Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2006 Meðan talið av motorsúkklum ongantíð hevur verið so stórt sum nú her hjá okkum, er tað ikki soleiðis allastaðni í danska kongaríkinum. Í Grønlandi hevur seinastu 26 árini als ikki verið loyvt at innflyta motorsúkklur MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í ár eru 26 ár liðin síðan grønlendska landsstýri setti forboð fyri innflutningi av motorsúkklum. ”Det er landsstyrets op­­ fattelse, at motorsykler generelt ikke er egnede som transportmiddel i Grøn­land, og de mange døds­fald, som skyldtes motor­­sykelulykker, gør, at landsstyret ikke finder, at der er behov for at op­hæve forbuddet”, segði land­stýrismaðurin í ferðslu­ málum Jørgen Wæver Johan­ sen, herfyri, tá upp skot var frammi um at avtaka bannið móti innflutningi av motorsúkklum. Hann avvísti blankt at loyvi aftur verður givið til innflutning av motorsúkklum til Grøn­ lands. Tað eru bert nakar heilt fáar motorsúkklur í Grønlandi, sum vórðu inn­ fluttar áðrenn forboðið varð sett í gildi í 1980. Ongar motorsúkklur til Grønlands Ansið eftir okkum Tað er ikki vandaleyst at arbeiða á vegunum mitt úti í ferðsluni. Tí heitir Landsverk á bilførarar um vísa varsemi og virða skeltini, ið verða sett upp í sambandi við vegarbeiði á landsvegunum Ferðslutrygd Hesa ársins tíðina fer serliga nógv arbeiði hjá Landsverki fram á vegunum og í tunlunum kring landið. Tað er nevniliga í summarhálvuni, at starvsfólk hjá Landsverki mála strikur og asfaltera vegirnar. Afturat hesum arbeiði skulu vegir og tunlar haldast reinir og ruddiligir alt árið, so framkoman er optimal og ferðslutrygdin í lagi fyri tey ferðandi. Grót verður ruddað av vegunum, skeltir skulu vaskast, ruskíløt fram við landsvegnum tømast og bussskýli verða vaskað og ruddað regluliga. Hetta dagliga arbeiði mitt úti í ferðsluni á lands­ vegunum er ikki heilt vandaleyst. Tað er tí av alstórum týdningi, at bilførarar á landsvegunum eisini hava hetta í huganum - at ansa eftir okkara fólki úti á vegunum og inni í myrku tunlunum. Bilførarar geva ikki skeltunum um at seta ferðina niður nóg stóran ans, og tí er tað ofta við lívinum í vága, at arbeitt verður á landsvegunum, siga tey á Landsverki. Kelda: www.landsverk.fo Kemur tú so illa fyri, at tú rennir á eitt fólk, er stórur møguleiki fyri, at tú bjargar tí lívinum, um tú koyrir við 30 km/t. Koyrir tú harafturímóti við 50 km/t er í alraflestu førum deyðin vísur Ferðslutrygd Sera neyvar kanningar hava sýnt, at 6 av 10 gongu­ fólkum, sum verða ákoyrd við 50 km/t, doyggja. Men er ferðin 30 km/t, so doyr ”bara” 1 av 10. Hesin munur stendst av avmarkaðu krops­ ligu for­ treytunum. Manna­kropp ­ urin tolir so dánt at verða ákoyrdur við 30 km/t. Men at verða ákoyrd við 50 km/t, tola vit ikki, uttan vit vórðu gjørd av stáli í orðsins veruliga týdningi. Harumframt eigur at verða havt í huga, at tað er nógv minni vandi hjá bilum, sum koyra 30 km/t, at koyra á fólk, enn um koyrd verður 50 km/t. Orsøkin er tann, at bilførari, ið koyrir 30 km/ t, megnar betur at steðga, áður enn skaðin er hendur. Tað er tað minst varda menniskjað, sum er í mesta vanda at verða álvarliga skatt í ferðsluni, og tað er tí tað óvarda menniskjað, ið ásetur, hvussu ferðslukervið skal verða gjørt. Kelda: www.ferdslutrygd.fo Tín ferð kann bjarga Meðan talið av motorsúkklum ongantíð hevur verið so stórt sum nú her hjá okkum, er tað als ikki loyvi at innflyta motorsúkklur til Grønlands Mannakroppurin tolir so dánt at verða ákoyrdur við 30 km/t. Men at verða ákoyrd við 50 km/t, tola vit ikki, uttan vit vórðu gjørd av stáli Mynd: RFF Tað er av alstórum týdningi, at bilførarar á landsvegunum ansa eftir teimum, sum arbeiða úti á vegunum og inni í myrku tunlunum Mynd: Landsverk 17 bilar