hósdagur 20. juli 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2006
27
tíðindi
vakti
mikil samstundis
Vitjaði føroyskan bátasmið
Grace,
sum
báturin
hjá Patrick Reilly eitur,
sær ikki út av nógvum,
millum nakrar av hinum
fremmandu seglbátunum
í Vágsbotni. Akkurát tí
eru tey kanska fleiri, sum
eru steðgaði á og hava
forvitnast til henda fitta
bát.
- Eg havi fingið fleiri
áhugaverd prát her í
Vágsbotni, og so hava
tey eisini hjálpt mær við
at funnið fram til nøkur
nøvn og nakrar adressur,
eg annars ongantíð hevði
fingið, fortelur Patrick
Reilly.
Tað er nevniliga soleiðis,
at Patrick Reilly er sera
áhugaður í bátasmíðing,
og tí hevur hann spurgt
fleiri, um nøvn á onkrum
bátasmiði her.
Týsdagin hevði hann so
fingið avtalu í lag við Terja
Jakobsen í Kollafirði, sum
hevur tað sum yrki at
smíða bátar. Terje Jakobsen
leggur stóran dent á, at
hansara bátar eru gjørdir
eftir gamla sniðinum, og
tað er nakað, sum hóvar
Patrick Reilly væl.
Umframt at sigla, so
skrivar
Patrick
Reilly
eisini onkra grein nú og
tá, sum síðani verður
útgivin í ymsum bløðum.
Nú hann er her ætlar hann
sær at skriva eina grein
um føroyska bátin, og tí
passaði tað ómetaliga væl,
at hann nú fekk tikið nakrar
myndir, meðan Terje legði
seinastu hondina á bátin,
sum verður burturlutaður
á ólavsøku.
Terje og konan fortaldu
Patrick eina rúgvu, og í
dag fer Patrick at vitja ein
annan, sum kann fortelja
honum meiri um føroyska
bátin.
- Ja, tað verður neyvan
nakar trupulleiki hvat
tilfarinum viðvíkur, sigur
Patrick Reilly flennandi,
og leggur so aftrat, at so
er bara at vóna, at onkur
tímur at geva greinina út.
leysir aftur í bræði. So lítið
sá lugari út til at vera.
Altíð siglt
Niðri úr lugarinum fortelur
Patrick, at hann hevur siglt
alt tað hann minnist. Heima
í Maine hava tey altíð átt
bátar og hava siglt, so tað
er higani at stóri áhugin fyri
sjólívinum stavar.
Ofta verður sagt um fólk,
sum dáma stórar bilar og
nógva ferð, at tey hava
bensin í blóðinum. Hetta
sigi eg við Patrick og spyrji
hann, um hann hevur sjógv
í blóðinum.
Flennandi svarar hann,
at tað torir hann ikki at
avnokta, og fer so undir at
greiða frá, hvussu tað er at
liggja púra einsamallur mitt
á Atlantshavinum.
– Tað er ein heilt fantast
isk
kensla
tú
hevur,
tá tú liggur mitt á stóra
havinum. Rundan um teg
er bara sjógvur, og tú ert
fullkomiliga einsamallur og
í friði.
– Men tá aldurnar eru
stórar og veðrið leikar í, er
tað viðhvørt, at eg kenni meg
ógvuliga lítlan. Samstundis
kennir tú teg eisini øgiliga
valdsmiklan, tí at tú í tínum
lítla báti flýtur oman á
hesum ógvusligu aldunum,
og ger av kósina hjá hesum
lítla bátinum, sigur Patrick
Reilly og trampar niður á
dúrki, fyri at vísa okkum,
at hesin báturin hevur verið
ígjøgnum eitt sindur á hvørj
um.
Nú Patrick er í Føroyum
hevur hann ferðast eitt sind
ur kring oyggjarnar í bát
inum. Hann hevur enn ikki
endaliga avgjørt nær hann
fer víðari til Skotlands, men
ætlar hann sær at steðga
nakrar dagar aftrat.
– Veðrið hevur alt siga
nær eg fari, men nú havi
eg so leigað mær ein bil í
nakrar dagar, og ætli mær
koyra ein túr í landinum,
áðrenn eg fari avstað aft
ur, sigur ævintýrarin úr
USA, sum ein av komandi
døgunum vendir stevnið út
úr Vágsbotnið við kós ímóti
Skotlandi.
Tað er ein heilt fantastisk kensla, tá tú liggur
mitt á stóra havinum. Tú ert fullkomulia
einsamallur og í friði, sigur Patrick, sumj í
´bara 7,5 metra langa báti sínum hevur siglt
tvørtur um Atlantshavið
Tað vakti serligan ans hjá Patrick, tá hann slapp at vitja hjá Terja Jakobsen, bátasmiði