Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 20. juli 2006 11 Skuldi tilfeingisrenta verið framd í verki, kom hon helst best við sum ískoyti til eftirlønargrunn hjá føroyska arbeiðaranum, og ikki beinleiðis í landskassan. Hjá vanliga borgarliga før- oyinginum, ið hugsar um framtíðarmøguleikar, og um at vit samfelagsliga ota okkum ongur fram í oddin áðrenn 2015, er hugaligt, tá vinnan leggur pening eftir sær, meiri pening tess hugaligari, tí greitt er, at gongst vinnuni heilt væl, gevur hon nógv av sær til allar tættir, ja heilt út í hvønn krók í landinum. At vinnutól nátúrliga skifta eigara, har greið av- tala verður staðfest millum keypara og seljara, og at hesir sleppa at handla ut- tan politiska uppíblanding, gevur virkisføra og á- hugaverda framtíð fyri okkum øll og hoyrir til í menningarsamfelagi. Landskassin fær stórar upphæddir, kommunurnar størri ella minni fløvar, arbeiði verður til allar hen- dur, ráðini gerast betri til undirvísingar, almanna- og heilsumál og hetta gevur í sum heild betri moral og virðiligari lív fyri føroyin- gin. Hækka ella lækka lønir Tað má verða eini 25-30 ár síðani, ein av kendu fronsku samfelagsfrøðingunum, ný-filosoffur, sum eina tíð var sannførdur sosialistur, Raymond Aron, segði í samrøðu, at “sjálvandi kundi eg væl skriva, at eg stuðli lønarhækkan (fyri arbeiðaran), fyri at vísa mínar sannførandi kenslur, men tað hevði verið uttan fyri alla ávirkan. Hinvegin, hevði tað verið so, at um lønirnar hjá marxistunum, t.v.s. lønirnar hjá teimum intellektuellu og professarunum vórðu lækkaðar, høvdu hesi verið á rokinum”. Hetta kom eg at hugsa um, nú Rolf Guttesen svaraði greinini hjá Jógvani Sund- stein, sum nam við nakað viðkomandi, í samband við sølu, sum reiðari framdi av sínum seinasta skipi av mongum eftir 40 ára slit og slabb, har hesin saman við manningum sínum høvdu verið við til at breyðføtt hópin av fólki, sum aftur gav út í “hvønn krók í landinum”. Her var keyps- og sølu- prísur staðfestur av báðum pørtum. Hvørjar vóru so íløgurnar Nú tilfeingisrentan av “okkara allra ognum” aftur hevur verið upp og vent, kundi áhugaverdi spurningurin verið settur, hvussu hevði verið vorið, um Rolf Guttesen, Jóannes Ejdesgaard, løgmaður – sum gav ilt av sær við søluni av JFK – Kári Petersen, fíggjarfrøðingur suverrent ráddu fyri borgum. Høvdu íløgur yvirhøvur verið gjørdar í eitt nú “Trónd í Gøtu”, “Christian í Grótinum”, “Krúnborg”, “Skálaberg”, “Akraberg”, “Atlantic Navigator”ella “Norðborg”, fyri at nevna nakrar burtur úr. Áhugavert kundi verið at spurt bæði løgmann, Rolf Guttesen, og Kára Peter- sen, um nú tilfeingisrentan gjørdist til veruleika, um hon kundi verið brúkt t.d. til part av eftirlønargrunni fyri arbeiðaran í Føroyum, so hon veruliga kom á eitt neyðugt stað, heldur enn at fari beinleiðis í landskassan. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag er við sínum royndum ræddur fyri tilfeingisrentuni, og vísir vituliga á vandar sum eru, samstundis sum hann eina mest er ræddur fyri akademisku klikuni, sum ætlar at “kuppa” eitt tilfeingigjald ígjøgnum. Nei eg havi lyndi til at geva Jógvani Sundsstein rætt í sínum indikatiónum. Hvar verða vit 2015 Flestu politikarar tosa um at skilja alemnt og privat greiðari hvørt frá øðrum, men tá til stykkis kemur og privatmaðurin fær meiri enn “gott er”, hevur polit- iski myndugleikin sjúkliga trongd til grípa inn. Hetta er henda gamla Javnaðar- og Tjóðveldis- øvundin, at gongur tað akkurat hjá tí privata, hava teir tað best, gongur tað illa, gerst ikki við, men gongur tað heilt gott, er tíð til at fella hesar í ryggin. Lat tað verða púra greitt, at sleppa hesir tríggir ótarnarðir at ráða fyri borgum, verða vit – og hetta er ein náttúrulóg – í aftara enda heldur enn millum fremstu í 2015. Neyðugt er í Føroyum at lata marknaðarbúskapin ráða, latið okkum birta upp undir núverandi vinnur, geva nýíbirtarum okkara fulla stuðul, tí brúk er fyri núverandi og ikki minst fyri nýggjum vinnum og har skal eisini kapitalur til. Ein áheitan á løgmann, Rolf Guttesen og Kára Petersen, latið marknaðar- búskapin sleppa at ráða uttan øvund, so fáa vit eitt gott land 2015. Ein áheitan á Føroya fólk, latið ikki hesar alment vælløntu og vætryggjaðu sleppa at køva virkishugin hjá føroyska íverkstaranum og serliga ikki hjá tí hepmna íverksetaranum, tí eingin skal vinnuliga fáa meiri pening enn teir. Tá keypari og seljari eru samdir viðmerkingar ... tað eru tey, sum eru í størsta vanda at verða álvarliga skadd í ferðsluni, og tí skal ferðslukervið lagast eftir teimum Tíðindaskriv frá RFF: Allastaðni, har ferðsla gongur ígjøgnum fjølbygd øki, har børn spæla og fólk eru til gongu, skal hægst loyvda ferðin verða 30 km/ t. Ferðsluóhappum sleppa vit neyvan nakrantíð un- dan. Men avleiðingarnar av teimum skulu minkast. Eitt mistak í ferðsluni skal ikki verða revsað við deyðanum! Tú og eg, sum nýta vegakervið, hava rætt at seta fram krøv. Men vit mugu eisini fylgja galdandi reglum, og sum góðir samfelagsborgarar eiga vit eisini at tola ávísar avmark- ingar. Ferðslutrygd skapa vit í felag! Fleiri kanningar sýna, at tað veldst um ferðina, hvussu álvarsliga fólk verða skadd, um tey verða ákoyrd í ferðsluni. Um eitt fólk verður ákoyrt av bili, sum koyrir 50 km/t, so er deyðin teimum vísur í allarflestu førum. Er ferðin harafturímóti 30 km/t, so er nógv størri møguleiki at bjarga lívinum. Danskar kanningar vísa, at um hámarksferðin ver- ður lækkað úr 60 km/t til 50 km/t, minkar talið á fólkaskaða við 10%, talið á teimum skaddu, ið eru til gongu, 20%, og á teimum, sum doyggja, 24%. Hækka vit hámarks- ferðirnar, verður úrslitið tað øvugta: miðalferðin á veg- unum økist, vanlukku-talið økist, fleiri fólk doyggja, og enn fleiri verða álvarliga skadd. Møguleikin fyri at doy- ggja, verður tú ákoyrdur í ferðsluni, er o.u: 10% við 30 km/t, 55% við 50 km/t og næstan 100% við 80 km/t. Hesi tølini tala fyri seg, og tí má hámarksferðin verða lækkað til 30 km/t í fjølbygdum økjum, har vegamót og gonguteigar eru, og har fólk og akfør ferðast millum hvørt annað í t.d. íbúðarøkjum, við skú- lar, handilsøki, sjúkrahús, ellisheim og aðrastaðni, har serligar orsøkir eru. Ferðslukervið skal lagast til tey óvardu... Nú sjóneykan er fest á ferðsluna gjøgnum bygd- irnar vesturi í Vágum, haldi eg, at brúk er fyri øllum góðum hugskotum, sum kunnu betra um ferðslu- viðurskiftini. Tí eisini hetta hugskot: Tað sýnist sum at øll og alt er fullkomiliga uppsteðgað, og ein sær bara fyri sær at vegbungur eiga at verða gjørdar, skal ferðin niður. Sum nakað nýtt kundi verið roynt við gongutunlum á hesum vandamikla vega- strekki. Gongutunlar er ein sera einføld og ikki kostnaðarmikil atgerð, ið eg trúgvi tey flestu høvdu verið glað fyri, heldur enn framhaldandi vandan fyri yvirkoyring, hóast ferðin verður tálmað.. Tit borgarar í Vágum kunnu tí við hesum heita á myndugleikarnar um at gera gongutunlar undir høvuðsvegin, so tey, ið eru til gongu trygt kunnu fara yvirum vegin. Alt annað tos um hámarksferðir og vegbungur tori eg at siga kemur ikki at betra um nakað sum helst, annað enn at vit fáa fleiri oyðilagdar bilar, og ferðslusyndararnir koma altíð at verða. Tað er sum kunnugt altíð teir fáu, ið oyðileggja alt fyri øllum hinum. Um hetta við gongutun- lum tosi eg av erfaring, tí eg búði sjálvur í Stockholmi fyri 20 árum síðani, og har var tað longu tá vanligt, at tey til gongu gingu undir vegirnar fyri at umganga bilferðsluna. Fari við hesum at heita á øll um at gevast við øllum tosi og sjabbi aftur og fram millum kommunur, Landsverk, politi o.s.fr. og handlið nú ístaðin. Í Føroyum hava vit ráð til dýrar undirsjóvartunnlar um flestu firðir og sund, og hvat so um vit gera nakrar fáar gongutunlar vesturi í Vágum, so at ferðslutrygdin batnar? Gongutunlar, ein møguleiki victor carlsen Løgtingsmaður jógvan við keldu