Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2006 19 tíðindi Ófriðurin í Miðeystri he- vur havt størst ávirkan á alheims fíggjarmarknaðir seinastu vikurnar. Eftir at Ísrael fór undir at bumba støðir í Libanon, hevur eisini iranska stjórnin blandað seg í stríðið. Av tí at Iran er millum størstu oljuframleiðarar í heiminum, hevur stríðið ávirkað oljuprísirnar. M.a. nærkaðist Brentoljan 78 dollarum fyri tunnuna í seinastu viku. Hetta er met og Brentoljan er tískil hækkað um 30% í ár. Hetta er sera nógv, tá hugsað verður um, at Brent oljan herumframt hækkaði 46% í fjør. Sum ein avleiðing av hækkandi oljuprísinum, eru lánsbrævarenturnar og partabrøvini lækkaði. Týð- indi um, at Ísrael er til reiðar at fáa í lag vápnahvíld, hevur tó steðgað gongdini nakað. Sum heild hava partabrøv kortini ikki kastað nakað serligt av sær í ár, meðan lánsbrøv higartil hava givið hall, orsakað av hækkandi rentunum. Lánsbrævarentur lækkaðar Lánsbrævarenturnar læk- kaðu 0,1% stig í seinastu viku, men higartil hava renturnar verið støðugar hesa vikuna. Orsøkin er lítli møgulleikin fyri eini vápnahvíld í miðeystri. 10 ára rentan er nú 4,04%. Týðandi fartelefonroknskapir Stóru fartelefonfram- leiðarnir Nokia, Ericsson og Motorola kunngerða roknskap hesa vikuna. Kaupthing væntar m.a. at Nokia fer at uppmeta sam- laðu fartelefonsøluna og at roknskapurin fer at vísa á góð sølutøl, nú útboðið av Nokia telefonum er breiðkað munandi. Hesa vikuna Umframt fartelefonfeløgini kunngerða m.a. IBM, Apple, Intel, Microsoft og fleiri norðurlendskir bankar týðandi roknskapir. Roknskapargóðskan hevur higartil verið ymisk; tískil verður hendan vikan sera týdningarmikil fyri kom- andi partabrævagongdina. Eisini sera týðandi prísvakstrartøl verða kunngjørd. Hesi verða m.a. avgerandi fyri, um fleiri rentuhækkingar ver- ða í USA. Ein ábending kann eisini fáast um hetta mikudagin tá Fed stjórin, Bernanke, heldur røðu. Tískil er ein spennandi vika fyri framman, hóast summarfriðurin valdar. Vika 29 2005 Marknaðarrák Miðeystur trýstir marknaðirnar                           Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.                 G8 fundur hevur júst verið á fyrsta sinni í Ruslandi. Rusland var jú landið, sum víðkaði bólkin frá G7 til G8. G8 fundirnir fáa ofta nógva umrøðu, og serliga í fjør tá Bretland og Tony Blair settu øll segl til og bæði Bob Geldorf og Bono gjørdu sítt fyri at fólksliggera henda ríkalandafundin við at seta fátækradømi á skrá aftur. Kronikk Bogi Eliasen cand.scient.pol Miðeystur Ikki kann sigast, at so nógv var gjørt við henda fundin í heimspressuni, ið eisini bleiv raktur av ófriðinum í Miðeystri sum eisini krevur at hesi heimsins lokomotiv taka støðu til kreppuna í Miðeystri. Fleiri av hesum londunum jú eisini sita sum fastir limir í trygdarráðnum í ST. Nógv orka fór tí eisini við at semjast um eina yvirlýsing viðvíkjandi Miðeystri. WTO limaskapur Rusland ætlaði at brúka fundin sum møguleikan at fáa WTO limaskapin undir land. Rusland er ikki limur í WTO, men hevur søkt um at gerast limur. Higartil er umsóknin ikki gingin á møti, tí Rusland ikki upp- fyllir settu treytirnar fyri fríhandli, serliga er tað á landbúnðarøkinum, at kravt verður at Rusland letur seg upp. Rusland hevði kanska rokna við at kunna tinga seg til sættis og her var tað umráðandi at fáa USA við í sín part, men leikurin eydnaðist ikki. Somuleiðis bleiv støðan við WTO og manglandi framburðinum tikin upp, og hava G8 londini sett eina freist á ein mánaða at fáa semju um WTO leistin. Føroyar og Rusland Við føroyskum eygum er bæði WTO og G8 í mun til Rusland áhugavert. Føroyar hava í nógv ár havt fiski- vinnusamstarv við Rusland, og í nakað nógv ár hevur ein næstan klár fríhandilsvtala við Rusland ligið at kalla klár. Fyri kortum bleiv ein avtala við Rusland gjørd, soleiðis at russiski tollurin á føroyskum vø- rum bleiv settur niður í helvt. Fríhandilsavtalan Føroyar hava arbeitt við at fingið í lag við Rusland, var ein av teim fyrstu fríhandilstilgongdunum Rusland fór í gongd við. Nú verður neyvan komið á mál fyrrenn Rusland gerst limur í WTO, soleiðis at ein fríhandilsavtalan kann gerast eftir einum WTO leisti. Um vit taka atlit til fundirnar Bush og Putin høvdu um júst henda spurning, so skal Rusland gera nakrar broytinar áð- renn WTO limaskapurin gerst veruleiki. WTO og G8 londini Aðalstjórin í WTO, Pascal Lamy, legði heldur ikki fingrarnar ímillum, tá ha- nn á G8 fundinum vísti á hvussu stóra ábyrgd júst hesi londini hava fyri at Doha semjan verður ve- ruleikagjørd, soleiðis at forðingar verða tiknar av í heimshandlinum, tí at 85% av heimsins BTÚ og 75% av heimshandlinum er í G8 londunum. Tí heitti hann á stjórnarleiðararnar um at geva sínum ráðharrum rásarúm at fáa eina semju á hesum økjum Samanumtikið Hesin G8 fundurin var áhugaverdur. Eitt var eirin- darleysi dómurin frá WTO aðalskrivaranum, sum legði ábyrgdina fyri framburði á heimsins fríhandli á herðarnar á hesum londum. Tað hevur kanska havt sína ávirkan. G8 londini komu á- samt um at fáa trupulleikan loystan tann komandi mán- aðan. Fyri Føroyar var tað áhugavert at vita um Rusland slapp inn í WTO familjuna soleiðis fyri at fáa fríhandilssáttmálan við Ruslan undir land. Eisini stríðið fyri at fáa londini at semjast um og seta í verk semjurnar frá Doha hava áhuga, tí hetta viðførur at heimshandilin gerst frælsari í sjálvum sær og tað kann Føroyar bara vinna við. Fríhandilin Rusland-Føroyar, G8 og WTO Putin vil hava Rusland á ovastu rók, men WTO limaskapurin má bíða.