hósdagur 20. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2006
13
Evenus. Grikska navnið Evenus er ikki at finna í
halgimannatali, men er onkursvegna komið upp í
álmanakkarnar frá 1727.
Dagurin í morgin
Ása Kristiansen 80 ár
Leygardagin 22. juli verður
mamma, vermamma og
omma okkara, Ása Krist
iansen, f. Colbjørnsen, á
Skála, 80 ár. Ása er fødd í
Hesti, og foreldrini vóru
Sivar og Elisabeth, vanliga
nevnd Betty. Ása er elst av
5 systkjum, 4 systrar og 1
beiggi.
Sum ung fór Ása til
Havnar at ganga í prelimi
nerskúla og fór síðan til
Danmarkar at læra til
sjúkrasystir á Bispebjerg
Hospital. Hon giftist í 1955
við Sigvaldi Kristiansen úr
Fuglafirði, sum tá las til
lækna. Tey fyrstu árini var
mamma einsamøll um at
forsyrgja ungu familjuni,
manni og tveimum synum,
til Sigvald var liðugur við
lesturin, og tey fluttu heim
aftur í 1960. Ása og Sigvald
fingu 4 synir og eiga í dag
15 ommu- og abbabørn.
Í 30 ár arbeiddi mamma
sum læknaskrivari hjá
pápa, sum var kommunu
lækni á Skála. Umframt
familju og arbeiði hevur
hon verið virkin í bygda
lívinum, serliga í arbeiði
num í Meinigheitshúsinum.
Har hevði hon sunnudags
skúla í nógv ár, og saman
við øðrum var hon við til at
byrja reglulig ungdóms
møti í bygdini.
Mamma
hevur
altíð
dámað væl at verið úti í
náttúruni, og vit hava góð
minni um mangan hugna
ligan hagatúr sum smá
dreingir. Vit minnast eisini
við gleði aftur á felags
uttanlandsferðir í samban
di við rundar føðingar
dagar hjá tykkum báðum
og ikki minst frálíka gull
brúdleypstúrin í Hetlandi
síðsta summar, har vit eis
ini fingu Oyggjaleikirnar
við.
Ásu dámar væl at binda,
og tað munnu vera hundrað
tals pløgg, sum hon hevur
bundið til okkum í fam
iljuni. Hon er hjálpsom at
taka eina hond í, og ofta
hevur verið gott at kunna
heitt á hana um at vera
dadda, bæði á Skála, í
Kollafirði, á Strondum og í
Værløse.
Mamma kann í dag hygg
ja aftur á 80 hendingarík
ár, har stórar broytingar
eru farnar fram. Eitt virkið
lív, har hon saman við
manninum hevur bygt upp
eitt hugnaligt heim, sum
altíð tekur væl ímóti gest
um, serliga ommu- og
abbabørnunum.
Góða
mamma, vermamma og
omma – vit ynskja tær
hjartaliga til lukku við
degnum og Guds signing
framyvir.
Súni, Arnbjørn, Regin og
Bogi v/ familjum
Jóhanna Matilda og Elin,
sum hava verið við frá byrj
anini, tá Poppkorn hevði
sína fyrstu framførslu á
Mjús í fjør, eru givnar í
bólkinum.
– Tá vit hava aðrar ætl
anir, valdu vit at gevast
tíðliga í summar. Vit vilja
takka øllum fjepparum, ið
altið stóðu við stórum smíli
og hugdu niðan á pallin.
Vit hava havt nógvar góðar
løtur saman við tykkum.
Eisini vilja vit takka øllum,
sum hava stuðlað okkum,
familju og vinum, skúla og
flokslærara, siga tær báðar
Jóhanna Matilda og Elin í
eini heilsan til fjepparar
sínar
Poppkorn gentur gevast
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá kæri maður og pápi okkara
Ted Shiner
úr Poole í suður Onglandi
andaðist og varð jarðaður.
Stóra tøkk fyri uppringingar, heilsanir, blómur
og fyri peningagávur til
»The Royal Artilleri Charitable fund«.
Familjunnar vegna
Astrid Shiner (Lamhauge)
Andrew og Peter