mikudagur 19. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 137 - 19. juli 2006
»Ísraelska framferðin í Libanon er óneyðug valdsnýtsla«
(Per Stig Møller, uttanríkisráðharri).
útlond
Stutt sagt
Rýmdi frá doyggjandi
manni
Fyri nøkrum árum síðani
misti
nýsælendingurin
Mark Inglis bæði beinini
orsakað av frostsárum
frá einari miseydnaðari
ferð
niðan
á
Mount
Everest.
Læknarnir
noyddust at taka beinini
niðan fyri knæ, men
kortini eydnaðist tað fyri
tveimum mánaðum síðani
Mark Inglis at fullføra
tann gamla dreymin um
at sleppa upp á heimsins
hægsta fjall.
Ferðin vakti stóran ans, og
Mark Inglis fekk nógv rós
fyri bragdið. Men nú er
komið fram, at Mark Inglis
fór frá einum doyggjandi
manni á ferðini niðan á
fjallið. Talan var um ein
34 ára gamlan breta, sum
æt David Sharp, ið var
vorðin so útlúgvaður og
kaldur, at hann orkaði
valla at standa á beinunum.
Hann varð seinni funnin
deyður.
Tað er próvfast, at Mark
Inglis tosaði við David
Sharp, og Mark Inglis
hevur greitt frá, at hann
boðaði øðrum frá tí illa
stadda bretanum, áðrenn
hann sjálvur helt leiðina
fram niðan fjallið. Men
í gjár noyddist hann at
viðganga, at tað gjørdi
hann ikki.
Tilburðurin hevur vakt
stóran ans, tí tað hevur
altíð verið ein óskrivað
regla, at menn, sum royna
at sleppa niðan á Mount
Everest, hjálpa øðrum,
sum koma illa fyri á
ferðini.
Benadikt pávi 16. heldur summarfrí uppi í teimum
italsku alpunum, so hann kann fáa frið til at skriva eina
bók um Jesus, skrivar AP úr Rom.
Blaðið La Republica skrivar, at bókin er ætla tí vanliga
fólkinum, og at pávin fór undir at skriva hana, tá
hann hevði tikið við embætinum í apríl í fjør. Hetta
er ikki fyrsta bókin hjá pávanum, sum hevur verið
ein virkin høvundur, líka síðani hann arbeiddi sum
guðfrøðiprofessari í Týsklandi.
Pávin situr kortini ikki við skriviborðið allan dagin.
Nú um dagarnar gjørdi hann eitt rend inn um sveisiska
markið, har hann nýtti høvi til at vitja eitt gamalt
kleystur, skrivar AP.
Atkvøddu aftur
um samkynd
Í USA hava politikararnir
aftur umrøtt viðurskiftini
hjá samkyndum og teirra
støðu í samfelagnum.
Hesaferð
viðgjørdi
Umboðsmannatingið
eitt uppskot um lands-
umfatandi forboð ímóti,
at samkynd kunnu ganga
saman í hjúnarlag. Eitt
tílíkt
uppskot
krevur,
at
tveir
triðingar
av
tingmanningini atkvøða
fyri, men tá atkvøtt varð,
fekk
uppskotið
236
atkvøður,
meðan
187
atkvøddu ímóti. Hetta er
aðru ferð síðani 2004, at eitt
tílíkt uppskot verður felt í
Umboðsmannatinginum,
men uppskotsstillararnir
siga, at teir fara ikki at
gevast so.
27
republikanskir
tinglimir atkvøddu ímóti
uppskotinum
hesaferð,
og teir siga, at teir fara
ikki at broyta støðu til
spurningin um hjúnarlag
millum samkynd. Fleiri
demokratiskir tinglimir
finnast
at
teimum
republikonsku uppskots-
stillarunum og leggja teir
undir at elva til spjaðing
millum fólk.
Pávin skrivar bók
Ísraelska herleiðslan
sigur, at álopini á
Libanon fara at halda
fram 14 dagar afturat.
