hósdagur 20. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 138 - 20. juli 2006
tíðindi
Árliga lestrarstevnan hjá
MFS varð hildin í Miðla
húsinum í gjár, miku
kvøldið 20 juli. Áhuga
verda
tiltakið
byrjaði
klokkan sjey og við tí í
tonkunum, at B36 kundi
skriva føroyska fótbólts
søgu samstundis meðan
tiltakið í Miðlahúsinum
vardi, so var tað als ikki so
galið, at eini 40 fólk vóru
uppmøtt til fundin.
Eini 1000 føroyingar lesa
uttanfyri landoddarnar, og
í kjakinum í miðlunum
seinastu tíðina hevur verið
ført fram, at alt ov fá av
hesum 1000 lesandi koma
heimaftur. Tíverri hava vit
onki hagtøl, sum kunnu
staðfesta ella avsanna hesa
framseting. Tað er tó ein
sannroynd, at øll tey, sum
lesa uttanlands standa yvir
fyrr trupulleikanum fyrr
ella seinni, har tey skulu
taka støðu til, um tey koma
heim til Føroya ella fram
haldandi ætla at búgva í
útlondum.
Ein kanning av teimum
uppmøttu í Miðlahúsinum
í gjár segði, at øll ætlaðu
sær heimaftur fyrr ella
seinni, men at kalla ongin
tordi at siga, um tey komu
heim beinanvegin.
MFS hevði mannað eitt
panel við seks luttakarum,
sum vóru Margreta Nón
klett, Rani Nolsøe, Mari
anna Mørkøre, Kári Sig
vardsen, Hallbera West og
Heini í Skorini. Tey skuldu
so hvør í sínum lagi hug
leiða um evnið “heim
aftur”.
Broytingar
Fólkalívsfrøðingurin Mar
greta Nónklett legði fyri
við at greiða frá, hvat tað
eru fyri nakrir tankar, ið
rørast í høvdinum hjá
teimum ivandi. Hon for
taldi um broytta lestrar
mynstri, og um hvussu
føroyingar leita saman við
føroyingum, tá teir eru
burtur og hvønn tað hevur.
Síðani fór hon at greiða
frá, hvønn týdning tað
hevur fyri føroyska sam
felagið: – Lesandi uttan
lands tilogna sær ikki bara
fakliga vitan, men eisini
mentanarliga vitan, og tí er
tað av stórum týdningi fyri
føroyska samfelagið, at
lesandi koma heim aftur
eftir lokna útbúgving, segði
Margreta Nónklett millum
annað.
Hon vísti eisini á, henda
menningin av mentanar
ligum og fakligum førleik
um kann hava við sær
mentanarligar samstoytir.
– Tað sæst millum annað
í broytingunum av vanligu
føroyska lívsforminum við
stórfamiljuni, segði hon og
vísti á kjakið um korini hjá
einligu mammum, felags
foreldramyndugleika
og
skrásett parlag, sum nøkur
dømir um ting, ið eru
broytt bara tí, at fólk, ið
hava ognað sær mentan
arliga vitan frá útlondum,
eru komin aftur og hava
sett krøv og víst á nakrar
trupulleikar.
Til spurningin um, hvat
vit skulu gera fyri at fáa
fólk heim aftur, spurdi
Margreta, um tað yvirhøvur
var ein trupulleiki? –
Globaliseringin og øktu
samskiftismøguleikarnir
hava við sær, at fólk uttan
trupulleikar kunnu arbeiða
í Føroyum, uttan at fysiskt
vera til staðar, og í so máta
er tað fyri sovítt ongin
trupulleiki, staðfesti hon.
– Men trupulleikin um
tey ikki koma aftur er, at
vit
vera
mentanarliga
kunnleikan fyri uttan, og
tað fer at gera Føroyar nógv
fátækari, vísti Margreta
Nónklett á.
Vitan er vald
Samfelagsfrøðingurin og
íverksetarin Rani Nolsøe
tók yvir har Margreta
Nónklett slepti og segði, at
tað munur á information
og vitan. Hann endurgav
orðini hjá enska heimspek
inginum Francis Bacon um
at vitan er vald, og so
skoytti hann sjálvur uppí,
at vitan skal brúkast rætt, á
rætta staðnum og av røttu
fólkunum.
- Í Føroyum í dag skulu
vit arbeiða við vitan, sum
tey gomlu arbeiddu við
fiski, segði Rani Nolsøe.
Hann tosaði um íverksetan
og greiddi frá einum íverk
setanardepli, tey arbeiða
við at fáa upp at standa í
Klaksvík.
