mikudagur 19. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2006
25
lýsingar
Innan Almanna- og heilsumálaráðið og stovnum
undir tí, við tænastu inntil víðari á Bústovninum
og Sambýlinum á Mýrivegi eru tvey pedagogstørv
leys at søkja frá 1. septembur 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Talan er um fulltíðarstørv, og er arbeiðstíðin 40
tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við
morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði.
Á Bústovninum og Sambýlinum búgva 4 ung fólk
við autismu og 6 vaksin fólk við menningartarni.
Endamálið við okkara arbeiði er, at skapa tryggar
karmar hjá búfólkunum og skipa fyri virksemi, sum
er til gagns fyri hvønn einstakan.
Umráðandi er, at umsøkjarnir eru væl fyri kropsliga
og eru áhugaðir í at verða nógv úti í nátúruni,svimja
o.a. Somuleiðis hevur tað týdning at umsøkjararnir
hava góð samstarvs- og innlivingarevnir.
Vit bjóða eitt spennandi arbeiði, við nógvum
avbjóðingum bæði persónliga og fakliga.
Løn- og setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv, sett sambært
avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar-
málaráðið og lønt stigini 24, 25, 27, 28 og 30 til 33.
Nærri fæst at vita um størvini frá leiðarnum á
telefon 456310.
Um eingir pedagogar søkja størvini, verða størvini
sett við hjálparfólkum sambært avtalu millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum v.m. skal sendast til:
Bústovnurin og Sambýlið á Mýruvegi
Att. Leiðarin
Mýrivegur 13A
700 Klaksvík
Umsóknarfreist: 15. august 2006
HeiMarøktin og SerforSorgin
SERSTOVNADEILDIN
Pedagogar
til Bústovnin og Sambýlið
á Mýruvegi í klaksvík
Vit átaka okkum
alt múraraarbeiði...
Nýtt múraravirki
Sosialráðgevi til sosialu deild
Á sosialu deild kommununar er eitt starv sum avloysari fyri sosialráðgeva í farloyvi í 6 mánaðir leyst at
søkja.
Sosiala deild er partur av trivnaðarfyrisitingini og umsitir m.a. tey málsøkir, sum sambært galdandi
almannalóggávu eru løgd til kommununa at umsita. Sosialráðgevin kemur tó í stóran mun at arbeiða við
barnaverndarmálum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Umsókn
skal verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 27. juli 2006.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Eyðun Jensen, deildarleiðara, tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Sethús við
Sjagagarð í Vági
Plastklædningur/vindeygu og hurðar. Byggiøki 106
kvm. Byggiár uml. 1960.
Til sølu um hóskandi boð fæst.
Tlf. 573006 ella 373006
Fjarskiftiseftirlitið
Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd í
vikunum 30 og 31.
Opið verður aftur mánadagin 7. august.
Post- og Fjarskiftiseftirlitið
www.sosialurin.fo