hósdagur 20. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 138 - 20. juli 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Jógvan Adolf Johannesen 70 ár
Í dag, hósdagin 20. juli,
verður
Jógvan
Adolf
Johannesen í Dali 70 ár.
Hann var løgtingsmaður í
tíggju ár, og hann var í
mong ár millum tey fremstu
í vinnulívinum í Sandoy.
Jógvan
verður
hann
nevndur í Dali, og uttan
býggja verður hann róptur
Jógvan Adolf. Foreldrini
vóru Frida og Sofus Johan
nesen, sum bæði vóru úr
Dali. Jógvan er elstur, og
hann eigur tveir brøður –
Vitus í Dali og Hans Marius
í Havnini.
Sum
unglingi
sigldi
Jógvan við føroyskum,
íslendskum og norskum
fiskiskipum. Veturin 1957-
58 var hann næmingur á
Føroya Fólkaháskúla, og í
1962 leyk hann prógv á
Føroya Læraraskúla. 1962-
68 var hann lærari í Ritu
vík, í 1968 varð hann lærari
í Skopun, har hann í 1970
gjørdist fyrsti lærari. Í tí
starvinum sat hann, inntil
hann 1. august í 1997 legði
lærarastarvið frá sær.
1967-68 var hann á árs
skeiði á Fróðskaparsetri
Føroya í føroyskum máli
og bókmentum, og hann
var á fleiri skeiðum fyri at
nema sær kunnleika at
undirvísa
seinmentum
børnum.
Í august 1972 keypti
Jógvan saman við øðrum
danska 50 tons trolbátin
Dalbúgvan úr Esbjerg. Ein
annar av ánarunum, Ólavur
í Klæmintsstovu í Dali,
førdi bátin, sum teir løgdu
nógv fyri við, og tað hiln
aðist væl. Har vóru raskir
menn uppií bæði á sjógvi
og landi, og Jógvan var
nærlagdur og altíð tøkur
reiðari.
Í 1985 keyptu teir eitt par
úr Vestmanna. Trolararnir
vórðu nevndir Hádegis
klettur og Stígarklettur.
Synirnir hjá Ólavi í Klæ
mintsstovu vóru tá komnir
til mans og vóru við til at
føra bátarnar. Tað lá væl
fyri, og trolararnir høvdu
stóran týdning fyri flaka
virkini í Sandoy.
Gongdin var tann sama,
tá ið teir síðst í áttati ár
unum høvdu skift hesar
báðar trolararnar út við
Stígarklett og Hádegisklett,
sum teir lótu byggja á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Teir áttu eisini eitt skifti
rækjutrolaran Sævarklett.
Tá ið kreppan av álvara
gjørdi um seg, fóru skipini
úr Sandoy. Men Jógvan
gavst ikki á hondum.
Vinnuloysið var stórt í
Sandoy, og fólkatalið mink
aði. Tí galt tað nógv um hjá
Jógvani at fáa vinnuvirk
semið upp aftur at standa.
Hann var drívmegin og
fekk góðar menn afturat
sær. Tá ið alt lá í skeljasorði,
keyptu teir í 1995 Eystur
búgvan, sum kom úr Vest
manna, har hann hevði itið
Gullberg. Skjótt eftir at teir
høvdu keypt Eysturbúgv
an, var aftur fiskur at fáa,
og tað royndist væl hjá
teimum.
Nú eru nøkur ár síðani,
at Jógvan gavst við reiðara
virkseminum.
Í 1971 gjørdist Jógvan
skrivari í Skopunar bygd
arráði. Tað starvið røkti
hann inntil í 1992.
Í 1988 varð Jógvan vald
ur á ting fyri Javnaðar
flokkin í Sandoyar val
dømi. Hann sat á tingi
inntil í 1998. Jógvan um
boðaði í Løgtinginum bæði
Javnaðarflokkin og Sand
oyar valdømi. Hann var ein
av undangongumonnun
um, tá ið Sandoyar ætlanin
varð fingin í lag. Ætlanin
var góð lopfjøl hjá teimum,
sum fóru undir aftur at
reka flakavirkini á Sandi
og í Skopun. Saman við
skipum og bátum, sum
hoyra heima í oynni, hevur
hetta
verið
vinnuliga
grundarlagið undir trivn
aðinum í oynni.
Jógvan hevur altíð verið
áhugaður
í
føroyskari
mentan í breiðum týdningi.
Jógvan hevur verið kvæða
kempa, og í tíggju ár var
hann formaður í Sláið ring,
landsfelagnum fyri dansi
feløg.
Nú býr Jógvan í barna
heiminum í Dali, sum
verður nevnt í Putlhúsi
num, og sum Jógvan hevur
latið seta í góðan stand.
