hósdagur 20. juli 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 138 - 20. juli 2006 ]
Vóru ikki
bangnir
Spurdur, hvørt tað var
ein stórur lætti, tá hann
sendi bóltin í kassan til
2-1, helt Obi ikki, at
hetta var so nógv øðrvísi
enn onnur mál, sum
hann hevur skotið.
– Sjálvandi var tað
deiligt, og vit ætlaðu
okkum at vinna, ella
í minsta lagi at fáa
javnleikin. Men fyrst
og fremst ráddi um at
koma víðari, og tað
megnaðu vit tíbetur.
Kendu tit tykkum
undir trýsti. ella vóru
tit bangnir, tá teir fyrst
javna, og tit síðani
missa Mikkjal á mið
vøllinum?
– Nei. Vit vistu alla
tíðina, at vit komu
víðari.
Líkamikið,
hvussu nógvar spælarar
vit mugu vera fyriuttan,
so standa vit altíð væl í
verjupartinum, og tí var
eg ongan tíð bangin,
staðfesti
nigerianski
álopsspælarin hjá B36.
Og nú verður tað so
Fenerbache, sum stendur
fyri framman. Hvussu
sært tú ta uppgávuna?
– Tað er sjálvandi
ein stór uppgáva. Men
hvat. Teir eru ellivu
og vit eru ellivu, so
vit mugu bara royna at
gera okkara besta. So
fáa vit at síggja, hvussu
langt tað røkkur, helt
Obi.
- mørk
Tveir Juventus-spælarar
til Madrid
Juventus varð fyri støttum dømt at flyta niður í Seriu
B, og tá venjarin hjá italska meistaraliðnum tey bæði
seinnu árini, Fabio Capello, samstundis er farin til Real
Madrid, ganga handlarnir skjótt fyri seg.
Soleiðis hav aFabio Cannavaro og Emerson nú
skrivað undir tvey-ára sáttmála við spanska stórfelagið.
Sambært sponskum miðlum er samlaði prísurin fyri teir
báðar spælararnar 150 mió kr.
-mørk
Mikukvøldið tordi
Kristjan á Neystabø
at viðganga, at teir
longu hava gjørt alt
fyrireikingararbeiðið
klárt til turkisku
innrásina, sum nú er í
væntu. Og sum skilst,
kann innrásin væl
verða framskundað
eina viku
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast vit her í blaðnum
hava skrivað, at tað kundi
skapa
trupulleikar,
um
Føroyar skuldi hýsa stóra
turkiska ferðalagnum, sum
er í væntu, nú B36 skal
spæla móti Fenerbache, so
er hetta ein uppgáva, sum
er loyst.
– Eftir dystin á Malta,
sum jú gav okkum eitt
framúr útgangsstøði, hava
vit saman við Fenerbache
arbeitt við eini loysn. Og
tað er heilt víst, at tað væl
og virðiliga ber til at hýsa
stóra ferðalagnum, sum nú
kemur hendanvegin.
– Vit hava í góðari tíð
verið í samband við FSF,
sum hevur bílagt flestu
hotel-kømurini um hetta
mundið. Og rættiliga tíðliga
tryggjaðu vit okum, at tað
bar til at hýsa øllum, skuldu
vit vunnið okkum víðari.
Men hetta er sjálvandi
nakað, sum vit hava gingið
sera stillisliga um. Fyrst og
fremst, so máttu vit jú loysa
uppgávuna móti Birkirkara,
og tað megnaðu vit tíbetur,
sigur Kristjan á Neystabø,
stjóri í FC Tórshavn, sum
tekur sær av viðurskiftunum
kring Formula-liðið hjá árs
talsfelagnum.
Gongur við
gestablídni
Hann sigur annars, at teir
hava fund við leiðsluna
hjá Fenerbache hósdagin,
og tá hesin er fundur er
av, áttu øll viðurskifti
viðvíkjandi
ferðing
og
gisting at verið avgreidd.
Eisini hjá teimum mongu
tíðindafólkunum, sum eru í
væntu. Hesi kunnu ikki øll
vera vís í hotel-uppihaldi,
men sum Kristjan tekur til,
so er føroyski blíðskapurin
vanliga stórur, so tað man
eisini fara at ganga, heldur
hann.
– Og tað skerst ikki burt
ur, at vit eru ernir av, at
vit fáa møguleika at hýsa
einum slíkum liði. Og eri
sannførdur um, at vit ikki
fáa nakrar sum helst trupul
leikar í so máta.
Og fáa tit so heldur ikki
trupulleikar av dystinum
sjálvum?
– Tað fái eg so ikki lova.
Eg kann lova, at vit avgreiða
alt annað eftir bókini, men
sjálvan dystin fái eg illa
svarað fyri!
