mikudagur 19. juli 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 137 - 19. juli 2006
Arbeiðseftirlitið
Occupational Safety and Health Administration
Summarfrí
Frá og við mánadegnum 24. juli
til og við fríggjadagin 4. august
er Arbeiðseftirlitið stongt vegna summarfrí.
Falkavegur 6
FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 357811
Fax +298 357810
www.arb.fo
arb@arb.fo
lýsingar
Søkt verður eftir
stuðli
Eiðis kommuna søkir eftir stuðli til 8 ára gamalt
barn við serligum tørvi at byrja 14. august 2006.
Starvið er 25 tímar um vikuna, eftir skúlatíð.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Kommun
ala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelag Føroya.
Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevnir,
ert ágrýtin og vitunarviljaður og hevur virðing og
umsorgan fyri barninum og foreldur tess.
Ynskiligt er, at tú ert námsfrøðingur, tó er hetta ikki
ein treyt.
Arbeiðsstaður er Spælistovan á Hvítaklettsvegi,
Eiði.
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til
dagrøktarleiðaran á tlf. 423588 ella fart. 210588.
Umsókn við avriti av prógvi o.ø. skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 2. august 2006, kl. 12.00 og skal
sendast til:
Eiðis kommunu
att: Mentanarnevndin
470 Eiði
Studentaskúlin og
HF-skeiðið í Eysturoy
og
Klaksvíkar HF-skeið
Frá 1. august 2006 er eitt ársvikariat leyst at søkja í
lærugreinunum:
Samfelagsfrøði og geografi
Setan fer fram sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-
lærara (YF). YF-umsóknarbløð liggja á heimasíðu
skúlans http://www.shey.fo
Umsóknin skal stílast til rektaran og sendast til:
Studentaskúlin og HF-skeiðið
í Eysturoy
att.: Sámal í Skorini, rektari
Kambsdalur · 530 Fuglafjørður
í seinasta lagi 27. juli
Lýsing
Søkt verður eftir fólki, at gera reint í Barnagarðinum
á Svangaskarði. Reingerðin er 20 tímar um vikuna
frá 14. august 2006 at rokna.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðara
felag og FKA.
Skrivligar umsóknir vera at senda til
Nes kommunu
650 Toftir
í seinasta lagi 4. august 2006 kl. 18.00.
Nes kommuna