Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 138 - 20. juli 2006 Tað hevur regnað illa í summar. Viðhvørt so illa, at allir føroyingar skuldu verið ríkiliga troyttir av váta slagnum. Men so er ikki, heldur tvørturímóti. Sum ongantíð áður fer at fløða í landinum av tí váta, nú loyvisnevndin við javnaðarfólki í oddinum gevur skeinkiloyvi í eyst og vest. Festivalarnir Allir festivalarnir hava fingið skeinkiloyvi. Eitt stórt og týðandi frambrot fyri hesa samgonguna, sum við avgerandi hjálp frá meginpartinum av Tjóð- veldisflokkinum megnaði at spreingja hol í byrgingina, so vit nú av álvara nærkast fríari rúsdrekkasølu. Byr- gingin er skrædnað, og nú er bert eftir at ”venja” okkara elskaðu børn og ungdóm við, at nú ”duga” vit føroyingar betri og betri at drekka, og ein dag kunnu vit siga, at nú eru vit útbúnir og duga eins væl og danir at drekka, og tí kunnu vit hava fría rúsdrekkasølu. Hetta er málið og soleiðis er gongdin. Visjón 2015 má væl vera, at vit frá at hava eina miðalnýtslu upp á 6,9 ltr. fara upp á donsku miðalnýtsluna upp á 11- 12%. Festivalarnir hava higartil verið støðugt vaksandi succésir – uttan skeinki- loyvi. Og serliga eru tað tey ungu undir 18 ár, sum fylla festivaløkini. Hesi koma nú at skula vera partur av einum tiltaki, sum setir tey uttanfyri, tí tað er ikki loyvi at lata teimum rúsdrekka. Og foreldur at tannáringum, sum árini frammanundan ekkaleys hava kunnað latið børnini fara á festival at hoyra tónleik, mugu nú gera upp við seg sjálvi, um tey framvegis kunnu vera ekkaleys. Hví er tað so umráðandi hjá teimum vaksnu at seta børn og foreldur teirra í hesa óneyð- ugu tvístøðu? Hví skulu tey vaksnu absolutt seta sín egna rústørv frammum tørvin hjá børnunum og teimum ungu til eitt rúsfrítt umhvørvi? Hetta snýr seg í roynd og veru bara um sjálvsøkni teirra vaksnu, samvitskuloysi og peningaslúkni. Hetta snýr seg um vantandi tolsemi mótvegis børnunum og teimum ungu undir 18 ár. ”At tey ikki sleppa at drekka skal ikki forða MÆR at drekka, EG bestemmi fyri, hvat EG geri”. Er hetta tolsemi? Skeinkiloyvi til Strandferðsluna Og sum um tað ikki var nóg mikið, at festivalar- nir nú gerast ”skipaðar” drykkiveitslur; nú skulu strandfaraskipini eisini hava skipað drykkiviðurskifti. Almenna strandfaraskipið, sum eg og øll hini fíggja við okkara skatti, verður nú eitt útskeingingarstað. Ferðavinnan er undan- førslan. Sum um at ongin tímir til Suðuroyar, tí at Smyril ikki skeinkir øl og vín afturvið matinum. Eg eri ikki sinnaður at gjalda skatt til eina almenna farleið, sum arbeiðir so harðliga móti mínum etisku og andaligu virðum. Minsta mát fyri at gjalda skatt má vera, at talan er um felags samfelagsgagnligar útreiðslur, sum vit ØLL ERU SAMD UM. Heilsu- verk, almannaverk, skúlar, vegir o.s.fr. Men her brýtur almenna fyritøk- an Strandferðslan hesa meginreglu, tí útskeinking, fíggjað við mínum skatta- krónum, er ikki nakað, sum øll eru samd um. Rúsdrekkaviðhaldsfólk- ini vilja kanska sum mótgrundgeving siga, at tey gjalda eisini skatt, og tey vilja hava útskeinking umborð á Smyrli. Trupul- leikin er bara, at tann grundgevingin er ikki haldgóð, tí her eru skatta- borgararnir ikki samdir. Eg og rúsdrekkaviðhalds- fólkini eru samd um, at farleiðin til Suðuroyar skal vera, og tí er rætt at gjalda hana við skattaborgarans peningi. Men vit eru ósamd um skeinkiloyvið, og tí er ikki rætt at gjalda við skattaborgarans peningi. Har gongur markið og tað flytist ikki. Ítróttarfólk og skeinkiloyvi Ein týðandi partur av ferða- fólkahópinum hjá Smyrli eru ítróttarfólkini. Hesi eru meginparturin yngri enn 18 ár. Nú kann farleiðin til Suðuroynna gerast ein trupulleiki hjá hampafólki, sum ikki vilja lata børn síni í føvningin á peninga- slúknu ferðafólkafyritøkuni Strandferðsluni, tí mat- stovurnar bjóða øl og vín. Tey eru mong, sum veruliga ynskja at halda børnum sínum frá slíkum umhvørvi, og ta virðing eigur ein almenn skattafíggjað fyri- tøka at sýna landsins bor- garum. Hvør er uppgávan hjá