mikudagur 19. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 137 - 19. juli 2006
At ein arbeiðsbilur
ikki bert nýtist at vera
praktiskur, men eisini
kann síggja smartur
og elegantur út, er
nýggi Mitsubishi
L200 besta prógvið
um. Bilurin fæst bæði
sum Club Cab og sum
Double Cab
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mitsubishi L200 hevur í
mong ár verið ein kendur
og væl umtóktur pick-up,
sum verður nógv brúktur
sum arbeiðsbilur og av
teimum, ið hava serligan
flutningstørv og t.d. koyra
á ósløttum ella í brøttum
lendi.
Hesin nýggi L200 er ein
heilt nýggjur bilur, sum
veruliga sær út av nøkrum.
Hann sær nokk so ameri
kanskur út og er helst eisini
gjørdur við amerikanska
marknaðinum fyri eygað.
Mitsubishi L200 verður
gjørdur við bæði einkultari
kabinu (Club Cab) og við
dupultari kabinu (Double
Cab). Double Cab er fakt
iskt ein rúmligur 5-persóna
bilur við last.
Innan er eisini alt nýdesign
að. Í instrumentborðinum er
ein telda við t.d. barometri,
kumpass, hæddarmátara,
temperaturmátara og brenni
evnisnýtslumátara.
Motorurin er ein 2.5 litur
DI-D diesel við commonrail
innspræning og 136 hk.
Snúningsmomentið er upp
á 314 Nm við 2.000 o/min,
so talan er um ein bil ið
orkar væl, hóast hann er
tungt lastaður.
Super Select 4WD skip
anin ger tað lætt at skifta
millum 2WD og 4WD,
meðan bilurin koyrir við
eini ferð upp til 100 km/t.
Viðvíkjandi
trygdini
kunnu vit nevna at L200
hevur bæði elektroniskt
stabilitetkontroll og anti
spinn,
ASTC
(Active
Stability and Traction Con
trol), sum gevur bilinum
upp aftur betur 4x4 egin
leikar undir vánaligum
koyriumstøðum.
L200
er
sera
væl
útgjørdur, og so gott sum
alt er standard, sum t.d.
ABS bremsuskipan við
EBD, heilautomatiskt air
condition, hiti í setrunum,
el-síðuspegl við hita, trin
bretti á síðunum, útbygdar
skermar, alu-felgur og toku
lyktir.
L200 fæst bæði sum
persónvognur og sum Van.
Bíligasti L200 kostar kr.
255.000,-, tá er talan um ein
Club Cab í Invite útgávuni.
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Mitsubishi L200 Double Cab:
Smartur og
elegantur pick-up
Mitsubishi L200 Double Cab við dupultari kabinu er rúmligur 5-perónabilur við last
Innan er eisini alt nýdesignað. Til ber at skifta millum 2WD
ogWD, meðan bilurin koyrir við upp til 100 km/t.
Mitsubishi L200 Intense Double Cab
Motorurin
2.5 litur turbodiesel 136 hk v. commonrail
innspræning
Dekkstødd
245/65-17
Stødd og vekt
Longd
500,0 cm
Breidd
175,0 cm
Hædd
177,5 cm
Eginvekt
1.783 kg
Totalvekt
2.852 kg
Lastar
1.067 kg
Prísur
kr. 384.000,- sum persónbilur
kr. 284.000,- sum Van
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
FAKTA
”Tað er tað minst varda menniskja, sum er í mesta
vanda fyri at verða álvarliga skatt í ferðsluni”
Kelda: Ferdslutrygd
Motorurin orkar væl, lastin er lutfalsliga stór, og bilurin lastar 1.067 kg