Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 138 - 20. juli 2006 ] Hóast tað eina løtu kendist heldur nervakent, so var samlaði sigurin hjá B36 ongan tíð av álvara í vanda, tá teir mikukvøldið tóku móti mlatesiska meistaraliðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Partur av hampuliga stóru B36-fjøldini var helst um at fáa meira nervar, enn gott var. Birkirkara hevði javnað til 1-1, og hóast tað bert vóru 18 minuttir eftir at spæla, so kundi møguleikin fyri trimum maltesiskum sjokk-bóltum á rað ikki útilokast. Allur ivin hvarv tó, tá innskifti Obi brádliga gjørdi um seg. Klæmint Matras – sum skoraði fyrra B36- málið í dystinum – meira enn hálvkiksaði, og so var Obi kvikur. Hann fekk tamarhald á bóltinum, og við vinstra beininum sendi hann bóltin upp í meskarnar og B36-blóðtrýstið niður undir kritiska markið. Mest sum ov væl Tað var annars lítið fyri steðgin, sum bendi á, at B36 skuldi fáa sær nakrar trupulleikar yvir høvur av mótstøðuliðnum. Hóast tað við tryggu 3-0 leiðsluni fyrst og fremst ráddi um at verja borg, so spældi B36 við einum hampuliga høgum trýsti frá byrjan. Bóltførleikin hjá mót­ støðu­liðnum tóktist heilt greitt ikki standa mát við tann hjá B36, og tað hóvaði teimum heilt illa, tá B36 fleiri ferðir breyt uppspælið, fyri síðani at seta kvik motálop ígongd. Einar tvær ferðir spurdist eisini heilt stórir møguleikar burturúr, og serliga mundi Johan Ellingsgaard iðra seg, tá hann úr sjey metrum kíndi skeivu síðuna av síðu­ netinum. Kanska gekk tað eisini ov væl hjá heimaliðnum, tí sum hálvleikurin leið, tóktust teir eisini at missa fasta takið, sum teir høvdu á dystinum. Serstakliga tí spælararnir byrjaðu at spæla ov skjótt og ov óum­ hugsað. Á miðvøllinum høvdu Mikkjal Thomassen, Klæmint Matras og Hanus Thorleifsson annars sýnt sera gott hegni at skifta leikferðina eftir um­støðunum, men eina góða løtu gjørdis talan nær­um einvíst um fótbólt í fimta geari. Og tað minkaði í øllum førum um B36 yvir­ vágina, hóast gestirnir ikki vóru vandamiklir. Mistu pippið Alt tóktist tó fella í rættlag, tá Klæmint Matras stútaði B36 framum eftir horna, men frá byrjan av seinna hálvleiki sást, at her ruggaði ikki heilt rætt. Heldur enn at taka tað púrasta róligt, tóktust heima­ menninir nærum bangnir fyri at halda bóltinum í egnari røð, og tað gav Birkirkara møguelikan at koma longur fram á vøllin. Samstundis høvdu teir – langt um leingi – eisini lisið rangstøðufelluna hjá B36 av, og tvær ferðir eftir steðgin varð hendan snýtt við djúpum renningum av miðvøllinum. Fyrru ferðina bjargaði Jákup framúr væl, men tá George Mallia aðru ferð fekk sama møguelika, var hann ískaldur. Og so gjørdist dysturin brádliga væl meira roka­ ligur, enn B36 í veru­leik­ anum brýggjaði seg um. Mikkjal Thomassen hevði fingið gult, tá hann sparkaði bóltin burtur í frísparksstøðu, og 18 minuttir fyri tíð fekk hann enn eitt av slagnum, tá hann eftir dómarans tykki satsaði ov nógv í eini tackling. Lagið í svørt/hvítu leguni fekst tó aftur rætta vegin, tá Obi skoraði, og so bilti tað minni, at maltesar javnaðu. Ikki minst tí liðskipari terra »feiraði« málið við sparkað bóltin onkra staðni móti Viðarlundini, soleiðis at hann fekk sítt seinna gula kort. Eitt stórt tillukku Lat tað verða sagt alt fyri eitt. Maltesiska Birkirkara var helst eitt av teimum veikaru likðunum, sum hava verið gestir á Tórsvølli. Og við 3-0 í viðførinum tóktist tað tí alla tíðina púrasta víst, at B36 fór at spæla seg víðari í europeisku meistarakappingini. Men tað tekur neyvan eina einastu flís av æruni hjá B36, at liðið hesa ferð var til at tosa við. Ofta hevur upplivingin jú verið tann, at føroysk feløg verða fullkomuliga yvirmatchað av útlendskari mótstøðu, og tá hetta ikki hevur verið støðan, hava býtt mistøk aloftast