Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 138 - 20. juli 2006 tíðindi Infobond til festival- og stevnubørn Í hesum festival- og stevnu­døgum savnast nógv fólk – stór sum smá – á sama stað. Tey stóru fólkini villast sum oftast ikki burtur, men verri kann onkuntíð verða við teimum smáu. Um heilt illa vil til – og tað ger tað tíbetur sjáldan í Føroyum – kann tað henda, at tey smáu villast burtur frá foreldrunum ella teimum vaksnu, ið tey eru saman við. Í fall at ein kemur í eina sovorðna støðu, kann tað vera hent, at barnið hevur eitt Infoband um armin. Á Infobandinum kann eitt nú fartelefonnumm­ arið hjá foreldrunum vera skrivað á, so samband fæst við foreldrini. Er ein á feriu uttanlands, kann mann eisini eitt nú skriva, hvørjum landi barnið kemur frá, ella um barnið hevur onkra sjúku, ið atlit møguliga skulu takast at. Hesi smørtu og flottu armbondini fáast fyri 19 krónur frá barnaalnets­ handlinum, Kúllurin & Gellan – www.kulgel.com. Infobondini fáast ó­­keypis, um keypt verður frá Kúllurin & Gelluni í juli mánaði. Børn Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Bert ein handil eftir í Nólsoy Seinast í hesum mán­ aðinum letur matvøru­ handilin, Hjá Ann­finn, í Nólsoy aftur: – Handilin hevur ótrú­ liga nógv at týða fyri meg. Eg havi arbeitt her alt mítt lív, men nú orki eg ikki meira, sigur Una Hansen, sum rekur handilin. Una Hansen hevur arbeitt Hjá Annfinni, síðan hon var fjúrtan ára gomul. Seinastu tólv árini hevur hon rikið handilin: – Nú orki eg ikki meira. Eg havi arbeitt her í 43 ár tilsamans. Børnini hjá mær eru farin aðrar vegir, og tískil tekur eingin yvir, og handilin noyðist at lata aftur. Satt at siga ætlaði eg at halda á, til eg varð 60, men nú eri eg komin har til, at eg ikki orki meira, sigur 57 ára gamla Una Hansen. Hvat fert tú at gera nú? – Ja, tað er ein brennandi spurningur. Fyrst og fremst fari eg at taka mær av løttum og at spæla omma. Tað er avgjørt við sorg­ blídni, at eg sigi farvæl. Eg havi at kalla einki annað gjørt alt mítt vaksna lív. Men hinvegin gleði eg meg eisini til at sleppa at gera júst tað, eg vil, í eina tíð. – At verða leys av skyldum, leggur Una dent á. Matvøruhandilin, Hjá Annfinn, lat upp fyri fyrstu ferð í 1943, og 27. juli í ár er seinasti dagurin, handil­ in er opin: – Til ta tíð fari eg at hava nógv góð tilboð, so eg fái tømt handilin. Viðskiftafólkini hjá Unu eru vónbrotin, nú handilin letur dyrnar aftur: – Eg havi keypt næstan alt her, sum eg havi havt brúk fyri tey seinastu 50 árini. Tað er ongantíð gott við bara einum handli í bygdini. – Tað er sunt við kapping, men eg vænti tó ikki, at prísirnir fara upp á vørunum í hinum hand­ linum (Matvørubúðini, blaðm.). Men vit verða í øllum førum eina bygda­ mynd fátækari, nú Una letur handilin aftur, sigur ein hørm Lis Nolsøe, við­ skiftafólk Hjá Annfinni. Hervør Hansen, sum rekur hin handilin á Nóls­ oynni, Matvørubúðina, heldur als ikki, at tað er deiligt, at tað um stutta tíð bert verður ein handil á Nólsoynni: – Tað er ógvuliga keði­ ligt. Tveir handlar hava verið í bygdini leingi, so tað verður heldur tómligt. Eg veit væl, at tað er sunt við kapping og slíkum, men vit hava altíð arbeitt væl saman. Um ein handil eitt nú onkuntíð hevur manglað okkurt, hevur hin handilin aloftast veitt honum tað, sigur Hervør Hansen og skoytir uppí, at tað í øllum førum fer at verða meira at gera: – Vit fara bara at reka handilin, sum vit plaga. So fáa vit at síggja, hvørjar broytingar skulu gerast seinni, sigur Hervør og ynskir Unu at enda alt tað besta. Fyri kortum tók Tórshavnar Kommuna stig til at gera eina nýggja kloakkleið í Kúrdali í Hoyvík, tí nú­­ verandi kloakkin eftirlíkar ikki heilsukrøvini. Nýggja kloakkleiðin hjá Tórshavnar Kommunu fer at renna gjøgnum ein tunn­ il, sum júst er boraður. Tunnilin er 100 metrar langur og 1060 millimetrar í vídd. Tunnilsmunnin er átta metrar undir vatn­ skorpuni. Nýggja kloakkleiðin verð­­ur liðug um tveir mán­ aðir og er ætlað allari út­­ byggingini í Hoyvíks­ haganum. Í alt kostar nýggja kloakkleiðin 2,5 milliónir krónur. - horsdal Kloakktunnilin í Kúrdali boraður ígjøgnum Soleiðis sá økið út áðrenn boringina. Her verður tunnilin boraður. Tunnilin er 1060 mm í vídd og 100 metrar langur. Fólkalív Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Um nakrar fáar dagar verður bert ein handil á Nólsoynni. Matvøruhandilin, Hjá Annfinn, letur aftur í næstum. Una Hansen hevur arbeitt Hjá Annfinni í 43 ár. Seinastu tólv árini hevur hon rikið handilin: - Nú orki eg ikki meira, sigur hon. Mynd: Leo Poulsen