mikudagur 19. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2006
13
Hvat halda tey um
FISK 2006?
Navn: ..........................Andreas
Aldur: ..........................21
Bústaður: ...................Svøríki
Starv á FISK 2006: .....Leikstjóri
– Vit hava skapað ótrúliga nógv hesar dagarnar, vit hava verið á FISK 2006. Lærararnir,
útgerðin og hølini eru framúr, og eg havi ment meg á ymiskar hættir.
– Fisk 2006 er eitt gott forum at hittast í hjá ungum úr øllum Norðurlondunum. Vónandi
verður skúlin á hvørjum ári. Føroyar eru eitt eksotiskt stað til ein filmsskúla, og hesin skúlin
kann lættliga gerast ein tann besti í Norðurlondunum.
– Eg meldaði meg til filmsskúlan, tí eg sá, at lærararnir vóru sera professjonellir. Ein tann
besti klipparin í Danmark – Anders Villadsen – er lærari hjá okkum, og tað er eina-
standandi.
Navn: ..........................Maarit
Aldur: ..........................17
Bústaður: ...................Finnland
Starv á FISK 2006: .....Ljóðfólk
– FISK 2006 er ein vælskipaður filmsskúli. Eg helt, eg skuldi búgva á einum vallaraheimið,
men bústaðurin hjá okkum hevur tikið meg á bóli. Vit búgva á Háskúlanum, hava eitt kamar
hvør og atmosferan er framúr. Alt, vit hava brúk fyri, hava vit fingið.
– Tímatalvan er nokk so strævin. Vit arbeiða alla tíðina og fáa nógv burturúr. Men hóast vit
hava nógv at gera, hugna vit okkum saman.
– Eg havi fingið nógvar góðar vinir, meðan eg havi verið her. Her eru nógv fitt fólk, og øll
royna í øllum førum at dáma hvønn annan. Tað noyðast vit, tí vit eru saman 24 tímar um
samdøgrið. Men tíbetur eri eg komin í ein góðan bólk.
– Tá eg fekk seinastu tímatalvuna, var eg um at gráta, tí vit hava bert fáar dagar eftir. Eg
fari at leingjast eftir mínum nýggju vinum.
Navn: ..........................Tórður
Aldur: ..........................23
Bústaður: ...................Tórshavn
Starv á FISK 2006: .....Myndamaður
– Eg eri glaður um, at eg havi hitt so nógv fitt fólk hesar dagarnar. – Knýtt vinabond við
bæði útlendingar og føroyingar.
– Eg ætli mær at arbeiða víðari innan filmsvinnuna, hóast filmsskúlin endar komandi
vikuskiftið.
– Hóast eg eri myndamaður, hevur tað serliga verið stuttligt at gjørt »soundtrack«. Eg og
Andreas (leikstjórin í bólkinum, blaðm.) gjørdu eitt lag, og so spældi eg gittara til filmin hjá
okkum.
– Tað einasta, eg havi at finnast at við filmsskúlanum, er vantandi frítíð. – Eg kundi eitt nú
væl hugsað mær at havt tíð til at farið og keypt ella okkurt. Men tað er sjálvandi ein
meining við strævnu tímatalvuni. Vit uppliva eitt intenst huglag, sum eisini er í veruliga
lívinum, tá ein arbeiðir við filmi.
Navn: ..........................Franklin
Aldur: ..........................19
Bústaður: ...................Klaksvík
Starv á FISK 2006: .....Framleiðslustjóri
– Eg eri øgiliga glaður um, at vinnan og
sjónleikaáhugað sjálvboðin hjálpa til við
FISK 2006.
– FISK 2006 hevur verið ein framúr góð
uppliving. Vónandi verður skúlin ein fastur
táttur í Føroyum á hvørjum ári.
– Vit hava eina sera stramma tíðarætlan. Tað er bæði stuttligt og stressandi í einum. Men
higartil hevur alt gingið eftir ætlan.
Navn: ..........................Turpin
Aldur: ..........................26
Bústaður: ...................Tórshavn
Starv á FISK 2006: .....Klippari
– Arbeiðsdagarnir eru langir á FISK 2006.
Vit verða vakt hvønn morgun klokkan átta
óansæð, um tað er vikuskiftið ella
gerandisdagur.
– Eg havi hitt nógv spennandi fólk á FISK 2006. Øll fáa møguleika at byggja brýr millum
Norðurlondini. Hetta er ein upplagdur møguleiki at víðka um sítt net.
– Eg kann einans mæla øllum til at fara á henda filmsskúlan næsta ár, um hann altso
verður tá. Hetta er ein tann mest spennandi verkætlanin, eg havi verið við í.
N
A
B
S
–
sj
FI
–
u
tá
N
A
B
St
–
Vi
ó
g