forkomið stóra møgu­leikanum. Tað grøvina fall B36 ikki í. Partvíst gjørdust teir kanska ov ídnir miku­ kvøldið, men við avrikinum á Malta, og hóast alt eisini disciplineraða spælinum, tá teir spældu 10 móti 11 hesaferð, prógvaði liðið, at teir væl duga handverkið á altjóða pallinum. At felagið tvær ferðir á rað hevur spælt seg víðari í Europa, er heldur ikki av tilvild. Í so máta hevur B36 sýnt seg sum flaggberin hjá føroyskum felagsfótbólti, og tað eiga teir stórt herða­ klapp fyri. Og B36 fær eisini sín eykavinning burturúr hes­ um. Úrslitini í fjør og í ár bera við sær, at felagið til komandi ár kann rokna við at verða styrkismett ein bólk ovari, enn tað verður í løtuni. Tí fer potturin við mótstøðuliðum tá helst at innihalda lið úr Luksem­ burg, Liktenstein og øðrum smátjóðum, heldur ein úr Georgia, Hvítarusslandi, Letlandi v.m. Og tað kann í pengum og ítróttarligum royndum vera meira enn bara vanliga stór gularót hjá felagnum. ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 »Líkamikið, hvussu nógvar spælarar vit mugu vera fyriuttan, so standa vit altíð væl í verjupartinum, og tí var eg ongan tíð bangin« Obele Okeke Onyebuchi eftir dystin hjá B36 móti Birkirkara Ólavsøku­ renningin 2006 Hósdagin 27. juli kl. 18.30 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kapp­ ast verður í ymsum bólk­um hjá bæði vaks­num og børnum. Start­ur og mál í øllum kappingunum er á Skála­trøð. Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka. Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum ald­ursbólkum: vaksin fødd í 1988 ella fyrr, og vaksin fødd í 1960 ella fyrr (veteranar). Heiðursmerki verða lat­in til nr. 1, 2 og 3 í báðum bólkunum. Kappingin á Ólav­ søku er samstundis síðsta umfar í árligu Grand Prix kappingini fyri vaksin og børn. Á heimasíðuni www. athletics.fo er kunning um støðuna í Grand Prix kappingini, undan Ólavsøku. Nr. 1, 2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki. Handan av steypum til nr. 1, 2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini hjá bæði vaksnum og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir í Ólavsøkurenningini eru heiðraðir. Tilmelding kann bert gerast á www. athletics.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Valdemar Lützen kl. 17.30-18.30. Luttøku­ gjald kr. 50,00 fyri vaks­ in og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr. Tilmeldingarfreistin er úti mikukvøldið tann 26. juli. Leingi hevði miðvøllurin hjá B36 eitt jarntak um dystin, men tá eisini teir gjørdust alt meira ótolnir í spælinum, slapp Birkirkara eisini upp í part. Men nóg mikið til at skapa veruligan spenning, gjørdist hetta tó ongantíð Mynd: Álvur Haraldsen B36-Birkirkara (MAL) 2-2 (1-0) B36 víðari við samanlagt 5-2 Undankappingardystur til Champions League 1.812 áskoðarar á Tórsvølli 1-0: Klæmint Matras, 44. 1-1: George Mallia, 59. 2-1: Obele Okeke Onyebuci, 80. 2-2: Kenneth Scicluna, 84. B36: Jákup Mikkelsen – Kenneth Jacobsen (Bárður H. Joensen, 81.), Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Alex Jose Dos Santos – Hanus Thorleifsson (Niels Joensen, 62.), Klæmint Matras, Mikkjal Thomassen – Johan Ellingsgaard (Obele Okeke Onyebuchi, 67.), Amed Sylla Davy, Bergur Midjord Gult kort: Mikkjal Thomassen, Obele Okeke Onyebuchi, Bárður H. Joensen Reytt kort: Mikkjal Thomassen Birkirkara: Andrzej Bledzewski – Roderick Sammut, Guido Gallovich, Kenneth Scicluna, Mark Anthony Bonnici – Roderick Briffa (Matthew Calascione, 19.), Willam Camenzuli, Angelo Paradiso (Thomas Paris, 73.), Hatim Sbai (Alan Tabone, 81.) – Tricanza Jean-Pierre Taiesud, Kenneth Scicluna Gult kort: Hatim Sbai, Willam Camenzuli, Tricanza Jean- Pierre Taiesud, Guido Gallovich Reytt kort: Willam Camenzuli FAKTA B36-Birkirkara 2-2 (1-0): Handverkið varð avgreitt