hósdagur 20. juli 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 138 - 20. juli 2006
tíðindi
Patrick Reilley
er ein ævintýrari
burturav. Onkur vil
kanska kalla hann
øran. Hann hevur
einsamallur siglt
úr Maine í USA til
Írlands og úr Írlandi
til Íslands, í einum
báti, sum ikki er meiri
enn 7,5 metrar langur
og sum ongan motor
hevur
ÆVINTÝRARI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Patrick Reilly er frá Maine
í USA. Hann er 32 ára
gamal og seinastu fýra árini
hevur hann siglt tvørtur um
Atlantshavið fleiri ferðir í
sínum 7,5 metra langa báti.
Tá eg hitti ævintýraran
í báti hansara var mín
fyrsti spurningur, um hann
ikki hevði nakran motor
umborð. Hann flennir, ristir
við høvdinum og sigur við
síni eyðkendu amrikansku
úttalu: – Nei, eg sigli bara
við seglum.
Patrick Reilly byrjaði
ferð sína fyri smáum fýra
árum síðani. Tá sigldi hann
úr Maine, sum er beint
sunnan fyri Newfoundland
til Caribien, har hann síðani
arbeiddi hálvtannað ár. –
Áðrenn hevði eg arbeitt við
bátar og siglt í nógv ár, og
tað var eisini tað, eg gjørdi í
Caribien, fortelur vælvaksni
og dámligi amerikumað
urin. Tá vit spyrja nærri til
hvat hann sigldi í Caribien,
sigur Patrick Reilly, at tað
oftani vóru ríkfólk, sum
vildu hava hann at sigla
yacht sína fyri seg, men
at hann eisini sigldi styttri
túrar og vísti fólki runt.
Miðamerika
– Evropa tur/retur
Úr Carribien gekk leiðin
eystur um hav til Azorurnar.
– Eg hevði upprunaliga
ætlað mær til Frankaríki
á ein bátafestival. Men
staddur miðskeiðis í Atlants
havinum mátti eg ásanna, at
eg neyvan fór at koma til
Frankaríki til tíðina, og so
legði eg leiðina um og setti
kós móti Azorunum, greiðir
Patrick Reilly frá.
Túrurin
eystur
um
hav tók honum ein lítlan
mánað, og tað er rættiliga
skjótt, havandi í huga
hvussu langt tað er í millum
heimspartarnar báðar.
Úr Azorunum gekk leið
in til Írlands og tók tann
túrurin eina viku.
Komin til Írlands legði
Patrick Reilly lítla bátin hjá
sær fyri veturin, og fór hann
at ferðast til Kroatia. Har
møtti hann einum ríkum
pari, sum átti ein flottan
bát fyri nógvar milliónur
krónur.
– Tey ætlaðu sær til
Caribien og tá tey frættu, at
eg longu hevði siglt túrurin
tvørtur um Atlantshavið
einaferð, spurdu tey meg,
um eg ikki kundi føra tey og
bátin vestur um til Caribien,
greiðir Patrick Reilly frá.
Hann tók av tilboðnum og
sum hann sjálvur sigur, so
var tað ikki tað sama at sigla
tvørtur um Atlantshavið
í einum báti, sum ikki er
meiri enn 23 føtur, og so
einum marglætisbáti fyri
fleiri milliónir.
– Ja, hetta var annað
lív enn at sigla mín lítla
bát, og so fekk eg løn fyri
tað eisini. Tað var herligt,
flennir Patrick, sum hevur
bátin og havið sum sítt
arbeiðspláss, samstundis
sum tað eisini eru støðini,
har, hann brúkar sína frítíð.
Í Caribien arbeiddi hann
aftur í eina tíð og seinni var
hann aftur og vitjaði heima
í Maine, áðrenn hann fleyg
aftur til Írlands og til Grace,
sum bátur hansara eitur.
– Mær dámar ógvuliga
væl at ferðast til støð, har
eg ikki havi verið áður,
sigur Patrick. Úr Íslandi
gekk leiðin til Føroya og
síðani mikudagin í farnu
viku, hevur Patrick Reilly
verið her á klettunum.
Fáa illa vent okkum
Tá Patrick bjóðar okkum
umborð á bát sín seinna
partin í gjár, týsdagin, takka
vit sjálvandi fyri og stíga
umborð. Framman undan
hevði Patrick fortalt, at
báturin var 23 føtur langur,
men nú vit standa umborð
tykist báturin lítið størri
og lítið tryggari enn nakar
tunnuflaki, sum mann onk
untíð hevur bygt.
– Hygg, kom niður
undir, sigur Patrick, og
hoppar niður gjøgnum lítla
leytaran. Myndamaðurin
fer í hølunum á honum,
og eg ætli mær at leypa
aftaná. Men so er tað at eg
má ásanna, at um eg eisini
hoppi niður í lugari, so er
tað bæði sikkurt og vist, at
vit sita rimmar fastir allir
sum ein og neyvan sleppa
Øgiliga lítil og valds
St. Brendan
og Tróndur
fingu meg
higar
Á longu ferðum sínum
einsamallur í bátinum,
er tað meiri enn so, at
ein løta stingur seg upp
har lítið og onki er at
gera. Tá er tað, at Patrick
Reilly plagar at lesa og
blaða í ymsum bøkrum.
Í Írlandi las hann bók
ina Brendans rejse, ella
the Brendan Voyage,
sum uppruna heitið er.
Fyri nógvar føroyingar
er hendan bókin kend, og
tey allarflestu hava helst
hoyrt eitt sindur um hesa
ferð, sum ævintýrarin
Tim Severin stóð á odda
fyri.
Á ferðini úr Írlandi til
Newfoundland eru fimm
mans við. Ein teirra er
Tróndur Pætursson og
á leiðini vestur um hav
koma teir framvið Før
oyum. – Eg haldi menn
inar vera ørar at sigla í
einum slíkum báti, men
frásagnin er fantastiska
spennandi, og er hon
beinleiðis orsøkin til,
at eg valdi at koma til
Føroya, smílist Patrick
Reilly. – Tá teir kunnu
higar í einum tílíkum
báti, so kann eg eisini
sigla her til í mínum báti
hugsaði eg, sigur hann.
Patrick Reilly greið
ir eisini frá, at hann
ómetaliga gjarna kundi
hugsa sær at vitja í
Kirkjubø, síggja Brend
ansvík og staðið har
írsku munkarnir hava
búleikast av fyrstan tíð.
– Eg verið í Føroyum
nakrar dagar aftrat og
ætli mær heilt sikkurt at
vitja har, sigur Patrick
Reilly, sum vónar at
renna seg inn í Trónd
har og kanska fáa eitt
lítið prát við hann.