Hans Petur Brekkstein 80 ár
22. juli 2006 fyllir Hans
Petur Brekkstein, fyrr
verandi bóndi á Velbastað
80 ár. Hans Petur er sonur
Jóhan og Ebbu Brekkstein.
Jóhan og Ebba áttu fýra
børn Hans Petur, Sunneva,
Begga og Lena, tey mistu
mammuna longu í 1948 tá
hon doyði av sjúku. Hans
Petur var elstur av sysk
inum og var hann tí borin
til festið eftir pápan. Hans
Petur fór til Íslands sum
ungur at arbeiða á einum
bóndagarði sum nógvir
arðir ungir bóndadreingir.
Hans Petur bleiv í 1952
giftur við Elin, fødd Gærd
bo úr Vági. Hans Petur
hevur arbeiddi nógv í havn
hjá Petur Mikkelsen, sum
bygdi raðhúsini í J. Pat
ursonargøtu í 1950’unum.
Harumframt kann nevnast
Hotel Hafnia, Nonnuskúlin
og Restorffs Bryggjarí.
Somuleiðis var hann við at
byggja skúlan í Runavík.
Hans Petur og vinnmað
ur hansara Dánjal á Mýrini
(ba) á Velbastað, vóru við
til at umvæla Múrin og
Kirkjuna í Kirkjubø undir
leiðslu av millum øðrum
Sverra Dahl. Hettar arb
eiðið vardi yvir fleiri mið
árstíðir í 1960’unum. Hesa
tíð í kirkjubø hava teir ofta
práta um. Sum teir ofta
tóku til, so vóru tað góðir
og hugnaligir dagar í
Kirkjubø, sum teir minnast
aftur á við takksemi og
gleði.
Hans Petur hevur eisini
verið við týskum trolara til
fiskiskap í Grønnlandi eitt
summar
seinst
í
1950’unum.
Elin og Hans Petur fingu
fýra børn, Ebba, Jóhan
Petur, Annfinn og Bjartur,
sum øll búgva á Velbastað.
Opið hús verður hjá soni
num Annfinn Brekkstein,
á Stórheyggi 2 millum kl.
11.00 og 15.00, og hevði
tað glett familjuna at sæð
vinur og kenningar støkka
inn á gólvið at heilsa upp á
Hans Petur.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at elskaði maður, pápi og verfaðir okkara
Jógvan Vík
úr Haldórsvík
andaðist 17. juli, 63 ára gamal.
Familjunnar vegna
Henny, Jóhannes, Jóhan Hendrik og Eyðfríð,
Helen og Herbjørn
Tey, ið ynskja at minnast Jógvan við blómum ella kransum,
kunnu ístaðin flyta eina peningagávu til Sinnisbata,
konta í Føroya Sparikassa.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Hans Jørgen Thomsen
vanliga nevndur Hansmann
Tórshavn, ættaður úr Porkeri
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað og á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk fyri gávur til hjartafelagið.
Annika, Jórun, Niels, Ásgerð og Heðin
Andlát og jarðarferðir
Otto Joensen, Kollafjørð, andaðist á landsjúkrahúsinum
týsdagin, 86 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Lands
sjúkrahús-kapellinum fríggjadagin kl. 13, norð í kirkju
garðin í kollafirði. Sálmabókin verður nýtt.
Kistan við Jonu Eidesgaard, Tvøroyri, fer úr kapellinum
á Suðuroyarsjúkrahúsi út í kirkjuna hósdagin kl. 17. Jarð
arferðin verður úr Tvøroyrarkirkju fríggjadagin kl. 13.
Kistan við Sveinbjørni Kvilt fer úr Landsjúkrshúskap
ellinum hósdagin klokkan 18 í Skála kirkju. Jarðarferðin
verður leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast
Sveinbjørn kunnu lata Skála kirkju eina gávu.
Anna Ljósstein, ættað úr Skopun, búsitandi í Klaksvík,
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikumorgunin 19.
juli, 96 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi heim í Christianskirkjuna leygarkvøldið
kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
sunnudagin kl. 14.00. Sungið verður úr Sálmabókini.
Jon Gulak Jacobsen fer til gravar úr Hvalbiar kirkju
leygardagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Jon Gulak kunnu lata Amnesty
eina gávu.
Jógvan Vík úr Haldarsvík andaðist á Landsjúkrahúsinum
mándagin 17. juli, 63 ára gamal. Jarðarferðin verður úr
Haldarsvíkar kirkju hósdagin klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast Jógvan Vík kunnu lata eina pen
ingagávu til Sinnisbata. Konto í Føroya Sparikassa.
Sveinbjørn Kvilt, Skála, ættaður av Eiði andaðist 17.
juli, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni.