Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2006 15 tíðindi Tað er ein lítið tespilig sjón, sum møtir einum um ein gongur fram við kaikantin í Vágsbotni. Sterkur oljuluktur er í økinum framvið allan kaikantin. Fyrr í dag var sløkkiliðið í ferð við at taka tað ringasta burtur. Fiskafeit frá Fiskavirking og olja frá Skipasmiðjuni hava dálkað hetta so annars hugnalig øki. Borgarstjórin, Heðin Mortensen er stak illa nøgdur við støðuna. Fiskafeit frá Fiskavirking hevur í langa tíð runnið út á vánna. Sambært Heðini Mortensen sleppa teir undan ábyrgd í hesum málinum, orsakað av at teir byrjaðu sítt virksemi áðrenn ein lóg, sum forðar slíkari dálking varð sett í gildi. – Eg eri forsyndaður inn á støðuna. Bæði tað, at eingin ábyrgd verður áløgd og, at eingin fráboðan kemur fyrr enn einaferð í morgun. Um vit høvdu fingið boðini í betri tíð, høvdu vit kunna bøt munandi um skaðan. Á Skipasmiðjuni ígjár bleiv eitt skip tikið upp á beding og hetta skipið hevur eftir øllum at døma í nátt likið oljuna, sum nú er rikin – saman við fiskafeittinum – oman í krókin í Vágsbotni. Nú eru seglbátar og vanligir bátar, sum liggja við kaikantin, dálkaðir av evjuni. - Eitt filtur hevði helst loyst hendan trupulleikan við fiskafeittinum. Men nú ætli eg mær at tosa nærri við partarnar, sum hava við hetta málið at gera. Og løgreglan skal uppí málið, tí hetta ber ikki til. Vit hava leingi stríðst við at fáa tamarhald á kloakkskipanina í økinum og so fáa vit hetta. jj Dálking í Vágsbotni Heðin Mortensen kunnar seg um støðuna, meðan sløkkiliðið roynir at taka upp ein politikari var møttur til stevnuna. - Eg dugdi bara at síggja Høgna Hoydal í Skúvoy henda dagin. Tað er skuffandi, at okkara politikarar ikki hava størri áhuga fyri útoyggjunum. Serliga eri eg vónbrotin av, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, ikki var har, sigur Olga. - Vit mugu tosa hart fyri at fáa okkara mál fram, tí at tað eru fá, sum vilja tosa okkara søk. Um vit tiga, so verður ikki leingi, áðrenn tey minnu støðini fara at doyggja út, sigur hon. Men útoyggjafelagið fer at halda fram við sínum arbeiði um at betra um umstøðurnar hjá útoyggjunum við góðum treysti, lova tey frá útoyggjafelagnum. Í kirkjuni var framsýning, og hon var væl vitjað. (Mynd: Gunnhild Dahl Niclasssen ) Tað varð skipað fyri einum túri í bygdini, har ið greitt var frá søguni hjá Skúgvi. (Mynd: Gunnhild Dahl Niclasssen )