Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 20. juli 2006  tíðindi Lítla Dímun verður boðin fram sum útferðarmál í framtíðíni - sum ein eksotisk náttúruperla. Nú húsið við panorama útsýni er komið, ber alt til, er niðurstøðan eftir fleiri ferðir út í oynna í ár. Útoyggj Maud Næs Lítla Dímun er fyri fyrstu ferð tøk sum ferðavinnumál í summar. Síðsta útferð í ár verður leygardagin 22. juli. Í hesum sambandi hevur Sosialurin prátað við Róin Schrøter í Hvalba, ein av høvuðsmonnunum aftan- fyri ævintýramøguleikan. Nær, hvussu og hví byrjaðu útferðirnar til Lítlu Dímun? - Á oyggafundinum í jannuar í ár byrjaðu menn at tosa um møguleikan, og út á várið hevur verið arbeitt við hesum. Endamálið við útferðunum er at fáa eyka inntøkur til íløgur til húsið, uppgongdir - ja, betra trygdina optimalt. Nakrir túrar hava verið í ár, hvussu eydnaðust teir? -Higartil tríggir túrar og komandi leygardag verður seinasti túrurin. Fyrsti túrur var síðst í mai, tað var eitt gongufelag norðani frá, tey yvirnáttaðu í Lítlu Dímun. Túrurin var við báti. Út í allarfagrasta veðri. Innanaftur, har kyr- rindini vóru verri, men túrurin var ein stór succes. Fingu afturmelding um túrin mánadagin aftaná í morgunsendingini hjá ÚF, har Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, lýsti útferðina, sum ein væl- eydnaðan túr, ið hann mælti øllum at royna. Næsti túrur var 1. juli, har sigið var av Renningini, 16 fólk vóru við. Hesin túrurin verður helst boðin út oftari komandi ár. Hóast mjørki kom á fólkið í erva henda dag, var túrurin væl eydnaður. Tí upplivingin at síga 40 favnar niður er at fara út um sítt egna mark, tess størri verður upplivilisi tá. Hesin túrurin var við báti báðar vegir. Triði túrur var ein sermerktur túrur, tí hetta var menningarverkætlanin Kvirra Oyggin, har 21 ung- dómar og vegleiðarar teirra búðu á Lítlu Dímun í 2 dagar. Tiltakið vísir, at man eisini kann fáa íblástur til mangt og hvat av at vera í Lítlu Dímun. Fjórða ferðin verður nú leygardagin 22. juli. Vit vita ikki, hvussu nógv vera, tað sær út til, at undirtøka verður fyri túrinum. Talan er um ein gongutúr og møguleikin er at koma í Lítlu Dímun bæði við báti og Tyrluni. Hvussu eru tit nøgdur? -Ha-igartil stak væl nøgdir. Fyri tað fyrsta tí málsetningurin vit settu okkum er væl og virðiliga rokkin. Fyri tað næsta tí eftirmetingarnar av túrun- um vísa, at fólk eru glað fyri og nøgd við túrin. Framtíðarmál og ynskir? -Fyrsta árið er eitt royndarár. Væleydnaðu royndirnar vísa, at útferðirnar eru komnar fyri at verða. Lít- la Dímun verður boðin fram sum útferðarmál í framtíðíni - sum ein eksotisk náttúruperla. Nú húsið við panorama útsýni er komið, ber alt til. Lítla Dímun – ein avbjóðing og ævintýramøguleiki anno 2006 Raskir menn, ið hava smíðað húsið, ið er hugnaligt og vakurt, bæði innan og uttan. 4 dagar í Lítlu Dímun. Frá vinstru: Poul, Sylvan, Tóroddur, Njálur, Magnus, Sigmundur. Teir sita á “terassuni”. Alt arbeiði er av áhuga og ólønt. Nýggja ættarliðið av eigarum sær aðrar møguleikar í oynni, enn menn sóu fyrr. Signar Olsen er ein av góðu kreftunum, aftanfyri nýggja hugburðin og húsini í Lítlu Dímun (Mynd: Sigmund Signarsson) Her síggja vit nýbygda húsið ella eisini nevnd Jákupsastova við terassu. Húsið hýsti fleiri enn 20 ungdómum í síðstu viku, tá verkætlanin Kvirra Oyggin var í Lítlu Dímun. Sólin bakaði, so “terassan” kom til sín rætt. Á atgongumerkinum til leikin í Gøtu eru Róin Schrøter, Óli Jensen og Martin Eið úr Hvalba nevndir í takkarkvøðu fyri túrin í Lítlu Dímun (Mynd: Sigmund Signarsson) Lítlu Dímun ein avbjóðing. Sígingin niður er uml. 40 favnar og bátarnir liggja klárir (Mynd: Sigmund Signarsson) Myndin er av húsinum áðrenn umvælingina. Húsið var flogið út við tyrluni fyri nøkrum árum síðani. Myndin er tikin fyri tveimum vikum síðani undir ullaroyting. Peningurin, ið kemur burturúr útferðunum verður m.a. nýttur til tilfar og túrarnar, tá tilfar verður flutt út í Lítlu Dímun (Myndir: Sig mund Signarsson) Lítlu Dímun rísur 413 metrar úr Atlantsdýpinum er 24 gyllin og ber 300 áseyðir, býtt millum 48 eigarar. Hvalbingar eiga Lítlu Dímun. Oyggin er eitt prýði fyri bygdina, ein fragd fyri eyga og nú hava øll møguleikan at vitja oynna. (Mynd: Sigmund Signarsson)