hósdagur 20. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2006
5
tíðindi
Í fimm dagar stóð
eitt kjakevni á
heimasíðuni hjá
Tjóðveldisflokkinum,
har Johan Dahl
varð lagdur undir
stuldur, men eftir at
Sosialurin gjørdi vart
við málið í gjár, er
kjakevnið strikað
INSINUATIÓN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Eftir at Sosialurin gjørdi
vart við, at eitt kjakevni
kallaðist
“Dahl
gjørt
ein
Jørgen”,
har
ein
kjakstovnari róði framundir,
at Johan Dahl skuldi havt
“lænt” maskinur frá Føroya
Fiskavirking uttan at siga
frá, er hetta kjakevnið nú
strikað.
Bæði Johan Dahl sjálvur
og Meinhard Jacobsen,
stjóri á Føroya Fiska-
virking, avsannaðu hesi
leysatíðindi.
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins, metti
málið vera sera óhep-
pið. Hann upplýsti, at
floksskrivstovan
hevði
verið stongd síðan 14. juli,
tá kjakevnið varð stovnað,
og at eingin webmastari
hevði ansað síðuni hesar
dagarnar.
Kjakið á síðuni hevur an-
nars verið opið, og tí hevur
borið til hjá dulnevndum
at viðgera navngivin fólk,
til ein webmastari hevur
tikið dagar ímilum, hvat
var borðbært og hvat var
ósømiligt.
Nú er so líkt til, at
síðan aftur verður ansað,
tí kjakevnið “Dahl gjørt
ein Jørgen” hvarv í gjár
av heimasíðuni hjá Tjóð-
veldisflokkinum.
Kjakevnið um Johan Dahl strikað
Nú er líkt til, at
kjakið á heimasíðu
Tjóðveldisfloksins aftur
verður ansað
Í dag bleiv tað
almennakunngjørt,
at Fjarðafestivalurin
hevur fingið avtalu
við Michael Tait
úr heimskenda
bólkinum DC Talk.
Fyrireikararnir
eru sera væl nøgdir
við at fáa Tait á
festivalskránna,
tí hetta er millum
tey størstu nøvnini
í gospel-tónleiki
yvirhøvur, siga teir. 22
nøvn verða á skránni.
Festivalur
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Tíðindafundurin í morgun
varð hildin í Kelduni í
Skálabotni.
Tríggir
av
fyrireikararunum
Terji
Vestergaard,
Vinjar
Johansen og Eyðun Jac-
obsen søgdu nakað um
skránna hjá festivalinum
og ætlanirnar við hesum
tiltakinum. Festivalurin fer
at hava 22 nøvn at bjóða
teimum vitjandi í døgunum
24.-25. august. Og, sum
fyrireikararnir søgdu, so
er hetta helst tað størsta
kristna tónleikaliga tiltakið
nakrantíð í Føroyum við 6
útlendskum nøvnum.
- Vit fara at bjóða teimum
vitjandi eitt show og serliga
eina góðsku, sum vil nakað.
Soleiðis fara vit eisini at
vísa, at kristin tónleikur er
minst líka góður sum allur
annar tónleikur – hetta er
creme de la creme, bæði tey
føroysku og tey útlendsku,
sigur ein væl nøgdur Eyðun
Jacobsen.
Tait er navnið á núverandi
bólkinum, sum fyrrverandi
limurin úr DC Talk nú
spælir í. - Michael Tait var
drívmegin í DC Talk og
hevur gjørt tey flestu løgini
hjá tí bólkinum, harímillum
hittið Jesus Freak, fortelur
Eyðun Jacobsen.
Terji Vestergaard leggur
dent á, at teir hava lagt seg
eftir at fáa fatur á nýggjum
bólkum, sum eru á veg upp
eftir. – Hetta verður eitt
tónleikaligt upplivilsi fyri
tey vitjandi, sigur Terji.
Men eisini verður tiltakið
ætlað familjuni og verður
serlig tiltøk fyri børn, har
sangur, dansur eisini fara
Pingu og Fedemule at vitja
verður sagt. Børn undir 12
ár hava ókeypis atgongd á
øllum festivalinum.
- Eftir mikið stríð hava
vit fingið eitt so stórt navn,
sum vit veruliga halda vera
nakað serligt. Tait kemur
til Føroyar sum tað einasta
staðið í Evropa yvirhøvur,
sum hann vitjar í summar,
sigur Eyðun Jacobsen.
Fyrireikararnir siga seg
vænta eini 3-4.000 festival-
gestir, so talan er ikki um
eitt lítið tiltak. Ætlanin
er at hava ein størri pall
uttanfyri sjálvan bygningin
í Skálabotni. Kommunur-
nar um Skálafjørðin eru
millum stuðlarnar.