Miðeystur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani Ísrael fór undir at
bumba mál í Libanon,
hevur ísraelska stjórnin
sagt, at endamálið við
álopunum var at raka støðir
hjá Hizbollah og at forða
felagsskapinum at søkja at
málum í Ísrael.
Men
altjóða
tíðindastovurnar
bera
dagliga tíðindi um, at Ísrael
søkir eisini at sivilum
málum í Libanon. Eitt nú
visti Reuters í morgun at
siga, at ísraelsk flogfør
høvdu bumbað eina bygd
uttan fyri býin Tyr, og
at fleiri sivilfólk høvdu
latið lív. Í gjár frættist, at
bumbur høvdu rakt eitt
íbúðarøki, og at tíggju fólk,
teirra millum kvinnur og
børn, vóru deyð. Sambært
libansku myndugleikunum
eru 41 fólk deyð í ísraelsku
álopunum
tað
seinasta
samdøgrið.
Eisini neyðhjálp
Franska tíðindastovan AFP
skrivar í dag, at ísraelsk
flogfør hava bumbað fýra
lastbilar, sum vóru á veg
ígjøgnum Beka-dalin við
mati og heilivági. Ísraelska
herleiðslan upplýsti, at
lastbilarnir vóru komnir úr
Sýrialandi við vápnum og
lóðuri til Hizbollah, men
AFP-tíðindamaðurin, sum
var á staðnum beint eftir
álopið, sigur, at har vóru
hvørki vápn ella lóður.
Hetta er ikki tað einasta
álopið av hesum slagnum,
tí
sambært
turkiskum
diplomatum
bumbaðu
ísraelsk flogfør í gjár ein
turkiskan lastbil, sum kom
við matolju.
Fleiri lond hava funnist
at ísraelsku álopunum.
Danski uttanríkisráðharrin,
Per Stig Møller, segði í
gjárkvøldið, at Ísrael nýtir
óneyðuga harðliga framferð
í Libanon.
Ísraelska
herleiðslan
sigur, at álopini á Libanon
fara at halda fram.
-Tað fer at taka einar
14 dagar afturat at røkka
teimum málum, sum vit
hava sett okkum, segði
talsmaðurin hjá herinum í
gjár.
Ísrael bumbar sivilmál í Libanon
Italska løgreglan
hevur funnið 113
polskar arbeiðsmenn,
sum búðu í einari
legu, ið minti mest
um týningarlegurnar
undir seinna
heimsbardaga.
Italia
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Teir 113 pólendingarnir
høvdu sæð eina lýsing í
polsku bløðunum, har søkt
varð eftir fólki til at arbeiða
í italska landbúnaðinum.
Teir søktu, og tá teir høvdu
goldið lýsaranum millum
1.000 og 2.000 krónur hvør,
fingu teir arbeiðið.
Men arbeiðsumstøðurnar
í Puglia vóru ikki tær, sum
teir polsku arbeiðsmenninir
høvdu væntað. Teir vórðu
stúgvaðir saman í smáum
rúmum uttan ljós, hita ella
nakað at matgera við, og
rundan um leguna gingu
vápnaðir vaktarmenn úr
Ukraina, Pólandi og Italia
á varðhaldi.
-Hetta minnir mest um tær
nazistisku týningarlegurnar
undir seinna heimsbardaga.
Menninir vóru ikki bara
arbeiðsmegi, men trælir,
sigur Piero Grasso, ið hevur
staðið fyri arbeiðinum hjá
italsku løgregluni at avdúka
málið. Hann vísir á, at teir
polsku
arbeiðsmenninir
vórðu noyddir at arbeiða 15
tímar um samdøgrið, og at
tímalønin lá millum 16 og
30 krónur. Maturin var lítið
annað enn vatn og breyð,
og vóru menn sjúkir, máttu
teir gjalda 160 krónur í bót.
Menninir sluppu heldur
ikki heimaftur.
Nútímans trælahald í Evropa
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800