at
ivast í, at tann rætti botnurin er
á hesum filmsskúlanum, sigur
Turpin bjartskygdur, og Andreas
leggur afturat, at hann hevur
verið á øðrum filmsskúlum
uttanlands, og at føroyski skúlin
er á einum betri støði enn teir
skúlarnir, hann hevur roynt:
– Eg havi eitt nú verið á NUF
(kendur norskur filmsfestivalur,
blaðm.), og umstøðurnar á
føroyska filmsskúlanum eru
nógv betri.
– Her fær ein veruliga blóð
á tonna. Føroyski filmsskúlin
líkist sera nógv einari veruligari
filmsframleiðslu uttanlands,
sigur Franklin, og hini benda
høvdið kvikliga eitt sindur
framyvir og uppaftur.
Mentan
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Myndamaður: Jens Kr.
Forkunnug føroysk
filmsmentan
Skapandi ungdómur í einum góðum umhvørvi. Summi klippa,
meðan onnur fáast við ljós, ljóð og leikrit. Í sjónvarpshølunum
hjá Kringvarpinum arbeiða næmingarnir, sum luttaka á FISK
2006, nátt og dag fyri at fáa stuttfilmarnar lidnar: - Ein nýggj og
spennandi filmsmentan er á veg til Føroya, siga tey avgjørd.
STUTT UM FISK 2006
FISK 2006 er ein norðurlendskur
filmssummarskúli, sum í hesum døgum er í
Føroyum. 15 ung úr øllum Norðurlondunum
luttaka á skúlanum, sum hesaferð varar í fjúrtan
dagar.
Skúlin vendir sær til ung, sum hava royndir innan
film, ynskja at menna sítt filmsarbeiði bæði
fakliga og listaliga og hava ambitiónir ella hugsa
um at fáa sær eina yrkisleið innan film.
Lærararnir á FISK 2006 eru allir professjonellir
innan filmsvinnuna. Lærararnir á skúlanum eru
hesir: Filmsleikstjórin Joachim Bergenstråhle úr
Svøríki, ljóðmaðurin Jyrki Saarinen úr Finnlandi,
klipparin Anders Villadsen og myndamaðurin
Henrik Bohn Ipsen úr Danmark.
Næmingarnir á skúlanum hava higartil arbeitt
ídnir frá morgni til myrkurs í fýra bólkum. Fyrstu
vikuna framleiddu bólkarnir fýra venjingarfilmar,
men hesa vikuna skulu bólkarnir gera ein stuttfilm
og ein dokumentarfilm. Endabresturin á skúlanum
verður á G!. Tá verða filmarnir vístir á stórskíggja
fyri øllum áhugaðum.
Áðrenn skúlin fór í gongd, høvdu næmingarnir
fyrireikað seg til skúlan umvegis eina heimasíðu.
So tá næmingarnir hittust á skúlanum, vóru teir
klárir til at fara í gongd við at framleiða
stuttfilmin.
Vikuna áðrenn skúlin byrjaði, lýsti skúlin eftir
leikarum til filmarnar. Nógvir leikarar við royndum
á palli vóru áhugaðir, og eru nakrir av teimum við
í filmunum.
Norðurlendski Filmssummarskúlin er stuðlaður
av Nordisk Kulturfond, Mentamálaráðnum og
Atlantic Airways
Til ber at lesa meira um FISK 2006 á heimasíðuni
www.fisk2006.org.