Michael Tait, úr DC Talk, til Føroya
- Michael Tait var drívmegin í DC Talk og hevur gjørt tey flestu
løgini hjá tí bólkinum, harímillum hittið Jesus Freak, fortelur
Eyðun Jacobsen.
Soleiðis fara vit eisini at vísa, at kristin
tónleikur er minst líka góður sum allur
annar tónleikur
”
Prísir:
390,- fyri báðar dagarnar
280,- fyri ein dag
1. August fer prísurin 100,- upp.
- Um ein bara ynskir at koma á serligu barnatiltøkini:
75,- pr. høvd, men børn undir 5 ár sleppa ókeypis. Við
vikuskiftispassið eru barnatiltøkini ókeypis.
Nøvnini higartil:
Petur Háberg
Proclaim
Nightlight (Skotland)
Ingemar Olsson (Svøríki)
Abide
Vox
Braquet
Tait (USA)
Tríggir av fyrireikararunum: Terji Vestergaard, Vinjar
Johansen og Eyðun Jacobsen
Handilskjarnin er broyttur
munandi
síðstu
tíðina.
Deres er flutt oman í
Handilskjarnan, eftir at
Hans Waag hevur keypt
handilin.
Hans Waag eigur Handils-
kjarnan og Demmus. Eisini
eigur hann onkrar handlar í
Klaksvík og í Danmark.
- Okkara umsetningur er
nærum tvífaldaður síðsta
árið. Vit royna at fáa ein
størri part av marknaðinum,
og vit gera ymsar íløgur,
sigur Hans.
Vit vita ikki ordiliga,
hvussu vit gera, tá ið
umvælingin av SMS verður
liðug. Kanska fer Deres
niðan aftur í SMS, men tað
kann eisini væl verða, at vit
finna eina aðra loysn.
Teir arbeiða við onkrari
spennandi
verkætlan
í
miðbýnum, men Hans vil
ikki siga nakað, áðrenn tað
er undirskrivað.
Av handlunum, sum Hans
eigur, er Harradeildin í
Handilskjarnanum tann við
størstu framgongdini hetta
síðsta árið. Sámal Joensen
er leiðari í Harradeildini,
og hann er spentur uppá
framtíðina.
- Vit hava fingið nøkur sera
góð merki, sum føroyingar
veruliga hava tikið væl
ímóti. Eg kann til dømis
nevna
G-Star,
Replay,
Brubaker, Junk De Luxe,
Hummel Fashion, Kawasaki
og Matinique. Afturat tí
selur Deres millum annað
Levis, Diesel, Converse og
Frank Dandy.
- Vit hava tikið goymslu-
rúmið niður, so at vit hava
eitt nógv størri høli til
handilin. Vit hava fríðkað
um handilin við ymsum, og
vit fáa javnan nýggja vøru,
sigur Sámal.
Vit kunnu vænta okkum at
hoyra meira frá Handils-
kjarnanum og Hans Waag í
nærmastu framtíð.
Handilskjarnin í nýggjum skapi
Sámal Joensen er
leiðari í Harradeildini í
Handilskjarnanum. Hesin
veggurin er nýliga gjørdur.
Harradeildin hevur havt stóra
framgongd hetta síðsta árið.
( mynd Jens Kr. Vang )
Sum nakað nýtt hava
fyriskipararnir
handan
árligu Pop Top konsertina
í Grasagarði valt at royna
at knýta tiltakið saman við
Ólavsøkukonsertini.
Pop Top konsertin verður
tí í ár í staðin í Grasagarði
hósdagin tann 27. juli
klokkan 14-17.
Konsertin er ein áhuga-
tónleikarakapping
fyri
ungar
tónleikarar,
sum
fegin vilja sleppa eitt stig
víðari. Vinnarabólkurin vil
sum vanligt fáa boðið at
byrja Ólavsøkukonsertina.
Bólkar, sum ynskja at
luttaka, hava enn møguleika
at tekna seg á telefon
218250.
Tað er felagið Tónaung-
dómur í samstarvi við
Mjólkarvirkið
Búnaðar-
manna og Føroya Undirhald-
stónleikarafelag, sum skipar
fyri Pop Top konsertini, og
fyriskipararnir vóna, at
konsertin í nýggjum hami
fer at vera ein upphiting til
Ólavsøkukonsertina sjálva,
og at hon fer at vera eitt
nýtt frískt íkast til býarlívið
á Ólavsøku.
Tíðindaskriv
Pop Top Konsertin
á Òlavsøku