hósdagur 20. juli 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2006
15
tíðindi
- Ert tú í
Keypmannahavn,
er upplagt at fara
á ólavsøku úti á
Norðurbryggjuni
Triðja árið á rað verður
skipað
fyri
ólavsøku-
tiltøkum á Norðurbryggjuni
í Keypmannahavn. Árini
frammanundan eru eydnast
sera væl. Nógv hevur verið
at koma til, og nógv fólk
funnu oman á Bryggjuna.
Hetta
hevur
sjálvandi
eggja stýrisbólkinum til
at taka tiltøkini uppaftur
og gera enn meir burtirúr
til stuttleika og gaman hjá
teimum mongu gestunum,
sum bólkurin væntar fara at
koma til ólavsøkuna í ár.
Ùr skránni kunnu vit
nevna cafékonsertina við
so gitnum tónleikarum
sum Hanus G. Johansen,
Hans Hjalta Skaale og
Hans Jacob K. Mouritsen.
Eisini koma Vestmenn at
spæla til dans. Brandur
Øssurssons Kvartet spælir
jazz á sjálvari bryggjuni.
Høvi verður eisini at síggja
tað velduga fýrverkið, sum
lýsir náttarhimmalin upp
yvir Keypmannahavn, og
sum onkur vil vera við,
kann meta seg við fýrverkið
í Tivoli.
Meir um alt hetta og
nógv annað, sum fer fram,
er at síggja á www.faroe-
house.dk, heimasíðuni hjá
Føroyahúsinum í Keyp-
mannahavn, sum eisini er
ein av initiativtakarunum
til ólavsøkutiltakið saman
við føroysku feløgunum í
Keypmannahavn.
Sum nakað nýtt sýna
fleiri feløg og virkir, hvat
tey standa fyri og framleiða.
Hetta er eisini eitt av
endamálinum hjá stýri-
sbólkinum við ólavsøkuni á
Bryggjuni. Sjálvandi verður
eisini rúm fyri føroyskum
dansi,
gudstænastu
og
kristiligari sangløtu. Har
verður gøtusjónleikur, og
undirhald fyri børn og ikki
at forgloyma kappróður
frá ólavsøkuni í Havn og
kappróður
millum
tey
føroysku róðraðrarfeløgini
í Keypmannahavn. Ólav-
søkan á Brygguni verður
sett av Herálvur Joensen,
sendimáður á føroysku
Sendistovuni í Danmark.
Ólavsøkukvøld
verður
midnáttarsangur, røða og
fýrverk. Síðan verður dan-
sað til tann ljósa morgun.
Jú, ólavsøkan á Bryggjuni
er vorðin ein miðdepil í
Keypmannahavn, har før-
oyingar og danir við áhuga
fyri Føroyum hittast.
Stýrisbólkurin fyri
“Ólavsøkan 2006”:
Judith Nielsen, Hvidovre
Felagið, Kristvør Hansen og
Helen Fossá, Neystið, Jean-
ette Mikkelsen, Knørrur,
Heini Davidsen, Ballerup
Felagið, Páll Joen Jacobsen,
Tvørabáturin, Martin K.
Mouritsen, Martin Fjall-
stein, Føroyahúsið, Niels
Salmony, formaður fyri
stýrisbólkin.
Frá ólavsøkuni á Norðurbryggjuni í fjør
Ólavsøka í Keypmannahavn
Tíðindaskriv
Bókahandlarnir siga,
at viðskiftafólkini
frøast um nýggju
sangbókina “Okkara
Sangbók”.
Nú nýggja sangbókin “Ok-
kara Sangbók” hevur ligið
á søludiskinum í einar tveir
dagar siga bókahandlar, sum
vit hava verið í samband
við, at sølan gongur væl
og at fólk eru glað um at
sleppa at keypa sær eina
nýggja sangbók.
Í gamla bókhandli í Havn
siga tey, at fólk vísa bókini
stóran áhuga og at summi
keypa fleiri bøkur. Eisini
halda tey, at fólk leingi
hava saknað eina nýggja
bók og at hon tí kom út í
tøkum tíma.
