hósdagur 20. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2006
7
tíðindi
Hópin av útlendskum
bilum hava seinastu
dagarnar verið í
Kaldbak og vent,
tí hóast vanliga far
leiðin úr Havnini er
stongd í bestu ferða
fólkatíð, er kunningin
einans á føroyskum
Ferðsla
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nú bergholið millum Kald
baksbotn og Oyrareingir
hevur verið afturlatin í fleiri
dagar, er Oyggjavegurin
einasta leið úr Havnini og
norðureftir, men trupult er
hjá útlendingum at finna
úr Havnini, tí kunningin er
bert á føroyskum.
Á skeltinum, ið Lands
verk hevur sett upp í rund
koyringini við Hvítanes,
stendur
á
føroyskum
“Kollafj. tunnilin er stongt
kl. 8.00 -20.00. Koyrið eftir
Oyggjarvegnum”. Umframt
at útlendingar neyvan vita
hvar Oyggjarvegurin er, so
er skeltið bert á føroyskum,
og tí skilja útlendingar
tað ikki. Hinumegin veg
in stendur eitt eingin gjøg
numkoyring skelti, men fyri
ferðafólk er hetta skeltið
ivaleyst bert ørkymlandi, tí
tá portalurin var á staðnum
í gjáramorgunin, koyrdu
tveir
útlendskir
bilar
spakuliga framvið tí. Her
er somuleiðis talan um
beinleiðis skeiva skelting,
lýsingin av skeltinum, ið
eitur C21 á fakmáli, er
hendan: “C-21 Forboðið
øllum akførum. Skeltið
setur forboð fyri allari
koyring báðar vegir, mill
um skeltið og næsta vega
mót, við undirskelti kann
forboðið verða avmarkað
til bert at hava gildi við
gjøgnumkoyring ella í ávís
um tíðarbilum.” Sambært
koyrilærara í Havn er eitt
skeltið hinumegin veg
in ikki eitt undiskelti, so
í veruleikanum, hava fólk
sambært skeltingini hvørki
loyvið til at koyra á Hvíta
nes, Sund ella Sandvíka
hjalla.
Tá Portalurin hitti arbeiðs
fólkið, ið leggur kaðal við
Sundsverkið, greiddu tey
frá, at serliga illa hevði
staðið til, tá Norrøna kom
á Havnina mánadagin, tá
vóru sera nógvir fremm
andir bilar, ið koyrdu fram
við skeltinum og heilt inn
í Kaldbaksbotn, har tey
máttu venda og spyrja um
leið, men eisini týsdagin
var hópin av fólki, ið koyrdi
skeivt.
Per Hansen stjóri á
Ferðaráð Føroya sigur við
Dimmalætting í gjár, at
hetta bert er enn eitt dømið
um manglandi atlit til ferða
fólk, tá skelta verður, og at
hann metir hetta vera sera
óheppið.
Ferðslukunning einans fyri føroyingar
Hesin útlendski kampingbilurin koyrdi spakuliga framvið føroyska skeltinum.
Eitt lítið innlegg
á kjaktorginum
á Myspace síðuni
hjá amerikanska
tíðarritinum Paste
Magazine, og alskurin
hjá blaðstjóranum
til tónleikin hjá Teiti,
gjørdist jarnbrotið
hjá Lenu Andersen
til stóru marknaðar
føringsmaskinuna hjá
Coca Cola
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Elin Hentze tónleika
umboð legði eini lítil boð
inn á heimasíðuna hjá Paste
Magazine og hópin av øðrum
miðlum og plátufeløgum,
umboðsfólkum, um at fara
inn á hennara heimasíðu,
at lurta eftir føroyskum
bólkum og einstaklingur,
var tað mest til stuttleikar,
men eisini við eini lítlari
vón um at okkurt spurdist
burturúr.
Tí var tað eisini ein
hjartans fegin Elin, ið
greiddi okkum frá, at Josh
Jackson úr Paste Magazine
varð vorðin so góður við
tónleikin hjá Lenu, at hann
hevði boðið henni at fáa
lagið Can’t Erase It við
í eitt stórt tónleikatiltak,
ið Paste Magazine ger
saman við Coca Cola fyri
at marknaðarføra óheftan
tónleik. Can’t Erase It er
eitt av fyribils 10 løgum,
ið verður lagt út á tón
leikaheimasíðuna hjá Coca
Cola, at taka niður ókeypis.
Lagið verður bæði tøkt at
hoyra, taka niður og sum
ringitóni, Lena fær ikki
nakran pening burturúr hes
um, men her er talan um
sera góða marknaðarføring.
Hetta er fyrsta tiltak av fýra,
so samanumtikið vera 40
bólkar lagdir á heimasíðuna
hjá sodavatnsrisanum.
Elin greiðir frá, at Josh
Jackson var Teitur fjeppari,
og at hann tí gjørdist áhug
aður, tá hann fekk áheitanina
um at fara inn og lurta eftir
tónleiki úr hesum fjarskotna
stað. Honum dámdi sera
væl tónleikin hjá Lenu, og
setti seg tí í samband við
Elina og Lenu, um at brúka
lagið Can’t Erase It í hesum
sambandi. Eitt tilboð sum
Lena glaðbeint tók av.
Coca Cola marknaðarførir Lenu
Stórur áhugi
fyri leiku
marknaði
Nógv børn hava teknað
seg til tiltakið, har til
ber at selja gomlu leikur
sínar í gongugøtuni í
Havn leygardagin. Enn
ber til at tekna seg.
Børn og ung
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Ein langur listi av nøvn
um á børnum liggur á
diskinum hjá kunning
arstovuni í Havn í hesum
døgum. Hetta eru børn,
sum ætla at savnað saman
gomlu leikurnar so onnur
kunnu keypa tær á leiku
loppumarknaðinum, sum
verður í gongugøtuni
leygardagin.
Tað er kunningarstovan
í Havn, sum hevur tikið
stig til leikumarknaðin
í sambandi við langa
leygardagin. Ætlanin er,
at øll børn, sum hava
hug, kunnu tekna seg
hjá
kunningarstovuni,
sum síðani skipar fyri, at
borð og stólar verða sett
upp í miðbýnum. Barnið
setir síðani sín egna
sølubás upp og situr hjá
honum og selur gomlu
leikur sínar. Tá dagurin
er at enda komin, eigur
barnið sjálvt peningin,
sum forvunnin er.
Øll eru spent
Annað verður eisini á
skránni langa leygardagin.
Eitt nú verður nýggja
tjaldið hjá Tórshavnar
Ítróttarráð roynt á fyrsta
sinni, og verður tað sett
upp í Tinghúsgarðinum.
Har verður skipað fyri
ymiskum, so sum sølu
básum hjá handlunum í
miðbýnum, mótasýning
verður klokkan 13 og
okkurt undirhald verður
eisini á skránni. Ingigerð
á Trøðni, leiðari fyri kunn
ingarstovuna og stigtakari
til tiltakið sigur, at børnini
og leikumarknaðurin hava
eisini møguleika fyri at vera
inni í tjaldinum, um veðrið
ikki verður til vildar.
Av kunningarstovuni
verður sagt, at higartil
hava eini 30 børn teknað
seg, og at tey sjálvi ringja
inn ella møta upp og
tekna seg. Mett verður,
at børnini eru umleið
millum 6 og 13 ára gom
ul og øll eru ordiliga
spent til tiltakið.
Børnini skulu tekna
seg í Kunningarstovuni í
seinasta lagi fríggjadagin,
og
leikumarknaðurin
verður
opin
millum
klokkan 11 og 15. Tað er
ókeypis at taka lut.