hósdagur 20. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2006
9
tíðindi
Anfinn
ætlar at
seta lív í
Anfinn Nielsen er ein
av stóru hittmakarunum
í Føroyum. Hann er
sangari og sangskrivari
í bólkinum Anfinn &
Co., og við sagnum
sum Sirkus Tinganes,
Í Skúrið, Gubbi og
eg, Útsalg og Lítli
Fuglur
hevur
hann
sligið navnið hjá sær
rimmarfast í føroyskum
tónleiki.
Bólkurin Anfinn &
Co. hevur ikki spælt
við upprunaligu man-
ningini í nógv, nógv
ár, men á Summar
Festivalinum gera teir
comeback. Og stendur
tað til oddamannin í
bólkinum, skal tað vera
eitt comeback við lít.
- Til ein tílíkan fest-
ival skal tað vera ferð
á, og tí hava vit so at
siga bert valt sangir av
villara slagnum, sigur
Anfinn Nielsen, sum
heldur sína uppgávu
á pallinum fyrst og
fremst vera at seta lív í
fjøldina.
Anfinn
Nielsen
hevur í meira enn
30 ár skrivað sangir,
sum ein fyri og annar
eftir er blivin eitt hitt
í Føroyum. Nógvir av
sangunum hjá honum
hava ein lættan og
skemtiligan tóna.
Anfinn Nielsen er
føddur og uppvaksin í
Klaksvík og fór sum so
mangur annar til skips
longu sum 13 ára gamal.
Umborð á skipum hevur
hann skrivað nógvar
av sínum sangum, og
longu í 1972 yrkti hann
sangin um Sundaberg,
sum gekk burtur.
Í 1985 fekk bólkurin
Science Fiction eitt
risahitt við sanginum
Í skúrið (sangurin um
húkin),
og
hendan
sangin hevði Anfinn
Nielsen skrivað til ból-
kin.
Nakað
seinni
fór
Anfinn sjálvur at geva
tónleik út. Nú kallaði
hann seg Anfinn & Co.,
og við góðari hjálp frá
Karl Martin Samuelsen
og øðrum góðum kref-
tum úr Hjarnum kom
bandið Hví. Sangirnir
av bandunum rungaðu
kring alt landið, og
bandið seldi óføra væl.
Meira enn 5000 eintøk
vóru seld, og tað er púra
óhoyrt nú á døgum.
Nøkur ár seinni sv-
araði Anfinn sjálvur
spurningum, og tá kom
útgávan Tí. Í 1999
kom higartil seinasta
útgávan hjá Anfinni, og
hon kallast Betur seint
enn álvara.
-mørk
Rockbólkurin All
That Rain fer at
spæla til dans í stóra
tjaldinum á Summar
Festivalinum.
Bólkurin spælir
bæði tónleik hjá sær
sjálvum og tónleik hjá
øðrum
Summar
Festivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bæði fríggjakvøldið og ley-
garkvøldið verður dansur í
stóra tjaldinum á Summar
Festivalinum.
Fríggjakvøldið verður tað
vælumtókti rockbólkurin
All That Rain, ið fer at
spæla.
All That Rain hevur seks
ár á baki, og hesi árini hava
teir spælt til eina ørgrynnu
av tiltøkum, og bólkurin
hevur eisini givið tónleik út
á fløgu.
All That Rain hevði sín
uppruna í bólkinum Kjølar,
sum gavst at spæla í 1999.
Manningin
í
bólkinum
hevur skift nakað, men
Henning Nicodemussen og
Jens Tummas Næss hava
øll árini syrgt fyri einum
góðum og tryggum botni í
bólkinum.
Nú er Rókur Jákupsson
sangari í bólkinum, og
hann hevur veruliga meg-
nað at lagt nakað afturat
tónleikinum hjá All That
Rain.
Afturat
teimum
er
eisin
gittarspælarin
Johan Ziskason við til
framførsluna á Summar
Festivalinum.
All That Rain spældi
til dans í tjaldinum á
festivalinum í fjør, og hesa
uppgávuna skulu teir loysa
aftur í ár. Bólkurin kann
spæla eina fjølbroytta skrá
av sangum – bæði sangir
hjá sær sjálvum og hjá
øðrum – og tað fara fólk
eisini at hoyra á Summar
Festivalinum í ár. All That
Rain spælir til dansin
fríggjakvøldið.
Eyðun & Terji
leygarkvøld
Leygarkvøldið verða tað
Eyðun & Terji, sum fara
at spæla til dansin í tjald-
inum.
Tað vóru fleiri, ið hildu,
at tann besta framførslan
á Summar Festivalinum í
fjør var tann, sum Eyðun
& Terji høvdu í stóra
festivaltjaldinum. Teir báðir
popparnir vóru í stórformi
og høvdu eina framúr góða
framførslu.
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen teljast millum
teir bestu føroysku sang-
skrivararnar
nakrantíð.
Báðir hava tað til felags, at
teir skriva frálíkan tónleik,
og so duga teir eisini fram-
úr væl at syngja og spæla
live.
Teir hava skrivað sangir
til sín sjálvs og bólkar sum
Frændur, Føstufressar og
Moirae, og eftir teir liggja
perlur sum Mítt Land, Eros,
Flýggi til tónleikin, 80’ini
og nógvir aðrir framúr góð-
ir sangir.
Seinnu árini hava Eyðun
& Terji spælt nógv saman,
og á Summar Festivalinum
í ár ber aftur til at hoyra teir
live, og teir lova eitt ordans
brak.
All That Rain fær tjaldið at kóka
All That Rain spælir til stóra dansin í tjaldinum á Summar Festivalinum. Leygarkvøldið fara Eyðun & Terji at spæla
Peter Thorup
er á odda fyri
vælsvingandi
bluestrio, sum fer at
spæla fyri gestunum á
Summar Festialinum
Summar
Festivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru tríggir garvaðir
og sera dugnaligir danskir
tónleikarar, sum spæla í
bólkinum Thorup, Back-
hausen og Friis. Teir brúka
bluestónleik sum grundar-
lag, og blues hevur í nógv
ár verið við í tí mesta, sum
teir takast við.
Peter Thorup verður met-
tur sum ein av bestu donsku
bluessangarum, og í 2004
varð hann heiðraður sum
Ársins Bluesnavn. Thorup
er eisini kendur frá 60’ara
bólkinum Beefeaters, og
hann hevur eisini sam-
starvað við Alexis Corner,
CCS og Poul Dissing.
Sterk trio
Thor Backhausen er ein
meistari, tá ið hann letur
sínar fingar dansar á orgli,
klaveri ella harmonika.
Hann hevur verið nógv
brúktur sum sutiotónleikari
á útgávum hjá eitt nú Lone
Kellerman, Rockbandet og
Anne Dorthe Michelsen.
Michael Friis er bass-
istur,
og
hann
hevur
verið virkin í donskum
tónleiki síðani 1970’ini.
Hann spælir tráleysan 5-
streingjaðan bassgittar, og
tað hevur altíð syrgt fyri
einum sermerktum ljóði.
Hann hevur spælt við eitt
nú Lis Sørensen, Sebastian,
Kasper Winding, Erann DD
og Paul Banks.
Hetta eru tríggir tung-
vektarar í donskum tón-
leiki, sum hava funnið
saman í eina sterka og sera
vælspælandi trio.
Danskir tungvektarar seta dám á festivalin
Peter Thorup, sum verður mettur sum ein av bestu donsku
bluessangarum, er á odda fyri einari bluestrio, ið fer at spæla á
Summar Festivalinum