Hjá Hjalmar Jacobsen
siga tey seg eisini selja væl,
og at fólk taka bókina úr
bunkanum og keypa hana
uttan fyrst at hyggja í hana.
Tey flestu keypa eina, men
nógv keypa eisini fleiri.
Sambært Ernst S. Olsen,
sum stendur fyri søluni, er
tað ov tíðliga hjá teimum at
siga, hvussu sølan gongur.
Tó sigur hann, at fólk og
handlar vísa bókini stóran
áhuga, og at onkrir handlar
longu hava bílagt fleiri. Teir
hava prentað 8000 eintøk
av bókini.
Spurdur um teir hava
ætlanir um at endurprenta
hana, um hon verður útseld,
sigur hann, at tað er ikki
bara sum at siga tað, tí
útlendsku forløgini, sum
eiga rættindini til útlendsku
løgini, hava bert givið loyvi
til eina útgávu. So leyvini
skulu sostatt fáast til vega
av nýggjum í sambandi við
uppafturprent.
rd.
Nýggja sangbókin væl móttikin
Eini 1000 tons av
ruski og burturkasti
lógu kring landið, tá
brenniovnurin varð
settur í gongd eftir
umvæling og nýgerð.
Tí varð avgjørt, at
senda burturkast
av landinum at
brenna. Men trýstið
á brennistøðina er
framvegis stórt
Rusk
Tíðindaskriv frá IRF
Brennistøðin hjá IRF er
umvæld og hevur fingið
nýtt roykfiltur. Arbeiðið
tók munandi longri tíð enn
mett. Tískil varð einki brent
í tríggjar vikur. Hetta førdi
við sær, at eini 1000 tons av
ruski og burturkasti, sum
skuldi verið brent, lá kring
landið, tá brennistøðin fór í
gongd aftur.
Útflutningur
Neyðugt varð tí at gera eitt
størri átak, fyri at minka
munandi um nøgdina av
ruski og burturkasti. Av tí at
brennistøðin hjá IRF sjáldan
hevur tøka brenniorku, varð
avgjørt at senda alt tað
gamla húsarhaldsruskið
og nakað av burturkasti
frá bingjuplássunum av
landinum at brenna.
IRF leigaði Havfrakt til
endamálið. Hann kom á
Kollafjørð
næstseinasta
sunnukvøld
og
sigldi
fullfermdur
við
húsar-
haldsruski til Danmarkar
seinasta hóskvøld. Mána-
morgunin varð byrjað at
landa í Århus og miku-
morgunin varð arbeiðið
liðugt. Lastin vigaði 750
tons.
IRF hevði gjørt avtalu við
Brennistøðina hjá Århus
Kommunu um at brenna
húsarhaldsrusk og líknandi
burturkast. Støðin hevur
tríggjar brenniovnar og
kann brenna 31 tons um
tíman. Hóast hetta løgdu teir
nakað av ídnaðarburturkasti
á eykagoymslu hesar dagar-
nar, Havfrakt landaði í
Århus. Tilsaman brennur
støðin umleið 220.000 tons
av burturkasti um árið.
Burturúr hesum framleiður
hon 66 MW av fjarhita og
19 MW av streymi.
Brenning í løtuni
Men nógv burturkast, sum
skal brennast, liggur fram-
vegis og bíðar. Neyðugt
er at avgreiða hetta undir
so skipaðum viðurskiftum
sum gjørligt. Bilar frá IRF
heintað burturkast eftir
ávísum rutum kring landið.
Kundar, sum ætla at koyra
burturkast sjálvir, mugu fáa
loyvi og tíð at koma.
Skil og spar
Fyri at lætta um hjá
brennistøðini er umráðandi,
at burturkastið verður so
væl skilt sum gjørligt.
Papp, bildekk, trolnet, gørn
og plaststórsekkir skulu
endurvinnast. Tað er eisini
munandi bíligari at sleppa
av við skilda tilfarið til
endurvinning, enn at lata
tað at brenna.
IRF brent 750 tons av
húsarhaldsruski í Danmark