Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 137 - 19. juli 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 – Fyrstu dystirnar í fjør spældu vit væl, men fingu ov fá stig. Í ár skulu vit spæla meira kyniskt og stríða okkum til stigini. Erik Hamren, venjari hjá føroyskum spælarum í superligafelagnum AaB AaB-venjarin biður um tol frá áskoðarunum U15 vann stórsigur Føroyska U15 landsliðið vann heili 13-0 á norska liðnum Tjensvoll í Aberdeen International Football Festival týskvøldið Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroysku U15 og U17 landsliðini eru í hesum døgum við í altjóða fót­bóltskapping í Aber­ deen. Hetta er ein aftur­ vendandi kapping, har føroyska landslið hava tikið lut seinastu árini. U15 landsliðið hevur higartil spælt tríggjar dyst­ir, og liðið hevur vunnið allar. Fyrsti dyst­ur­in endaði við 10-0 sigri til Føroyar. Í gjár spældi liðið tveir dystir. Fyrst ímóti sterka liðnum Dundee United, og her vunnu Føroyar 1-0. Heini Vatnsdal, sum spælir fyri samanlagda dreingjaliðið í Suðuroy, skoraði málið. Seinni dysturin í gjár endaði við nýggjum stór­ sigri til Føroyar. Føroyar legði seg fram um bein­ anvegin í dystinum, og tá ið eitt gott korter var farið, høvdu Føroyar skor­ að fýra mál. Málveitslan helt fram, og tilsamans skoraðu føroysku spæl­ ararnir 13 mál. Helgi Samson úr KÍ skoraði fýra mál, og hann hevur nú skorað átta mál tilsamans í trim­um dystum. Jógvan Skeel úr HB skoraði 3, Sørmund Kalsø úr KÍ 2, Ivan Joensen úr KÍ, Ludvík Súnason úr HB, Andrias Eriksen úr SÍF og Sørin Samuelsen úr HB skoraðu hvør sítt mál. Føroyska U15 lands­ liðið hevur vunnið allar sínar tríggjar dystir higar­ til og mikudagin spæla teir seinasta dystin í bólka­spælinum. Hann verð­ur ímóti russiska liðnum Gomel. U17 landsliðið vann í gjár 3-2 ímóti vert­unum úr Aberdeen. Før­oy­ar vóru tvær ferð­ir aftan­ fyri, men tað eydnaðist at koma afturíaftur og vinna. Málini hjá Før­ oyum skutu Klæmint A. Olsen úr NSÍ, Eli Sim­ onsen úr KÍ og Erling Jacobsen úr GÍ. Kappingin í Aberdeen heldur fram alla hesa vikuna. – Fyrstu dystirnar í fjør spældu vit væl, men fingu ov fá stig. Í ár skulu vit spæla meira kyniskt og stríða okkum til stigini. Tað mugu áskoðararnir skilja og stuðla okkum í, sigur Erik Hamrén, venjari hjá superligaliðnum AaB. Eingin føroyskur spælari verður við hjá AaB í fyrsta dystinum í superliguni í kvøld Superligan Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú byrjar danska superligan aftur, og einasta felagið í fremstu donsku deildini, ið hevur føroyskar spælarar á liðnum, er AaB úr Aalborg. AaB spælir í kvøld sín fyrsta dyst, og hann verður á heimavølli ímóti Viborg. Hvørki Súni Olsen ell Jón Rói Jacobsen verða við í dystinum. Jón Rói er í holt við at venja upp eftir nýggjan krossbandskaða í knænum, og hann kann ikki spæla fyrr enn eftir ársskiftið. Súni Olsen hevur eisini drigist við skaða seinastu vikurnar, og hóast hann er við at koma fyri seg aftur, verður hann ikki við í AaB- hópinum til dystin í kvøld. Stríða seg til stig AaB-venjarin Erik Hamren er meira áhugaður í at vinna stig enn at spæla væl. Tað ger hann púra greitt í samrøðu við heimasíðuna hjá AaB undan fyrsta dyst­ inum. – Tað verður gott at koma í gongd aftur. Vit hava spælt væl og minni væl í venjingardystunum, men tað má vera tað sama fyri flestu liðini. Formurin er ikki í topp enn, sigur hann. – Fyrstu dystirnar í fjør spældu vit væl, men fingu ov fá stig. Í ár skulu vit spæla meira kyniskt og stríða okkum til stigini, um vit ikki kunnu spæla okkum til tey. Eg vóni, at áskoðararnir skilja hetta og vilja stuðla okkum í tí. Um vit vinna nakrar dystir, so fáa vit eisini neyðuga sjálvsálitið og kunnu spæla betur, sigur Erik Hamrén. Tættur dystur AaB hevði eitt misjavnt kappingarár í fjør, men liðið tapti fáar dystir, og móti endanum av kappingini gekk væl. Nú vóna tey í AaB, at liðið kann fáa góða byrjan í nýggja kappingarárinum, so tað verður hugaligari at fylgja liðnum. Fyrsta mótstøðuliðið er Viborg, sum hevði eitt gott kappingarár í fjør. – Teir hava ein líka breið­ an hóp, sum vit hava, og teir hava bert skift fáar spæl­arar út síðani seinasta kappingarár. Teir lógu framm­an fyri okkum á stiga­talvuni, so eg rokni við einum tøttum dysti ímóti teimum, sigur Erik Hamrén. NM-kappingini fyri U17 landslið í fótbólti kemur víða í Føroyum. Kappingin verður spæld fyrstu vikuna í august, og dystir verða í Havn, Klaksvík, Runavik, Fuglafirði, á Skála, Argjum og Toftum NM í fótbólti Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í døgunum frá 31. juli til 5. august verður NM fyri U17 landslið í fótbólti spælt í Føroyum. Átta landslið verða við í kappingini, og umframt føroysku U17 og U19, koma eisini Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki, Fin­ land og Ongland til Føroya at spæla. Fyrstu dystirnir verða spældir mánadagin 31. juli, og tá skal føroyska U17 landsliðið spæla ímóti Danmark í Klaksvík. U19 landsliðið spælir ímóti Noregi í Havn. Hinir dyst­ irnir eru Finland-Ísland (Skála) og Ongland-Svøríki (Havn). Týsdagin 1. august verður spælt soleiðis: Danmark- Ísland (Argir), Føroyar- Fin­land (Havn), Føroyar U19-Ongland (Klaksvík), Svøríki-Noreg (Toftir). Hósdagin 3. august er skrá­ in hendan: Ísland-Føroyar (Havn), Finland-Danmark (Havn), Ongland-Noreg (Fuglafjørður), Svøríki- Føroyar U19 (Runavík). Leygardagin 5. august verður spælt um plaseringar í kappingini, og tá verða allir dystirnir spældir í Havn, har væði ovari og niðari vøllur verða brúktir. Átta vøllir skulu brúkast til NM Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen eru ikki klárir til fyrsta dystin hjá AaB í superliguni. Jón Rói er langtíðarskaddur, meðan Súni verður klárur at spæla aftur í næstum Mynd: Scanpix