Vilja spæla heima fyrst
Lutakastið til dystin móti
Fenerbache lagaði tað so,
at B36 fyrst skal spæla á
útivølli. Skuldi B36 framt
enn eitt bragd í Turkalandi,
og soleiðis fingið eitt gott
útgangsstøði undan heima
dystinum, er lítið at ivast í,
at áskoðaratalið til hendan
vildi verið sera høgt. Hin
vegin lúrir vandin eisini fyri,
at eitt skrædl á útivølli kann
minka munandi um áhugan
fyri heimadystinum, og tað
er nakað, sum B36 tykist
vilja sleppa undan.
Tað ljóðar í øllum førum,
at B36 arbeiðir hart við at
skifta um heima- og útidyst
móti Fenerbache, soleiðis at
dysturin á Tórsvølli verður
longu 26. juni. Og hetta
er so ikki nakað, ið verður
avsannað av Kristjani á
Neystabø.
– Eg fái sum so ikki gjørt
viðmerkingar til, hvørji
evnini verða á fundinum
hósdagin. Men vit arbeiða
við øllum møguleikum, er
einasta viðmerkingin, sum
Kristjan vil gera hesum við
víkjandi.
Liðskiparin hjá B36 var
sjálvsagt errin, tá hann og
hansara menn mikukvøldið
høvdu skrivað enn ein part
av føroyskari fótbóltssøgu.
Sjálvur plagar Klæmint
Matras ikki at teljast millum
ídnastu
málskjúttarnar,
men hesa ferð var tað hann,
sum legði B36 á odda eftir
ein fyrra hálvleik, har
B36 stýrdi tí allarmesta.
Ein støða, sum tó als ikki
var galdandi eftir steðgin,
tá spenningurin helst var
størri, enn fleiri í B36-
leguni brýggjaðu seg um.
– Kanska gjørdust vit ov
vísir í, at vit komu víðari. Í
øllum førum spæla vit sum
eitt heilt annað lið, tá vit
koma út aftur á vøllin. Tað
gevur teimum møguleika at
koma aftur í dystin, og eftir
at teir javna, er ikki heilt
frítt, at panikkur kemur í
hjá okkum.
Var tað so ein stórur lætti,
tá Obi skoraði til 2-1?
– Tað kanst tú ætla. Vit
roknaðu nokk við, at vit
skuldu koma víðari, men
vit vildu fyri alt í verðini
ikki tapa dystin. Tað var
kanska eitt lítið vónbrot, at
vit ikki megna at vinna, tá
vit tvær ferðir eru á odda,
men vit taptu ikki – og vit
eru altso víðari í kappingini,
slær Klæmint fast.
Og so torir hann loksins
at viðganga, at nú er tíðin
komin at hugsa um Fener
bache, Anelka, Zico og
aðrar góðar menn.
– Sjálvandi roknaðu vit
við, at hetta skuldi ganga.
Men vit vildu altso hava
hendan dystin av vegnum,
áðrenn vit fóru at tosa um
nakað annað.
– Nú kunnu vit so fara at
fyrireika okkum til dystin
í Turkalandi, og so mugu
vit síggja, hvussu tað fer
at ganga. Har mugu vit so
spæla uttan Mikkjal, sum er
leikbannaður, men vit fara
so á vøllin at gera okkara
besta. Og undan dystinum
er alt í prinsippinum jú opið,
heldur B36-liðskiparin.
-mørk
B36 vil hava heimadyst fyrst
B36 er til reiðar at hýsa turkunum, sigur Kristjan á Neystabø.
Spurningurin tykist nú bert vera, um felagið eisini megnar at
sannføra Fenerbache um tað skilagóða í at skifta um heima- og
útidyst
Mynd: Álvur
Fagnaðurin var stórur, tá
Klæmint Matras beint fyri
steðgin stútaði B36 á 1-0
Mynd: Álvur
Panikkur í
eina løtu
Okeke Obele Onyebuchi
staðfesti, at teir ongan
tíð kendu seg hóttar í
samlaða sigrinum
Mynd: álvur
ÍF venjarin uppsagdur
Fyrrapartin í dag boðaði ÍF frá, at Petur Simonsen er sagdur úr starvi
sum venjari hjá felagnum.
Eftir at hava verið undir einum ávísum trýsti seinastu tíðina vegna
støðuna á stigatalvuni í Formuladeildini, var fundur um málið í gjár.
Aðalnevnd, fótbóltsnevd og ÍF-stuðlar vóru á fundinum. Niðurstøðan
var, at undir verandi umstøðum er skilabest at siga samstarvið við Petur
Simonsen upp. Hóast samstarvið við Petur hesa tíðina hevur verið gott,
so varð mett at hetta var neyðugt, verður sagt í tíðindaskrivinum
Nýggjur venjari er Jón Simonsen, sum hevur verið hjálparvenjari hetta
síðsta hálvárið. Hjálparvenjari hjá honum verður Símun Eliasen.