mikudagur 19. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 137 - 19. juli 2006 ]
FM í kast verður leygardagin
Her í hægstu summartíð byrja FM kappingarnar á bana innan frælsan
ítrótt. Tann fyrsta av hesum kappingum verður komandi leygardagin,
tá ið Bragdið, vegna FÍF, skipar fyri FM í spjótkasti, diskuskasti og
hamarkasti.
Kappingin verður á kastivøllinum við Eysturskúlan í Havn,
og byrjað verður við spjótkasti kl 14.00, síðan verður kappast í
diskuskasti og at enda í hamarkasti. Tey, sum hava hug at verða við í
onkrari av hesum kappingum, kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna
www.athletics.fo ella ringja á 213775 áðrenn fríggjakvøldið kl.
20.00.
Tað tykist, sum hava
hvørki Dómsnevnd
ella Ítróttardómstólur
eftirkannað, hvørjar
dystir Knút V.
Vesturtún hevur spælt
fyri EB/Streym, nú ivi
aftur verður sáddur
um loyvi hansara at
spæla fyri felagið.
Hann spældi ongan
dyst fyri EB/Streym,
fyrr enn spæliloyvið
sambært yvirliti hjá
FSF var í lagi
HB-málið
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
» Soleiðis sum málið er
upplýst fyri Ítróttadómstól
inum, er sannlíkt, at tveir
aðrir leikarar hava leikt í
sama leikumfari sum HB
í steypakappingini, uttan
at hava loyvisbræv til tað
felag, ið leikt varð fyri.«
Soleiðis ljóðar partur
av samlaða úrskurðinum,
sum Ítróttardómstólurin um
vikuskiftið gjørdi í Páll M.
Joensen málinum.
Í hesum verður víst til
samskifti, sum undir við
gerðini hevur verið millum
Dómsnevndina og FSF-
umsitingina.
Spældi 30. apríl
Hetta
samskifti
hevur
Útvarpið fingið hendur á,
og mánakvøldið ljóðaði
staðfestingin haðani, at »FSF
ásannar at spæliloyvini hjá
Knút Vesturtún og Klæmint
Matras eru ikki í lagi.«
Og víðari var staðfest
ingin, at bæði HB, B36 og
EB/Streymur kunnu verða
dømd at tapa dystir, nú
Páll M. Joensen málið skal
viðgerast av nýggjum.
Men hetta er nú ikki heilt
rætt. Sambært tí, sum varð
ført fram í Útvarpinum, so
kann EB/Streymur nú anda
púrasta róliga. Sagt varð
nevnliga, at Knút Vesturtún
ikki var at finna aftur í
EB/Streymi fyrr enn 25.
apríl – tá fimm umfør vóru
spæld av landskappingini.
Men
veruleikin
er
samstundis, at Knút fram
til flaggdagin als ikki
hevði spælt dyst fyri EB/
Streym. Knút var nevnliga
skaddur í uppstartinum
av kappingarárinum, og tí
var fyrsti dystur hansara
ikki fyrr enn 30. apríl. Ein
veruleiki, sum hvørki FSF-
umsitngin, Dómsnevndin,
Ítróttardómstólurin – og
fyri tað fjølmiðlar – hava
ansað.
Eru hvør sítt
Tá hetta er sagt, so er tað
samstundis ein veruleiki, at
skrásetti listin yvir spælarar
og faktiska spæliloyvið eru
púrasta hvør sítt hugtak.
Hóast ætlanin við spæl
aralistanum er, at FSF við
tíðini skal hava eitt amboð,
sum er eitt fullkomið yvirlit
yvir spæliloyvi, so er listin
í sjálvum sær einki verdur
sum
grundarlag
undir
nøkrum máli. Og tað er í
hesum sambandi eisini vert
at hava í huga, at alt málið
um Páll M. Joensen ikki
snýr seg um, at spælarin
ikki var á listanum. Men
at sjálvspæliloyvið ikki var
í HB.
Orðingin í brævinum frá
FSF-umsitingini staðfestir
nevnliga einki annað enn
tað, sum skrásetingarnar –
t.e. spælaralistin – vísa. Har
verður nevnliga staðfest, at
sambært »limalistanum«
hjá
HB
frá
31.
mai
1998 er hann at finna í
HB. Og at hann sambært
»limalistanum« hjá EB/
Streymi er aftur at finna
har flaggdagin í ár.
Somuleiðis hevur spæl
arin verið at finna á spæl
aralistanum hjá HB frá
1998, men heldur ikki hann
kann nýtast sum nakað
grundarlag í málinum.
Tí er spurningurin enn
sum áður, hvørt Knút Vest
urtún nakran tíð er fluttur
formliga úr EB/Streymi til
HB. Og – um so er – hvørt
spælarin formliga er fluttur
aftur úr HB til EB/Streym.
Claus spældi fulla tíð
Claus Bech Jørgensen spældi allar 90 minuttirnar, tá ið
Coventry mánadagin spældi venjingardyst á ferð sínari
í USA. Claus skuldi annars seljast til annað felag í
summar, men hann heldur fram í Coventry, og hann hevur
spælt við í fleiri av venjingardystunum undan nýggja
kappingarárinum. Coventry spældi mánadagin ímóti
Haloswen Town, og teir taptu 3-1. Coventry kom á odda,
men misti so takið á dystinum. Claus Bech Jørgensen
hevði ein gyltan kjans at skora, tá ið støðan var 2-1, men
hann misnýtti góða tilboðið.
EB/Streymur kann taka tað róliga
Formula
liðið
Ítróttar-Sosialurin
mannar Formulaliðið
við spælarum,
sum stóðu seg væl
í 17. umfari av
Formuladeildini
Knút Vesturtún hjá EB/Streymi er drigin upp í endaleysa málið um spæliloyvið hjá Páll Mohr
Joensen, men hann hevur eftir øllum at døma ikki spælt ólógliga í hesum kappingarárinum
Tað kostar
at sleppa av
við Nordlie
Norska felagið Start
skal av við fleiri
milliónir krónur,
eftir at teir søgdu
venjaran hjá sær úr
starvi í farnu viku.
Fráfarni venjarin
krevur eina stóra
milliónaupphædd
sum endurgjald fyri
uppsøgnina
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri einum hálvum ári
síðani skrivaðu Start og
venjarin Tom Nordlie
undir ein nýggjan sátt
mála, sum skuldi galda
næstu trý árini. Nú
hevur Nordlie fingið
sekkin í Start, og hann
ætlar sær at krevja eitt
stórt endurgjald fyri
uppsøgnina, sigur advo
katurin hjá honum.
Start skal eftir sáttmál
anum gjalda Nordlie løn
næstu hálvttriðja árini,
men partarnir skulu í
næstum sámráðast um
eina semju, so at Nordlie
kann fáa eitt endurgjald
og samstundis gerast
leysur av sáttmálanum.
Fedrelandsvennen
skrivar, at Start verður
noytt at gjalda eina milli
ónaupphædd til Nordlie,
samstundis sum nýggi
venjarin,
Stig
Inge
Bjørnebye, skal lønast
av felagnum. Harvið fer
venjaraskiftið at kosta
felagnum nógvar peng
ar.
Tom Nordlie vil einki
siga um við fjølmiðlarnar
í løtuni, og í Start hevur
leiðslan nú verið frammi
og takkað Nordlie fyri
arbeiðið, sum hann hev
ur gjørt í felagnum. Sam
stundis váttar leiðslan,
at partarnir um tvær
vikur skulu hittast til ein
fund, har eitt fíggjarligt
endurgjald til Nordlie
skal viðgerast.