Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 137 - 19. juli 2006 Leygardagin var útoyggjastevna hildin í Skúvoy. Fyriskipararnir lata sera væl at tiltakinum, hóast tey eru vónbrotin um manglandi politiska áhuganum. Um 800 fólk vóru í Skúvoy henda dagin ÚTOYGGJAR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Leygardagin var útoyggjastevna í Skúvoy. Sera nógv fólk vóru møtt til stevnuna. Tað vóru bygdafólkini í Skúvoy, sum skipaðu fyri stevnuni. Olga Biskopstø er samskipari í útoyggja- felagnum, og hon er sera væl nøgd við tiltakið. - Tey hava gjørt eitt ótrúliga flott arbeiði. Stevnan var sera væl eydnað, og skúvoyingar eiga størsta partin av æruni, sigur Olga. Dagurin byrjaði við aðalfundi hjá útoyggja- felagnum. 150 fólk vóru møtt til aðalfundin. Tað var Olga sera væl nøgd við. Tað er ein sera góður moralskur stuðul, at so nógv møta. Stóra Dímun vann togtogan Veðrið var av tí allarfagrasta, og tað var ein sera týdningarmikil fortreyt fyri, at tiltakið skuldi vera væl eydnað, tí at næstan øll tiltøkini vóru uttandura. - Tað var ein útferð í Fagradali. Eisini var ein túrur í bygdini, har ið greitt var frá søguni hjá bygdini. Eisini var skipað fyri togtogan millum bygdirnar, og tá ið avtornaði, hevði Stóra Dímun vunnið ferðasteypið. Tað skal tó sigast, at tey lítlu plássini fingu hjálp frá fólki, sum kendu seg at hoyra til har, hóast tey eru búsitandi aðrastaðni. Í kirkjuni var framsýning, og um kvøldið var føroyskur og enskur dansur á skránni. Niðri við neystini vóru ymiskir básar við spølum og matsølu. Ein hoppiborg var eisini í bygdini, sum børnini hugnaðu sær óført við. Útoyggjastevnan stóran týdning Tað eru nógv fólk, sum antin búgva ella hava tætt tilknýti til eina útoyggj, og nógv av teimum vóru møtt til stevnuna leygardagin. Tað er eingin loyna, at miðsavningin hesi seinastu árini hevur tikið til, og tað setur útoyggjarnar í eina viðbrekna støðu. Fleiri og fleiri arbeiðspláss eru í meginøkinum, meðan tey gerast færri í útoyggjunum. Olga Biskopstø sigur, at ein tílík stevna hevur stóran týdning fyri útoyggjarnar. - Útoyggjafelagið arbeiðir miðvíst við at fáa fleiri arbeiðspláss til útoyggjarnar. Eisini arbeiða vit við at betra um ferðamøguleikarnar og infrastrukturin. Vit ynskja størri títtleika í siglingini millum oyggjarnar og meginøki, sigur Olga - Ein tílík stevna gevur okkum høvi at møtast og tosa saman. Vit kenna, at vit hava nakað til felags, og tað økir um solidaritetskensluna, sum er so týdningarmikil hjá minni plássum. Tað er ein ótrúliga stórur moralskur stuðul hjá útoyggjafelagnum, at so nógv fólk møta til aðalfundin og stevnuna sjálva, sigur hon. Røða Bergtóra Hanusardóttir setti stevnuna við einari røðu. Her eru brot úr røðuni hjá henni: - Útoyggjafólk hava í langa tíð verið fyri vanbýti, hvat mennandi íløgum viðvíkur, og dømi eru meiri enn so um, at framburður á teimum størru plássunum hevur ført til beinleiðis skerjingar av møguleikunum hjá fólki á útoyggj. - Tann nýggja skipanin av Farmaleiðum er eitt ræðandi dømi. Eitt annað er Norðuroyatunnilin, sum við øllum sínum møguleikum fyri Norðuroyggjar og meginøkið annars í ávísan mun bleiv eitt afturstig fyri kalsoyingar, sum mistu ferðasambandið við Leirvík og nú skulu gjalda fyri bæði fergu og tunnil, skulu tey suðurum - ein trupulleiki, sum lætt slapst undan, við framvegis at latið Sam siglt av og á til Leirvíkar, og eitt triðja er so henda nýggja skattalógin, sum í ringasta føri kann gerast fíggjarligur mønustingur fyri útoyggjar. - Eisini fjarskotin smápláss hava sítt at dragast við. Gásadalstunnilin kom í seinastu løtu, men kanska eisini beint uppundir eina nýggja framburðstíð fyri smáplássini, meðan Múlavegurin sum kunnugt var ov seinur at bjarga bygdini har. Hesin vegur, ið nú liggur í órøkt og skjótt verður so óbrúkiligur, at tey, sum enn røkja bygdina, kanska gevast við tí, ella at tey sum kundu hugsa sær at gjørt okkurt nýtt noyðast at byrja aftur frá null. - Men hvat bleiv so av teimum góðu ætlanunum at hava sum mest av dyrkaðu jørðini atkomuliga og í brúki her á landi? Um hvat vita vit í grundini um framtíðina? Hvat nú, um flutningur ein vakran dag ikki longur er møguligur millum Føroyar og útheimin? Hvussu skulu vit lívbjarga okkum tá? -Tað liva enn fólk, sum hava uppliva tveir veraldarbardagar, har vit hava verið uppií, og hava altso búleikast heilar tvær ferðir undir slíkum umstøðum. Katastrofur verða sum kunnugt verandi katastrofur uttan mun til modernitet, og tað ógvusligari fyri hvørja ferð, sum tað sær út. - Miðsavningin av snøgt sagt øllum virksemi í samfelagnum krevur, at eisini útoyggjar fáa flutningsfør og møguleikar, ið kunnu samanberast við tað, sum hini hava. Eitt nú við Teistan, Smyril, alskyns tunlar og asfalteraðar autostratur. - Vaksin noyðast ofta at ferðast ímillum til arbeiðis, men børnini noyðast avstað, skulu tey fylgja víðari skúlagongd og vanligum frítíðarítrivi. Brúkiligar eru hesar miðsavnandi loysnirnar bara, um børnini lætt og vandaleyst og ókeypis kunnu ferðast aftur og fram millum heimið og skúlan. Bangnar mammur hava tað ikki gott og verða neyvan verandi á staðnum, trívast hvørki børnini ella tær sjálvar við teimum umstøðunum, ið stinga seg upp, so hvørt sum tey smáu vaksnu. Einans Høgni Hoydal Eitt av høvuðsendamálunum við útoyggjastevnuni er at seta útoyggjarnar í miðdepilin, so at tær í størri mun kunnu gerast ein partur av politisku dagsskránni. Hetta seinna eydnaðist tó ikki so væl, tí at einans Útoyggjafólk hittast á Útoyggjastevna Bergtóra Hanusardóttir helt setanarrøðuna á útoyggjastevnuni. (Mynd: Gunnhild Dahl Niclasssen ) Tað vóru eisini tiltøk fyri børn á útoyggjastevnuni. Í neystunum vóru básar og spøl, og uttanfyri var ein hoppiborg. (Mynd: Gunnhild Dahl Niclasssen )