hósdagur 20. juli 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 138 - 20. juli 2006
Týsdagin hevði
Sosialurin grein um
eina verkætlan hjá
arkitektinum Ninu
Alberg Arge um
listaskúlan á Sandi.
Páll hevur bjóðað
henni til Sands
mánadagin at sýna
fram verkætlanina.
Hann vónar, at
listaskúlin verður
veruleiki áðrenn alt
ov leingi.
- Vit mugu stuðla alt,
sum ikki einans er
hørð framleisla, sigur
Páll á Reynatúgvu
LISTASKÚLIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Páll á Reynatúgvu er
borgarstjóri á Sandi. Hann
hevur allatíðina verið heitur
talsmaður fyri at gera
listaskúlan til veruleika.
Hann hevur sum borgar-
stjóri ein lokalan áhuga í
at fáa listaskúlan til Sands,
tí at tað kundi fingið sera
jaliga ávirkan á økið.
Sum landspolitikari og
løgtingslimur sigur Páll:
- Eg hugsi fyrst og fremst
um at fáa listaskúlan til
veruleika, tí at tað er
neyðugt fyri alt Føroya
land.
-Vit mugu fjálgað um
umhvørvið hjá listini, og
ein listaskúli hevði verið
eitt spark frameftir fyri
listina.
Hóast hansara grund-
gevingar fyri listaskúlanum
eru
landspolitiskar,
so
hugsar hann eisini um tað
ávirkan, ið listaskúlin fer at
gera í Sandoynni:
- Tað hevur sjálvandi
nakrar jaligar ringvirknin-
gar fyri Sandoynna, og
tað verður sjálvandi meira
“Cash-flow” í økinum.
Sandoyggin ein partur
av meginøkinum
Um undirsjóvartunnilin til
Sandoynna kemur, verður
einans 20 minuttir úr
Havn til Skopun. Tí kanst
tú veruliga siga, at Sand-
oyggin verður ein partur av
meginøkinum, um tunnilin
verður veruleiki um nøkur
ár.
- Við undirsjóvartunnilinum
verður tað stutt at koyra til
Havnar, og tí verður eingin
trupulleiki hjá fólki at koma
til og frá listaskúlanum,
hóast tey búgva aðrastaðni,
sigur Páll.
- Tað kann eisini gerast
ein fyrimunur hjá okkara
yrkislistafólki, um tey fáa
møguleika at undirvísa í
skúlanum. Tað hevði uttan
iva verið ein spennandi
avbjóðing hjá teimum at
sloppið at lært frá sær og
givið íblástur heldur enn
altíð at skapa sjálvi.
Tað hevur verið tosað um,
at listaskúlin skal verða ein
verulig førleikaútbúgving
uppá tvey ár ella ein háskúla
uppá ½ ella 1 ár.
- Eg haldi, at um vit gera
ein listaskúla, so skal tað
vera ein verulig førleika-
útbúgving uppá 2 ár. So
kunnu
føroyingar
nýta
skúlan sum eina lopfjøl
til at koma til teir størru
listaskúlarnar í Evropa. So
kunnu teir eisini møguliga
byggja víðari uppá út-
búgvingina í Føroyum,
sigur Páll.
Vil ikki leggja eftir
samgonguni
Ætlanin við listaskúlanum
sær út til at vera sett til síðis
av samgonguni, men kortini
vil Páll á Reynatúgvu ikki
leggja eftir henni fyri at
hava fingið ov lítið burtur
úr á hesum øki:
- Eg, saman við nógvum
øðrum, var sjálvandi vón-
brotin, tá ið landsstýrið ikki
setti nakrar pengar til síðis
til listaskúlan. Vit høvdu
vóna at teir fóru at arbeiða
víðari við tað ætlan, sum
vit ( undanfarna samgonga;
Blaðm. ) byrjaðu uppá.
- Men eg havi sjálvur
sitið í samgongu, og eg veit,
hvussu torført tað kann vera
at tingast um krónurnar, og
onkrastaðni má skerjast.
Tí vil eg ikki leggja eftir
samgonguni fyri at raðfesta
sum teir gera.
- Tó skal tað sigast, at
um eg sat í samgongu, so
hevði eg arbeitt fyri at gjørt
listaskúlan til veruleika.
Gráta um eina
ókappingarføra
fiskivinnu
Tað verður nógv tosað um,
at føroyingar mugu finna
aðrar inntøku keldur, tí at
framtíðarmarknaðurin fer
ikki at vera so nógv bygdur
á rávøru. Mestsum allur
útflutningur úr Føroyum er
rávøra, og tað er vorðið
torført at kappast við
menningarlond sum Kina,
sum hava eina bíligari
framleiðslu tilgongd
- Vit kunnu ikki blíva
við at gráta um eina
fiskivinnu, sum er knapt
so kappingarfør. Tað eru
fáir møguleikar í Føroyum.
Vit liva av fiski nú, og
tað fara vit eisini at gera
frameftir. Tó haldi eg, at
tað er týdningarmikið, at
vit arbeiða fram ímóti at
gera okkum meira leys av
náttúrutilfeinginum, tí at
tað er ein svikalig inntøka,
sigur Páll.
- Vit mugu hugsa frameftir.
Landsstýrið eigur at stuðla
einari viðbreknari vinnu,
sum er á veg fram. Lista-
vinnan hevur tørv á stuðli
og karmum, og skjótt kann
tað gerast ein inntøkukelda
hjá okkum. Føroyar skifti
skjótt frá búnaðarvinnu
til fiskivinnu. Tað kann
eisini henda, at vit skifta
eins skjótt frá fiskivinnu til
vitanarvinnu.
- Vit mugu stuðla allari
framleiðslu,
sum
ikki
er hørð framleiðsla, tí
at tað er framtíðin. Vit
kunnu samanbera tað við
kvinnustríðið.
Kvinnu-
rørslan hevði ikki klárað
at vunnið síni rættindi, um
tær ikki fingu stuðul frá
tí breiða samfelagnum. Á
sama hátt eigur vinnan og
landsstýrið at stuðla hesari
nýggju vinnuni.
Páll á Reynatúgvu: Tørvur á listaskúla
Páll á Reynatúgvu,
borgarstjóri á Sandi og
løgtingslimur, er heitur
talsmaður fyri at gera
listaskúlan á Sandi til
veruleika