Strandferðsluni? Hon er at flyta fólk trygt og skjótt millum oyggjarnar. Strandferðslan er ikki ein matstovufyritøka við skei- nkiloyvi, sum skal royna at útvega sær eykainntøkur fy- ri at hjálpa landskassanum. Men tað tykist meiri og meiri greitt, at politiska propagandain, sum liggur aftanfyri broytingarnar í rúsdrekkalógini, nú verður løgd á hillina og Fólkaflokkinum so líkt við dyggari hjálp frá bæði Javnaðar- og Sambands- flokkinum verður nú tann praktiski politikkurin lag- dur fyri dagin. Vit minnast øll, at undanførslurnar fyri at broyta rúsdrekkalógina vóru, at økið var so óskipað. At nú skuldi sam- gongan skipa so fyri, at fólk kundu drekka seg frá vitinum ”undir skipaðum viðurskiftum”. Men ikki eitt orð varð sagt um, at aftanfyri alla tokutaluna hjá samgonguni var ein goymd dagsskrá: skeinkiloyvið til Smyril. Og hesir góðtrúni samgongumenninir, sum hvør eftir annan gingu upp á pallin og løgdu dentin á, at teir vóru harðliga ímóti broytingunum, sita nú við ábyrgdini og veita hesi samgonguni meirilutan til at fremja hendan oyði- leggjandi politikkin fyri ungdóm okkara. Vælgagnist tykkum, skommina mugu tit í samgonguni eiga, men slíkar avgerðir verða ikki gloymdar, tí øll, sum ferðast við Smyrli og sum ganga á stevnur og sum ganga á festivalar og so víðari fara dagliga at verða mint á hesa dáragerð. Løgtingsmaður bill justinussen Festivalar byggja brýr Í kvøld og komandi dagarnar kemur festivaltíðin í Føroyum av álvara í hæddina. Eftir Mjús og Jóansøkufestivalar og nú bert eina viku undan tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuni, verða porturini latin upp fyri tí nógv umrødda og vælumtókta G! festivalinum í Gøtu. Fyri tað mesta ungdómar og hálvvaksin men eisini tilkomin úr øllum landinum leita sær til Gøtu at fáa eitt stórt tónleikaupplivilsi og helst meira enn tað. Sum ikki einaferð eru tað veðurgudarnir, sum gera av, hvussu stórt hetta upplivilsi verður. Vit krossa fingrar eisini fyri G! veðrinum - at hesin festivalurin skal hepnast væl, og at tey mongu ungfólkini, tá tey taka tjøldini niðuraftur eftir eitt spennandi vikuskifti, fara heimaftur við nøkrum tónleikaupplivilsum ríkari og kanska eisini við enn fleiri vinum. Ein festivalur er sjálvandi fyrst og fremst ein eingangsuppliving. Men hann er ella kann vera so nógv annað. Hann kann verða við til at byggja brýr millum tónleikarar sínamillum bæði føroyskar og útlendskar, og hann kann byggja brýr millum ta áhugaðu tónleikafjøldina og so tónleikaheimin sum heild. Í síðsta enda kann ein festivalur eisini vera við til at eggja til og menna føroyska tónlist - eisini til at gerast lopfjøl fyri føroyskum tónleiki út í heim. Tá ólavsøkan er farin aftur um bak og væl tað kemur festivaltíðin enn einaferð í hæddina. Tá fer Summarfestivalurin í Klaksvík av bakkastokki, ein festivalur, sum hóast hann byggir á eitt øðrvísi konsept enn tað hjá G!, kortini dregur túsundtals fólk til sín. Nettupp við ikki at kopiera hvør annan ber á henda hátt til at geva einum størri tali av føroyingum og í ymsum aldri eisini atgongd til festivalar. Tað eru tey, sum halda, at tað er við at koma inflatión í tónleikafestivalar. Tað kann tað vera nakað um, men hetta fer brúkarin so at gera av. Ynskir hann ikki at fara til ein ávísan festival, ja, so er neyvan grundarlag fyri honum. Vit kunnu í hvussu er staðfesta, at G! og Summarfestivalur eru komnir fyri at verða. Sum nakað nýtt fáa vit so eisini ein Fjarðafestival og vendir hesin sær til tey, sum serstakliga hava áhuga í kristnum tónleiki, og tey eru eisini mong. Tað kann tí hugsast, at hesin festivalur eisini fer at gerast ein fastur táttur í framtíðini. Vit ynskja øllum hesum trimum festivalum góða eydnu. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. »gongur tað akkurat hjá tí privata, hava teir tað best, gongur tað illa, gerst ikki við, men gongur tað heilt gott, er tíð til at fella hesar í ryggin« Jógvan við Keldu SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Váttligt summar