Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 138 - 20. juli 2006 tíðindi »Í veruleikanum er USA longu farið á húsagang« (Laurence Kotlikoff, professari) útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 fax 341801 Stutt sagt Eins og flest onnur líða norðmenn undir høg- um bensinprísum, nú oljuprísurin er farin at toga í 80 dollarar fyri tunnuna. Men tey, sum vara av norska ríkiskassanum, kun- nu gleða seg um gongdina, tí tann høgi oljuprísurin ger, at pengarnir fossa í norska ríkiskassan. Sam- bært Aftenposten fær tað almenna Noreg umleið 50 prosent meiri burtur úr oljuni í ár enn í 2004, sum var metár. Tað merkir, at oljuinntøkurnar hjá tí almenna verða umleið 400 mia. krónur í 2006, skrivar blaðið. Marknaðarserfrøðingar vænta, at oljurpísurin fer at hækka uppaftur meiri orsakað av kreppuni í Miðeystri, og tað fer at síggjast aftur í norska ríkiskassanum. Tí hvørja ferð prísurin fyri eina tunnu hækkar ein dollara, fáa norðmenn fýra mia. krónur eyka í kassan, skrivar Aftenposten. Illur reiðari Reiðarin á trimum spons- kum trolarum, sum norska sjóverjan hevur tikið, er í øðini inn á norsku myndugleikarnar. Í gjár helt reiðarin, Ivan Lopez, tíðindafund í Tromsø, har teir tríggir trolararnir liggja, og hann var alt annað enn fegin um støðuna. Hann vildi vera við, at norska sjóverjan hevði tikið tveir av trolarunum, bara tí hon hevði mistanka um, at alt ruggaði ikki rætt hjá teimum. Sjóverjan hevði hvørki kannað dagbøkur ella veiði, segði hann. Trolararnir fingu bara boð um at sigla til lands, vildi hann vera við. Harafturat nýtti sjóverjan mál, sum skipararnir ikki skiltu, og tað er brot á vanliga rættarskipan, segði Ivan Lopez. Talsmaðurin hjá norsku sjóverjuni vísir øllum skuldsetingunum aftur. Hann sigur við NTB, at sjóverjan hevur hildið seg til tær vanligu reglurnar, og at alt er farið rætt fram. Tað er kanska ikki so løgið, at tann spanski reiðarin er illur, tí tann fyrsti trolarin, sum bleiv tikin, fær ætlandi 12 mió. krónur í bót. Var í Beograd Eitt blað í Serbia veit at siga, at bosniaserbiski generalurin Ratko Mladic fór úr Beograd í januar, eftir at hann hevði fjalt seg har í næstan fýra ár. ST-krígsbrotsmanna- dómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur leitað eftir Ratko Mladic í fleiri ár, tí hann er skuld- settur fyri hópdráp og og krígsbrotsverk ímóti mannaættini. Tað vóru hermenn hjá Mladic, sum myrdu umleið 8.000 menn og dreingir í bosniska býnum Screbrenica á sumri í 1995. Krígsbrotsmannadóm‒ stólurin hevur kravt, at serbisku myndugleikarnir skulu handtaka Ratko Mladic og senda hann til Haag, so hann kann koma fyri rættin, men enn er hann ikki tikin. ST hevur lagt myndugleikarnar í Brograd undir at verja generalin, og ES hevur gjørt greitt, at tað fer ikki at tingast við Serbia um limaskap í samveldinum, fyrr enn Mladic er útflýggjaður. Men heldur ikki tað hevur borið frukt enn, skrivar AP úr Beograd. Gera kvetti av oljuprísinum Tann góði oljuprísurin kemur norska ríkiskassanum væl við. USA sigst hava góðtikið, at Ísrael ger av við leiðaran í Hizbollah, Hassan Nasrallah. Miðeystur Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í Ísrael eru fjølmiðlarnir á einum máli um, at Hizbollah-leiðarin, Hassan Nasrallah, gjørdi eitt stórt mistak, tá hann bað nakrar av monnum sínum søkja at ísraelskum hermonnum við libanska markið og burturflyta tveir teirra. Ísraelska svarið gjørdist nógv harðligari, enn Nas- rallah hevði væntað, og nú er hansara egna lív komið í vanda. Eitt av teimum stóru ís- raelsku bløðunum, Maariv, skrivaði í gjár, at ameri- kanskir embætismenn hava kunnað ísraelsku stjórnina um, at USA góðtekur, at ísraelski herurin beinir fyri Hassan Nasrallah. Talan var ikki bara um eina góðkenning, tí amerikonsku embætismenninir eggjaðu Ísrael til at beina fyri ho- num, skrivar Maariv. -Hassan Nasrallah fær kanska eina viku afturat, skrivar størsta blaðið í Ísrael, Yediot Ahronot. Ísraelskir eygleiðarar siga, at alment ger stjórnin ikki nógv burtur úr einum tílíkum máli, men teir ivast ikki í, at tann 46 ára gamli Hizbollah-leiðarin verður roknaður sum eitt lógligt krígsmál. Teir vísa á, at ísraelska flogvápnið hevur bumbað Dahyia-økið har suðuri í Beirut nógvar ferðir, tí hildið verður, at Hassan Nasrallah og fleiri av hansara næstu monnum hava fjalt seg har. Vesturlendskir eygleið- arar í Ísrael siga, at flestu ísraelsmenn høvdu verið fegnir, bleiv Nasrallah fyri- beindur, tí tey flestu meta hann sum fremsta fígginda Ísraels í dag. Hinvegin er hann sera væl umtóktur ímillum palestinar. Hizbollah-leiðarin Hassan Nasrallah. Hann sleppur ikki at liva leingi afturat Amerikanski búskapurin er so illa fyri, at hann megnar ikki at fóta sær aftur. Búskapur Árni Joensen: fartekst@mail.dk -Skulu politikararnir forða fyri, at amerikanski staturin fer á húsagang, mugu teir fremja fleiri og umfatandi tiltøk, skrivar Laurence Kot- likoff í einari grein í einum amerikonskum bankablaði. Kotlikoff er professari í búskapi og starvast á lærda háskúlanum í Boston. Hann vil vera við, at amerikanski búskapurin er so illa fyri, at USA er komið út á eggina. Eftir hansara tykki ber tað til at venda gongdini, men tað fer at krevja, at skatturin hækkar nógv, og at umleið tveir triðingar verða skarvaðir av vælferðarútreiðslunum. Laurence Kotlikoff sigur, at USA er ikki ført fyri at fíggja komandi ættarlið. Herfyri kunngjørdi Bush- stjórnin, at ætlanin er at skarva av hallinum á fíggjarlógini, so tað kemur niður á 2,3 prosent, men tað er eingin uggi í tí, skrivar professarin og vísir á, at hallið fer at veksa aftur í komandi árum, tá teir stóru árgangirnir frá árunum eftir seinna heimsbardaga verða pensjonistar. Laurence Kurlikoff skri- var í greinini, at í orðsins sanna týdningi er USA longu farið á húsagang. Landið er mergsogið, in- solvent, hevur næstan eingi ráevni eftir og er ikki ført fyri at gjalda sína skuld. USA fer á húsagang