Hansara áheitan til tey
ungu lesandi og tey sum
júst eru útbúgvin, var, at
um seta í verk øll hugskot
ini tey liggja inni við:
– Mær dámar væl kjak
og viðgerð, men í løtuni
gangi eg mest inn fyri
slagorðinum hjá Nike: Just
do it, segði Rani Nolsøe.
Trupulleikar
Júst hetta at bara at gera
tingini, er nú ikki bara sum
at siga tað, og tí er lykla
orðið hjá einum og hvørjum
íverksetara:
“busisness-
plan”. Eina tílíka busisness-
plan og kanska meiri enn
tað, eftirlýsti sniðgevin
Marianna Mørkøre:
- Eg sakni meiri virðing
fyri mínum yrki og fyri
skapandi vinnum sum heild
í Føroyum. Eg haldi mann
onkursvegna ikki dugir
nóg væl at lofta teimum
útbúnu fólkunum, sum
koma aftur, og kanska
hevði eitt slag av startpakka
verið ein góð loysn, helt
Marianna Mørkøre.
Hallbera West, arbeiðir í
dag sum fulltrúi og hon
helt, at tað var alt annað
enn lætt at koma aftur til
Føroya: – Føroyar eru ikki
heimsins lættasta land at
koma aftur til, segði hon.
Hallbera vísti eisini á, at
tað ofta varð tikið illa upp
av myndugleikunum, um
tú spurdi hví tingini vóru
sum tey vóru, og kanska
hevði eitt hugskot um
hvussu tað kundi broytast
til tað betra.
Íverksetarparadísið
Kári Sigvardsen var eisini
partur av panelinum. Hann
fór eisini niður at lesa
einaferð, men tað praktiska
tiltalaði meiri enn tað
teoretiska. Tí gavst hann
við lesnaðinum og fekk
lærdi til datamatikara, og
heimkomin byrjaði hann
sína egnu fyritøku.
– Eg hevði ikki tol at
arbeiða meg upp í eini
fyritøku, og tí var tað óført
at eg byrjaði fyri meg
sjálvan. Tá var eg á toppi
num frá fyrsta degi, skemt
aði Kári Sigvardsen.
Eftir hansara tykki eru
Føroyar eitt paradís fyri
ein íverksetara, tí at glopp
ið millum hægsta og lægsta
mann í landinum er so
ótrúliga stutt.
– Netverk er so ótrúliga
týdningarmikið, tá tú skalt
byrja eina fyritøku, og av tí
at Føroyar eru so lítlar,
hevur tú netverk beinan
vegin tí tú kennir so nógv
fólk, vísti Kári Sigvardsen
á.
Og hetta við at byrja fyri
seg sjálvan og at vilja bjóða
føroyska arbeiðsmarknaði
num nakað, tók Heini í
Skorini, sum lesur sam
felagsfrøði í Danmark, fult
undir við:
– Eg haldi at hugburðurin
hjá teimum útlærdu, sum
ivast í at koma heim, er
púra skeivur. Í staðin fyri
at spyrja, hvat kann før
oyski arbeiðsmarknaðurin
bjóða mær, eiga vit at
spyrja, hvat kann eg bjóða
føroyska arbeiðsmarknaði
num, segði Heini í Skorini.
– Vit mugu vilja okkurt,
tá vit koma aftur og eg
haldi, at tað er okkara
fremsta uppgáva, vit sum
sita her í kvøld, at etablera
ein granskingardepil, tí eitt
samfelag sum ikki raðfestir
gransking og útbúgving,
sendir nøkur keðilig signal
út, staðfesti Heini í Skor
ini.
Jú, kjakið koyrdi dúgliga,
men tá klokkan nærkaðist
hálvgum ellivu, rundaði
orðstýrarin
Jón
Brian
Hvidtfeldt av og frálíka
áhugaverdi fundurin var at
enda komin.
Føroysk lesandi:
Føroyar ikki heimsins lættasta
land at koma aftur til
- Tann bólkurin sum
eftirlýsir samfelagsligar
broytingarm eru tit, sum
sita við førleikanum at
gera hesar broytingar,
segði Kári Sigvardsen
til tey uppmøttu á
fundinum í gjár
At kalla hvør einasti
føroyingur, sum lesur
uttanlanda ætlar sær
heimaftur fyrr ella
seinni, men tað er ikki
bara sum at siga tað at
koma aftur til. Og
kanska er tað eisini tað
at leypa har garðurin
er lægstur, um tú velur
at koma heim í trygga
dunnuhylin eftir lokna
útbúgving
Heimaftur
Orð & myndir
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo